Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 96 - 22. mai 2001 Nr. 96 - 22. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Stóra landsdansi- stevnan var hildin í Havn leygardagin. Umleið 600 fólk hugnaðu sær og dansaðu til ljósan morgun DANSUR Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kr. Vang At dansur og spæl eru gleðibrøgd kom týðiliga til sjondar, tá eini 600 fólk hittust til landsdansistevnu í Havn leygardagin. Stutt- leiki hugni og vinalag eyðkennir slíkar stevnur, og hendan var einki undantak. Stevnan varð sett á Vagl- inum klokkan trý seinna- partin leygardagin. Tað vóru tey trý dansifeløgini í høvuðsstaðnum, Tøkum Lætt, Dansifelag Kaggans og Dansifelagið í Havn, sum skipaðu fyri stevnuni. Vegna fyrireikararnar beyð Herluf Gaard Joensen væl- komin og greiddi frá stevn- uni. Almennu setanini stóð Heðin Mortensen, formað- ur í Mentanarnevnd Tórs- havnar Býráðs fyri. Eisini helt Regin Eikhólm, sum er virkin dansari, røðu um før- oyskan dans, eins og fel- agssangir vórðu sungnir. Vitiligt slíkir, sum ganga til vísuløg og eru kendir og lættir at syngja. Eftir sjálva setanina, sum var einasta almenna tiltakið á stevnuni, varð tikið sam- an á Vaglinum, har einar tvær stuttar vísur vórðu tiknar. Tá tiltakið á Vaglinum var av, varð farið niðan í Býráðssalin, har framløga var av nýggjari bók um føroyska dans, sum Árni Dahl hevur lagt til rættis eftir áheitan frá landsnfelag dansifelagana, Sláið Ring. Umrøða av hesum tiltakin- um er aðrastaðni í blaðnum. Eftir setanina samlaðust tilmeldaðu luttakaranir til stórt borðhald í ítróttarhøll- ini á Hálsi. Har vórðu, sum vera man, nógvar røður hildnar, eins og dúgliga varð sungið. Hóast ein ítróttarhøll er sera illa egn- að til felagssang, gekk tað so rímiliga kortini. Landsdansistevnan verð- ur hildin triðjahvørt ár, og boðið varð eisini til næstu landsdansistevnuna undir borðhaldinum í ítróttarhøll- ini. Formaðurin í Vága Dansifelag beyð øllum dansifeløgunum í Føroyum til landsdansistevnu í Vág- um 2004. – Gjøgnum nýggja undir- sjóvartunnilin, sum tikið varð til. Eftir borðhaldið varð farið oman í Sjónleikarhús- ið, har seinasti partur av skránni fyri landsdansi- stevnuna 2001 varð hildin. Sjálv dansiskráin, har fel- øgini hvør møtti við sínari vísu ella kvæði. Soleiðis at fólk úr felagnum skipaði, meðan allir luttakararnir so kundu dansa við. Ymiskt er, sum valt verð- ur, tá farið verður soleiðis. Onkur velur at hava kvæði, sum vilja nakað. Eru long og mergjað, og kanska ikki øll duga. Tað er so góðum líkt. Meðan onnur koma við styttri og rættiliga væl kendum vísum, har nógv fleiri fólk koma uppí. Og hendan samansetingin rigg- aði eisini rættiliga væl til slíka skrá. Fólk gingu upp og niður úr dansinum, sum teimum nú líktist best. Einaferð út móti morgni var skráin liðug, og so varð, sum vanligt er, kappast um at byrja. Vanligt plagar at vera, tá so mikið er útliði, at mest lættar vísur verða tiknar. Men ikki øll eru, sum skilja umstøðurnar – hava situatiónsfornemilsi. So móti morgni at byrja kvæði, sum er góð 100 ørindi til longdar og ikki so alkent, at flestu fólk duga uppií, ger bara tað, at fólk rýma av gólvinum, og kanska onkur beinleiðs fer til hús. Fólk vóru sera samd um, at hetta var einasta, sum lýtti stevnuna eitt lítið sind- ur. Tí slíkt er stuttligt fyri teir 13 ella 27, sum duga slíkt kvæði, meðan øll hini umleið 600 fólkini bara keða seg. Og