Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 6. desember 2007 33 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Vetrarkap­ ping í Havn Næsta umfarið av vetrarkappingini í renning verður í Havn leygardagin Frælsur ítróttur Tíðindaskriv Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum: Veteranar kvinnur og menn (f. - 1962) - 12 km. Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -91) - 12 km. Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1987-91) - 12 km. Og gentur og dreingir (f. 1992-96) - 4 km Startur og mál er á ovaravølli í Gundadali. Runnið verður oman eftir Gundadalsveg- num, síðani til vinstru á R.C. Effersøesgøtu, til høgru eftir Títlings- vegnum ( Johs. Berg ) til vinstru eftir Stara- vegnum (Skemman ), so til høgru eftir Hoy- víksvegnum ( Bónus ), til høgru eftir Tjaldurs- vegnum, inn á Heyka- vegin og Títlingsveg út til til høgru á R. C. Effersøesgøtu, síðani verður runnið niðan eftir Ringvegnum framvið Norðurlanda- húsinum, til Áargeil og oman eftir Gundadals- vegnum inn á ovaravøll. Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldri renna teinin trígjar ferðir. Allir aldurs- bólkar byrja samstundis kl. 11.00. Tilmelding fer fram á www.athletics.fo inn- an fríggjakvøldið 7. desember kl. 21.00. Kappinigin er 2. umfar av vetrakapping- ini sum fór av bakkastokki 16. nov- ember. Kappinigin er er ein opin kapping, ið merkir at øll kunnu luttaka sjálvt um ikki verður luttikið í hinum kappingunum. Team Danmark og donsku sersambondini eru samd um, hvussu bonus-skipanin hjá donskum íðkarum skal síggja út, tá OL verður á skránni komandi summar Ol Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vanligt hevur verið, at íðkarar, sum vinna heiðurs- merki, hava fingið kont- antan pening í bonus, men hetta ætlaði Team Danmark at broyta. Ístaðin hildu tey, at ein skipan við einum listarverki ella møguliga eini pensiónsskipan var rætta modellið at nýta. Stjórin hjá Team Danmark, Michael Andersen hevur tí tosað við fleiri av ser- sambondunum, og boðini frá hesum eru greið. Nevnliga at tey vilja hava kontantan bonus fyri møgulig heiðursmerki. - Øll sersambondini vóru samd um, at talan skal vera um kontantan bonus. Hetta tí tey meta, at tað er týdn- ingarmikið, at ein viður- kenning verður latin alt fyri eitt, sum heiðursmerkini eru veruleiki. Og í ítrótta- greinum sum eitt nú kappróðri og glíming er eingin ivi um, at íðkararnir merkja væl og virðiliga, um tey fáa t.d. 100.000 kr. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tað eru pengar- nir, sum motivera. Men tal- an er um eitt stórt herða- klapp til íðkararnar, sigur Michael Andersen. Mánadagin verður stjórnarfundur hjá Team Danmark, og tá verður endaligu bonus-upphædd- irnar ásettar. Danska Ekstra-Bladet veit tó at siga, at upphæddirnar verða øktar í mun til tað, sum áður hevur verið galdandi. Eitt gullmerki fer vænt- andi at geva 100.000 kr. Silvur gevur 70.000 kr., og eitt møguligt bronsumerki gevur 35.000 kr., skrivar blaðið. DIF og Team Dan- mark vóna, at talan verður um eini seks-sjey donsk heiðursmerki við komandi olympisku leikirnar. Dystast við Laudrup í kvøld Sannur hátíðardámur er í Aalborg í dag. AaB skal í kvøld spæla móti Getafe, har Michael Laudrup er venjari. Einki er at ivast í, at sponsku gestirnir eru favorittar, men í AaB vóna tey tó, at tað ber til at fáa stig burtur úr dystinum. Og hetta skal millum annað gerast við at spæla tað, sum onkur kanska vil kalla primitivan kontrafótbólt, har dentur verður lagdur á verjupartin og langar sendingar niðan til álopið. Dysturin hjá AaB verður vístur á 3+, sum byrjar at senda klokkan 19.30. FCK mátti lúta Hóast teir enn hava møguleikan at spæla seg víðari í UEFA-Cup kappingini, so var tað ein smeitur, at FCK ikki fekk stig burtur úr dystinum móti spanska Atletico Madrid í gjárkvøldið. Dysturin í Parkini endaði við 2- 0 sigri til spanska liðið, og hetta kundu teir hjá heimaliðnum illa vera heilt ónøgdir um. Og venjarin, Ståle Solbakken, viðgekk eisini, at spanska liðið snøgt sagt var betri. Enn hevur FCK ein dyst eftir í bólkaspælinum. Hesin verður á útivølli móti skotska Aber- deen, og ein javnleikur í hesum dystinum er nóg mikið hjá FCK til at vinna seg víðari í kappingini. Sponsku málini í Parkini skutu Simao Sabrosas og Sergio Aguero. Aab vil leingja við Hamrén AaB, har bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru partur av hópinum, hevur tikið fleiri serfrøð- ingar á bóli, nú liðið av álvara hevur lagt seg upp í oddastríðið í donsku superliguni. Seinastu fýra árini hevur svenski Erik Hamrén verið venjari hjá felagnum, og hóast kritikkurin til tíðir hevur verið harður, so hevur ítróttarstjórin, Lynge Jacobsen, alla tíðina havt álit á venjaranum. Eitt álit, sum nú eisini gevur úrslit. Og Lynge Jacobsen slær nú fast, at tey fegin vilja halda fast í svianum. Sáttmálin hjá Hamrén gongur út í 2008, men Jacobsen heldur, at sviin væl kann vera venjari hjá felagnum næstu fýra árini afturat. Kunnu rógva seg til 100.000 kr. Katrin Olsen telist ivaleyst millum teirra, har vónir eru um danska OL-medalju. Og umframt heiðurin hevur ein slík eisini stórt peningaligt virði