Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 96 - 22. mai 2001 Nr. 96 - 22. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Arbeiðarafeløgini í Lorvík, Gøtu og Fuglafirði eru aftur farin at forða farmaflutningi á Lorvíkskai VERKFALL Eyðun Klakstein Mánanáttina fóru arbeið- arafeløgini kring landið aft- ur undir forðingar á støð- um, har vanliga nógvar farmaflutningur er. Á Lorvíkskai fóru ar- beiðsfólk úr Lorvík, Gøtu og Fuglafirði aftur undir at sína forðing. Í gjáramorgunin varð ein vørubilur, sum kom úr Klaksvík steðgaður, áðrenn hann slapp í land, og hann mátti tí fara aftur til Klaks- víkar. Verkfalsfólkini steðga bara vørubilum, meðan persónbilar sleppa ígjøgn- um forðingina uttan at verða kannnaðir, soleiðis sum annars varð gjørt, áðr- enn løgreglan legði uppí í farnu viku. Einki rusk Umfamt farmaflutningin verður flutningurin av ruski eisini raktur av forðingini í Lorvík. IRF í Norðoyggjum fær ikki flutt ruskið á brenni- støðina í Lorvík, og tí er innsavningin av ruskinum í Norðoyggjum steðgað. Allar bingjur hjá IRF í Norðoyggjum eru á tremur, og tí sleppa hvørki húsar- hald ella virki av við ruskið hjá sær í hesum døgum. IRF hevur latið fólkið fleiri rusksekkir, so tey kunnu goyma burturkastið við hús, til verkfallið er av. Friðarligt Tá vit tosaðu við Lorvíkar Arbeiðsfelag fyrrapartin ígjár, høvdu tey einki sæð til løgregluna. Forðingin í Lorvík hevur ikki havt við sær stóru øsingina. Tað hevur fyri tað mesta gingið friðarliga fyri seg, og verkfalsfólkini halda, at tey, sum fara um Lorvíks- kai, eru fyrikomandi og duga at handafara serligu støðuna. Verkfallsfólkini siga eis- ini, at tey royna sum fræg- ast at halda støðuna friðar- liga og ikki órógva fólk óneyðuga nógv. Føroya Fiskavirking fær ikki framleitt vørur til sínar kundar uttanlands, og tað kann fáa avleiðingar fyri fyritøkuna VERKFALL Eyðun Klakstein Øll seks virkini hjá Føroya Fiskavirking liggja still í hesum døgum. Hóast alt starvsfólkið ikki er í verkfalli, ber ikki til at hava framleiðsluna koyrandi, tí meginparturin av arbeiðsfólkinum er farin heim. – Vit eru sum so nógv onnur rakt av verkfallinum. Hóast øll fólkini hjá okkum ikki eru í verkfalli, kunnu vit ikki hava framleiðsluna koyrandi, tí so nógv fólk er burtur, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Flestu av hinum virkj- unum í landinum eru eisini rakt av verkfallinum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufel- ag. Kunnu missa útflutning At framleiðslan hjá Føroya Fiskavirking liggur still merkir sjálvandi, at kund- arnir hjá Fiskavirking í útlondum ikki fáa ta vør- una, sum teir hava roknað við úr Føroyum. – Okkara kundar høvdu ynskt, at vit ikki vóru raktir av verkfallinum, men har er einki at gera. Hetta er eing- in ynskistøða, men enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri okkum, sigur Meinhard Jacobsen. – Tað kann sjálvandi henda, av vit missa kundar av hesum verkfallinum, men vit ælta ikki at taka sorgina uppá forhond, sigur hann. Drúgt verkfall verri Kundar hjá Fiskavirking finna sær í hesum døgum aðrar framleiðarar, sum kunnu lata teimum fisk, og tað kann í sær sjálvum fáa ávirkan á útflutningin hjá Fiskavirking. – Vit ganga ímóti heitari tíðum, og tá verður minni etið av fiski. Tí mugu vit vóna, at verkfallið ikki fær nakrar álvarsligar avleið- ingar fyri okkum, sigur Meinhard Jacobsen. – Tað ger sjálvandi støð- una hjá okkum verri, um verkfallið varðar í langa tíð. Kemur verkfallið at standa við í langa tíð afturat, er meiri sannlíkt við avleið- ingum fyri okkum, sigur stjórin á Føroya Fiskavirk- ing. Friðarlig forðing í Lorvík Fiskavirking í truplari støðu – Verkfallið skapar eina óhepna støðu hjá okkum, men enn vita vit ikki, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri okkum, sigur Mein- hard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking Skúlagongdin á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy heldur sum vanligt, hóast onkrir næmingar eru givnir at ganga í skúla SKÚLI Eyðun Klakstein Seinastu tvær vikurnar hevur