Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 96 - 22. mai 2001 Nr. 96 - 22. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Nakað av herverki hevur verið í Havn um vikuskifti, men løgreglan sigur annars frá einum friðarligum vikuskifti LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Løgreglan sigur, at hvørt vikuskifti fáa tey fráboð- anir um smærri herverk í býnum, og hesuferð var einki undantak. Í Magnus Heinasonar- gøtu við Manhattan varð ein rútur brotin sunnumorg- unin. Tað var fráboðað løg- regluni, men eingin hevur nakra hóming av, hvør hevur framt herverkið. Sunnukvøldið fekk løg- reglan fráboðan um, at her- verk var framt á ein vøru- vogn á Tinghúsvegnum. Bilurin er skumpaður aftur og fram, so hann hevur fingið skaða. Hetta er hent sunnunátt, men heldur ikki í hesum førinum veit nakar, hvør hevur gjørt hetta. Sunnunáttina um fýra tíðina var ein, ið hevði brotið forrútin í einum bili í Niels Finsensgøtu. Hesu- ferð er tað eydnast løgregl- uni at fáa hendur á gerningsmanninum, og hann verður ákærdur fyri herverk. Harumframt var ein mað- ur og svav rúsin av á løg- reglustøðini. Hvørt vikuskiftið skal løgreglan í Havn út at kanna herverk, sum eru tilvildarliga framd Savnsmynd LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Tað hendir javnan, at fólk finna leivdir av lóðri frá krígnum. Fríggjadagin fekk løgreglan í Suðuroynni frá- boðan um, at ein hond- granat varð funnin í Vági. Granatin varð funnin við grundina á einum sethús- um, sum standa á staðnum, har Losjan var. Fólk halda, at granatin hevur verið í út- grevstrinum, tá grivið varð út fyri húsunum einaferð í 80-unum. Hongranatin er illa rust- að, men tað sæst, at hon er av slagnum, sum bretar høvdu við sær til Føroyar fyri eini 60 árum síðani. Menn frá Færøernes Kommando koma suður til Vágs í kvøld, týskvøldið, og teir skulu beina fyri hondgranatini. Tað er neyð- ugt, at serkøn fólk taka sær av granatini, tí ikki er greitt, um hon kann bresta. Um vikuskiftið fekk løgreglan í Eystur- oynni fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn í eini sethús í Fuglafirði. Húsfólkið er burtur, og tí varnaðust onnur innbrotið LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Sunnudagin varnaðust fólk, at innbrot hevði verið í ein- um sethúsum í Fuglafirði. Løgreglan varð boðsend, men er einki, sum bendir á, hvør framdi innbrotið. Húsini standa tóm í løt- uni, tí húsfólkið er burtur, so tískil ber bara til at siga, at innbrotið er framt eina- ferð í hesum vikuskiftin- um. Brotið varð inn gjøgn- um ein rút í kjallaranum. Enn er ikki greitt, um nakað virðismikið er horv- ið. Ein ølkassi er í øllum førum tikin, og kanska var tað hesum, gerningsmenn- inir vóru eftir. Annars var ein persónur tikin fyri at koyra við kenn- ing, og hann kann vænta sær eina treytaða frádøm- ing av koyrikortinum. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Fríggjakvøldið gjørdi løg- reglan í Klaksvík paragraf 13 kanningar. Í hesum kanningunum verða dekk- ini, ljósini og førarin kann- að. 40 bilar vórðu kannaðir, men bara fimm rapportir vórðu skrivaðar. Tríggir førarar koyrdu uttan trygd- arbelti, meðan ein førari varð steðgaður á knallert fyri at koyra uttan koyrikort og fallhjálm. Eftir 1. mai er ikki loyvi at koyra við píkadekkum, og kanningarnar eru kanska serliga ætlaðar píkadekk- unum, men eingin av teim- um kannaðu hevði píka- dekkini undir bilinum. Herverk í Havn Hondgranat funnin í Vági Paragraf 13 kanningar í Klaksvík Innbrot í sethús í Fuglafirði BILAR Stefan í Skorini Bileftirlit Føroya hevur kunngjørt hagtølini fyri skrásettar bilar í Føroyum í fjør. Í 2001 vóru tilsamans 411 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Hetta er nakað meira enn árið fyri, tá 394 bilar nýggir persónbilar vóru skrásettir. 1999 er kanska metár, tí tá vóru tilsamans 485 nýggir persónbilar skrásettir. 540 nýggj akfør av øllum slagi vóru skrásett í 2001, meðan 502 vóru skrásett í 2000, og hetta er ein vøkstur uppá 7,5%. 602 nýggj akfør vóru skrásett í 1999. 411 nýggir bilar í fjør C M Y K 3 2