Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Minningarorðini hjá Tingakrossi: Fríggjanáttina andaðist Georg Hansen stillisliga sum ferðamaðurin, ið leingist eftir hvíld. Frið­ arstundin hin síðsta var nú umsíðir komin til tann altíð íðna og livandi mannin, hvørs minni hevur spælt og sungið seg inn so mong føroysk hjørtur við vakrum tónleiki. Nú hevði sjúkan brotið hann niður, tó sinnið var ungt, og aldurin nívdi hann ikki. Fáir fór hiðani so einmælt fylgdur við so góðum og takksomum minnum av ungum og eldri sum gamli Bakar Hansen. Hetta navn hevði hann til sín deyðadag, tó hansara høvuðsstarv, ið mest kom at týða fyri okkara lítla samfelag, var eitt heilt annað. Hann var undan­ gongumaður eisini í tí yrki, hann byrjaði við, tá hann á ungum aldri kom higar til oynnar sum bakari hjá Siemens handli úti í Tinga­ nesi. Men hugur hansara fleyg hægri og víðari enn til breyðið. Hann hevði einaferð fingið eitt sindur av kunnleika til fiólspæl, og tónleikur bleiv síðan hansara hægsta tráan og kærleiki, so leingi hann livdi. “Hevði eg einaferð náað so vítt, at eg kundi liva av at undirvísa í musikki, so haldi eg, at eg hevði verið lukkuligur,” segði hann í seinri árum, og hesi orð merkja hann ikki minst sum tað lítið krevjandi menniskja hann allar dagar var. Tíverri – lukku­ dreymurin lá langt av leið, og í mong harrans ár var tað einasta peningaliga úrslit tað, ið fekst við at spæla til dans, og tann tónleikurin hugaði honum ongantíð. Men eydnaðist tað ikki Georg Hansen at fáa stundir og ráð til at dyrka sítt tónleikakynstur til tann fínleika, hann droymdi um, so hevði hann tó hina stóru gleði sum árini liðu at síggja fleiri og fleiri fylkast um seg í hansara vakra starvi og ansin fyri tónleiki nørast hjá føroyskum ungdómi, fyrst og fremst sjálvsagt her í staðnum. Málið hjá honum var tónleikur Og hetta úrslit tordi vera meira vert fyri okkum eins og fyri hann. Tí her fann Georg Hansen sítt lívsmál, sum hann ótroyttaður strevaðist fyri við allari evni við ókúgandi ídni og ungum sinni til tess sjúkan kom og sló hann niður. Hann tók sær av hvørjum ungdómi, sum til hansara kom við hesum sama hugi og tráan. Hann gleddi seg sum eitt barn yvir hvørt framstig, teir gjørdu, stuðl­ aði til samanhald og sam­ virkan í tónleiki og sangi og var altíð á odda fúsur og fróður uppmanandi og hjálpandi, yngstur millum teir ungu. Og tað var so sanniliga ikki hin pen­ ingaligi vinningurin, sum lá fremst hjá honum. Viðurlagið fyri undirvís­ ingina var lítið og lætt og ofta einki. Hann ansaði ikki eftir, sum so mangur annar, um hvør “tímin” vardi longri enn ásett. Hjá honum ráddi einans um at vekja hug og fatan hjá næm­ ingunum og at føra teir fram sum longst. Teir vóru tí allir so góðir við hann, sum sjáldsamt er í slíkum førum, og teir gloymdu honum ongantíð hetta vinalag. Eitt vakurt dømi í so máta fekk Hansen á sínar gomlu dagar, tá annað hornblástrafelagið í Havn – hitt fyrra hevði hann sjálvur íbyrgt fyri mongum árum frammanundan – var skýrt við navninum Georg Hansens minni. Við sama ídni, sum hann starvaðist fyri streingjaleiki og hornblástri, var hann av fyrsta sinni høvuðsstuðulin fyri sanginum í Havn og mong hugnalig minni eiga tey, ið nú eru komin nakað upp í árini frá teirri tíðini, tá hann sveiggjaði diri­ gentstavin fyri fróðum sangarum, antin tað var úti á Havnavág ella eitt friðar­ ligt summarkvøld ella inni í konsertsalinum. Minnini eru ikki færri ei heldur minni hugnalig, sum tey sjónleikandi goyma frá honum, og her bera vit mangars vegna tí farna felaga tøkkina mikla. Kom frá Bornholm Ungur á aldri kom Georg Hansen higar til oynnar. Hann var føddur í Nexø á Bornholm, og her bleiv hann verandi síðani í 48 ár. Giftist við Mariannu Jac­ obsen, sum doyði frá hon­ um og trimum børnum bert 27 ára gomul eftir 6 ára hjúnarlag. Hann livdi seg so fast saman við hesum landi, sum fáur útlendingurt fyrr ella seinni eftir hann. Hann var kærur í føroyskari náttúru. Hansara besta gaman var at ferðast í haga­ num summardagar og at fylgja tí spírandi lívi í øllum sum gró og at vala um tað. Hann gleddist sum barnið, tá hann á gamals­ aldri fekk ein urtagarð at røkja, yngdist upp aftur av tí. Hann elskaði blómur og tónir, fuglasong og streingjaleik, sum sagt var á grøv hansara. Og náttúran unti soni sínum væl til tað síðsta. Veðrið var av tí fagrasta, sum vera kann á vetrardegi, tá gamli bakar Hansen var borin til gravar av sínum fyrstu næmingum fylgdur av eini veldugari manna­ múgvu og lagdur til hvíldar undir sálmasangi og tón­ leiki – hin síðsta heilsan frá tí vakra yrkismáli, hann hevði livað sítt í. Georg Casper Hansen lærdi havnarfólk at spæla tónleik Øll hava hoyrt harmoniorkestrið GHM, sum stendur fyri Georg Hansens Minde. Tað eru kanska færri sum kenna mannin. Grøvin hesa ferð er tann hjá Georg Hansen. Keldan er minnngarorð, sum helst Kristin í Geil skrivaði í Tingakrossi í 1924. Sanniliga ein hugtakandi maður he n d u r ið sl ep t u Komandi frásøgn Komandi frásøgnin verður um Johan William Restorff, sum var dirigentur, tá ið lagið til tjóðsangin fyrstu ferð varð spælt alment 2. jóladag 1907 Georg saman við sínum trimum børnum. Gentan er Cathrina Maria, sum giftist við Jákupi Dahl, prósti. Tann størri drongurin er Christian Pauli. Hann fór ungur til Danmarkar, har hann giftist og búsettist. Hann var smiður og doyði í 1924. Yngri drongurin er Johannes. Hann búði í Havn og var snikkari. Hann var ógiftur. Doyði 1944 Mynd: Føroya Fornminnissavn SNR8395FOO1 Bakar Hansen, saman við næmingum sínum frammanfyri hús hansara á Húsabrúgv Georg og Marianna Hansen. Innskriftin á grøvini er: GEORG C. HANSEN F. 3. SEPTEMBER 1844 D. 15. FEBRUAR 1924 MARIANE E. C. HANSEN F. 24.NOVEMBER 1847 D. 9. JUNI 1875 Nr. 237 - 6. desember 2007