sera sjónligt gjørdist tað, tá sumbingar so beint aftan á mannaðu seg til eina lætta vísu, sum bókstaviliga fylti gólvið aftur. Dansi- gleðin lýsti av fólki, og at at kalla hvør einasta sál, sum eftir var, fór uppí. Líka mikið um tey dugdu orðini ella ikki. Onkur tók til, at tað var á leið sama kensla sum at vera í góðum harmoniku- dansi. Tú beinleiðis sveim- aði eftir gólvinum. Eingin treður dansin undir moldum Um vikuskiftið varð undantaksloyvi givið til at flyta vørur til Suðuroynna og Sand- oynna, men hesin flutningur varð kortini av ongum, tí nú løgdu arbeiðs- gevararnir seg í vegin VERKFALL Áki Bertholdsen Nógvastaðni kring landið eru nógvar vørur faranar at ganga undan, nú verkfallið er farið at draga út. Eitt nú verður sagt,at neyðsynjarvørur, eitt nú epli, egg, mjøl, melis, wc pappír, og aðrar vørur, av álvara eru uppi nógva staðni, eitt nú í Suðuroy og í Sandoynni. Men eftir at politiið gjørdi av at rudda vegbyrg- ingarnar í Kollafirði, í Leir- vík og aðrastaðni við, hevur stór ónøgd verið um, at teir partarnir í landinum, har tað er koyrandi, onki merkja til verkfallið, men at aðrir partar ongar vørur skulu fáa. Hetta førdi um vikuskift- ið til, at Føroya Arbeiðara- felag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag gjørdu av at geva einari heilsølu undan- taksloyvi til at flyta vørur til handlar í Sandoynni og í Suðuroynni, sum annars ikki hava fingið vørur, síð- ani verkfallið byrjaði. Arbeiðsgevarar blokera Tað var Heilsølan hjá Poul Hansen sum fekk undan- taksloyvi til at føra nakrar úrvaldar neyðsynjarvørur til handlar í Sandoynni og í Suðuroynni nú um viku- skiftið. Harry Benjaminsen, nevndarlimur í Føroya Ar- beiðarafelag, sigur, at or- søkin til, at ein heilsøla varð vald burturúr, er, at Føroya Arbeiðarafelag vil ikki missa tamarhaldið á støðuni, og verða fleiri heil- sølur valdar, er tað so skjótt, at ongin veit, hvørjar vørur verður flutt og til hvønn. – Vit eru ikki úti eftir at raka vanliga fólkið og vit gera heldur ikki mismun á fólki. Tá ið summir føroyingar fáa vøru, er tað ikki rætt at aðrir ikki skulu kunna fáa tað, sigur Harry Benjaminsen. Men vørurflutningurin um vikuskiftið varð av ongum kortini, tí nú hava arbeiðsgevararnir lagt seg í buktina og hava forðað fyri, at vøran verður flutt. – Fleiri heilsølur hava tos- að við Arbeiðsgevarafelag- ið um hetta mál og semja er ímillum heilsølurnar og ar- beiðsgevarafelagið um, at arbeiðshátturin hjá fakfel- øgunum í hesum máli, kann ikki góðtakast, sigur Jan Mortensen á Vinnuhús- inum. Tað, sum arbeiðsgevar- arnir sipa til, er at undan- taksloyvi bara er givið ein- ari heilsølu til at føra ávísar vørur til ávísar handlar í Sandoynni og í Suðuroynni. – Støða okkara er, at ant- in er fríur vøruflutningur ávísan túr ella ávísan dag til handlar sum mangla vørur, ella eigur eingin at senda vørur, sigur Jan Mortensen. Føroya Arbeiðsgevarafel- ag sigur, at tað er týdning- armikið, at støðan er eins fyri allar vinnurekandi og at Føroya Arbeiðarafelag hevur ongan rætt til at stýra vøruflutninginum. Føroya Arbeiðsgevarafel- ag hevur tí í skrivi til Før- oya Arbeiðarafelag gjørt greitt, at um vøra skal flyt- ast, eigur Føroya Arbeið- arafelag tí í fjølmiðlunum at lýsa, at ávísan túr ella ávísan dag er frítt at flyta vørur til handlarnar, sigur Jan Mortensen. VERKFALL Áki Bertholdsen – Vit hava fullan rætt til at verja okkum fyri verkfals- brótarum úr Havn. Tí hava vit aftur sett blokadur upp ymsastaðni í landinum. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag sigur, at tað er ongin slingur í valsinum hjá fel- øgunum, sum eru í verk- falli. Bæði hósdagin og fríggjadagin høvdu feløgini fundir í Kollafirði um støð- una. Ingeborg Vinther sigur, at teir fundirnir vóru »knas- andi góðir«. Tað vóru eini 750 fólk á fundi. Lagið er gott og øll eru samd um, at her skal ikki slakast og tey góvu okkum fulla undirtøku, sigur hon. Á tí fundinum varð eisini gjørt av at herða verkfallið. Tískil vórðu blokadur aftur skipaðar mánanáttina, bæði í Kollafirði og aðra- staðni í landinum við. – Løgreglan heldur eyg- uni við okkum, so vit siga ikki, hvar blokadurnar eru, men talan er bæði um vegir, havnir, alistøðir og onnur virki, sigur Ingeborg Vinth- er. Hon sigur, at í gjára- morgunin vóru um 200 fólk í Kollafirði. Men hesuferð verða per- sónbilar hjá vanligum fólki ikki kannaðir. – Vit eru ikki úti eftir privatfólki. Tað er arbeiðs- gevaran, vit vilja raka, sig- ur Harry Benjaminsen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, sum eisini viðgongur, at tað var nakað nógv av tí góða av kanna hvørt viðførisrúm. Politiið fylgir við gongd- ini, men á miðdegi í gjár høvdu teir onki gjørt. Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið at vita, at tað er ólógligt at byrgja vegirn- ar av, so at ferðslan ikki sleppur at ganga ótarnað. Men tað taka tey sær ikki tykni av. – Vit hava fullan rætt til at verja okkara øki, so at verkfalsbrótarar úr Havn ikki floyma inn yvir okkum við vørum og farmi. Tað er okkara fremsta skylda, so tað fara vit at gera, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at møguliga verða onnur tiltøk sett í verk sumfrálíður. Annars verða framvegis ongi undantaksloyvi gjørd, uttan til neyðsynjarvørur og fyri at javntstillað øll. – Arbeiðsgevararnir fingu at vita, at kroystu teir okkum út í verkfall, blivu ongi undantaksloyvi givin, hvørki til alivinnuna, ella til aðra vinnu, og tað halda vit fast um, sigur Ingeborg Vinther. Enn ongar vørur til Suðuroy og Sandoy Suðuroyingar og sandoyingar fáa ongar vørur, tí nú leggja arbeiðsgevarar seg í buktina. Antin er fríur flutningur, ella er ongin flutningur, siga arbeiðsgevararnir. Í Kollafirði vórðu vegirnir avbyrgdir mánanáttina Blokera aftur nú: Vit hava fullan rætt at verja okkum – Vit hava fullan rætt til at forða fyri at verkfalsbrótarar úr Havn floyma inn yvir okkum vioð vørum og farmi, sigur Ingeborg Vinther. Tí eru vegirnir í Kollafirði aftur avbyrgdur. Blokadur eru eisini settar upp aðrastaðni í landinum – Eg vænti, at hetta verður eitt drúgt verkfall. Men tað er nógv, sum bendir á, at verkfallið byggir á eina misskijling. Tí hava vit skotið upp, at hvør parturin velur ein serfrøðing at gera nakrar útrokningar VERKFALL Áki Bertholdsen – Støðan er rættiliga fast- læst, so vit skulu rokna við, at verkfallið verður drúgt. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum umboðar Arbeiðsgevarafel- agið, heldur, at fólk skulu gera seg út uppá, at verk- fallið hjá Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Ar- beiðskvinnufelag, verður drúgt. – Partarnir standa rætti- liga langt frá hvørjum øðr- um og tí stúri eg fyri, at verkfallið verður drúgt, sigur Jan Mortensen. Men tað ringasta av øll- um er, at arbeiðsgevararnir halda, at tað er ein misskilj- ing, sum hevur ført til, at feløgini eru farin í verkfall. – Ein høvuðsatfinning frá arbeiðarafeløgunum er, at góðtóku tey semingsupp- skotið, høvdu tey fingið 2,5% minni í lønarhækk- ing, enn limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag og ar- beiðarafeløgunum í Klaks- vík, hava fingið. Tað, sum tey sipa til, eru ymsar viðbøtur, sum Før- oya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufel- ag fingu í samráðingunum í 1999, men sum feløgini í Klaksvík og Havnar Ar- beiðsmannafelag ikki fingu. Talan er um tvær krónur eyka um tíman fyri at koyra oljubil, umframt 75 oyru eyka um tíman fyri kvøld- arbeiði í sambandi við skiftivaktir. Hesar viðbøturnar vóru ikki í semingsuppskotin- um, sum varð lagt fyri Før- oya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufel- ag. Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hetta svarar til eina lønarhækking uppá 2,5%, sum ætlanin sostatt var at tey skuldu fáa minni í løn- arhækking hesuferð, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava fingið. Jan Mortensen vísir hes- um aftur púra avgjørdur. – Talan er ikki um 2,5%, men um 0,13%, sigur hann. Hann sigur, at teir, sum koyra oljubil eru 22 í tali. Og tað er skjótt at rokna út, at 75 oyru eru bara góð 0,8% av tímalønini upp á 83,72 krónur. – Tað vil siga, at arbeiða øll arbeiðsfólk í skiftivakt við fullari ársinntøku, svar- ar hesar eykaviðbøturnar, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag, fáa, til 0,13% av løn- ini. Men royndirnar vísa, at tað eru bara eini fimm fiskavirki, sum brúka skiftivaktir av og á, so í veruleikanum ar talan enntá um nógv minni enn 0,13%, sigur Jan Morten- sen. Hvussu arbeiðarafeløgini koma til 2,5%, hevur hann onga sum helst peiling av. Serfrøðingar Hann sigur, at tískil er vaerkfallið framvegis heilt óskiljandi. Men arbeiðsgevararnir halda, at tað hevur stóran týdning at allar misskiljing- ar verða ruddaðar av vegn- um og at partarnir eru samdir um útrokningar- grundarlagið. Tí skutu arbeiðsgevar- arnir í gjár upp fyri Feløg- unum í verkfalli, at tey valdu hvønn sín óhefta ser- frøðing at gera hesar út- rokningar fyri feløgini – Tað er eingin meining í at partarnir eru ósamdir um útrokningargrundalagið, sigur Jan Mortensen. Í einum skrivi til feløgini í verkfalli, boðar Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini frá, at Jógvan Amonsson, statsgóðkendur granskoðari hevur játtað umboða ar- beiðsgevararnar. Hann heldur, at tað kundi fingið glið aftur á samráðingarnar, um feløgini kundu valt tveir serfrøðingar at samst um, hvør veruleikin í málinum er. Eisini onnur mál Tá ið talan bara er um 0,13%, hví góðtaka tit tað so ikki bara og sleppa und- an verkfallinum? – Tað kemst av, at nógv onnur mál, sum partarnir vóru samdir um framman- undan, vildu arbeiðarafel- øgini als ikki hava við í semingsuppskotið. –Talan var eitt nú øll tímalønt skuldu fáa setan- arbræv, at fólk skuldu fáa ókeyps arbeiðsklæðir, um- framt avtalur um tøkni og um lærlingar, eitt nú innan fiskivinnu og aling í sam- bandi við yrkislæru, sum verður abritt við at gera innan hesi øki. – Vit kunnu heldur ikki liva við, at lønirnar eru ójavnar kring um landið, tí tað órógvar kappingarførið hjá virkjnuum, sigur Jan Mortensen. Lønirnar mugu vera tær somu um alt landið, leggur hann afturat. Hann vil heldur ikki seg út, um løgtingið eigur at leggja seg út í verkfallið. Arbeiðsgeverafelagið: Verkfallið verður drúgt C M Y K 5 4