ikki verið vaskað á Studentaskúlanum og HF- skeiðnum á Kambsdali, men hóast hetta heldur skúlagongdin fram sum vanligt. Skrivligu próvtøkurnar hjá 3.g vórðu lidnar í gjár, og restina av vikuni er van- lig skúlagongd á skránni. Munnligu próvtøkurnar byrja í næstum, og HF- flokkarnir fara undir sínar próvtøkur fríggjadagin. – Vit hava als ikki ráð at gevast við skúlagongdini nú, tí so fer alt út av lagi, sigur Sámal í Skorini, stjóri. – Um vit bara missa ein av próvtøkudøgunum, so kemur sperðil í, tí prøv- tøkuætlanin er so tøtt, sigur hann. Onkur farin heim Tað sæst aftur á skúlanum, at eingin hevur vaskað har farnu 14 dagarnar, og tað hevur eisini havt onkrar avleiðingar. – Onkrir næmingar, sum hava astma ella allergi, eru farnir heim, tí teir fáa ikki verið í skúlanum, men hjá flestu næmingunum bilar tað ikki, sigur Sámal í Skorini. – Skúlin er langt frá so reinur, sum hann plagar at verða, men vit hava ongar ætlanir um at steingja skúlan. Støðan verður kaot- isk, um vit ikki halda fram við skúlagongdini og próv- tøkunum. 200 næmingar ganga á Studentaskúlanum og HF- skeiðnum í Eysturoy, með- an eini 175 næmingar eru á Handilsskúlanum á Kambsdali, har tey eisini halda fram við skúla- gongdini hóast verkfallið. Føroyski rockbólk- urin, Týr, skal í annaðkvøld kappst í donsku finaluni av europeisku tón- leikakappingini, Emergenza. Vinn- arin sleppur til europeisku final- una í Týsklandi TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Mikukvøldið fer før- oyski bólkurin, Týr, at kappast ímóti 11 donskum bólkum í stór- ari europeiskari tón- leikakapping. Kappingin kallast Emergenza, og er ein risastór kapping fyri nýggjar bólkar, sum ætla sær fram. Vinnarin av donsku kappingini sleppur at luttaka í europeiska endabrestin- um, sum verður í Týsk- landi. Í apríl mánaði var Týr við í einum av fýra inn- leiðandi kappingum í Danmark. Her gekk tað so væl, at Týr vann sína innleiðandi kapping. Tríggir bólkar komu víðari frá hvørjum inn- leiðandi umfari, og tað gevur tí 12 finalistar í kappingini, sum verður hildin í Store Vega í Keypmannahavn í ann- að kvøld. Vinnarin sleppur við á Taubetal Open Air Festival, har vinnarar frá kappingunum kring um í Europa eisini verða við. Gera bart í Jelling Týr er ein rímuliga nýggjur bólkur, sum hevur fingið sítt fólksliga gjøgnumbrot við eini rockútgávu av Orminum Langa. Bólkurin var við í Prix Føroyar tónleikakapp- ingini, og í finaluni gjørdust teir annar av bólkunum, sum vóru valdir at spæla á donsk- um festivali. Týr skal spæla í Jell- ing seinast í hesum mán- aðinum, og teir ætla sær at gera nógv burtur. Teir verða á pallinum í ein tíma, og teir ætla so at siga bara at spæla sín egna tónleik. Umframt danska fes- tivaláhugan, hevur plátufelagsstjórin, Jens Ove Friis, eisini víst Týr áhuga, og ætlanin er at gera onkrar upptøkur í hesum sambandi. Týr er eisini við í aðrir danskari tónleikakapp- ing. Tað er Melody Ma- ker Contest, sum er ein kapping, sum bara fer fram í danska høvuðs- staðnum. Týr hevur longu vunnið tvey inn- leiðandi umfar, og skal tí verða við í finaluni, sum verður hildin fyrst í komandi ári. Týr í danskari tónleikafinalu Føroyski rockbólkurin Týr fer mikukvøldið at luttaka í donsku finaluni av stórari í europeiskari tónleikakapping Mynd: Jens Kristian Vang Halda fram hóast skúlin er skitin 800 túsund krónur beinleiðis úr lumma- num. Hetta er tað, teir 600 limirnir í S&K higartil hava offrað fyri at sýna samhuga við fakfeløgunum í verkfalli SAMHUGI John Johannessen 600 limir í felagnum fyri skrivstovu- krambafólk hava higartil rindað tvær daglønir úr egnum lumma, fyri at stuðla Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í sátt- málatrætuni. S&K fór náttina til fríggjadagin í 24 tíma sam- hugaverkfall við einum so at siga tómum verkfalls- grunni, ið varð stovnaður fyri knøppum tveimum árum síðani. Og náttina til mánadagin tóku limirnir í S&K upp aftur verkfallið. Eingin dagpeningur Avgjørt er, at limirnir ikki fáa pening úr soltna verk- fallsgrunninum, um tey í verkfallsdøgunum ikki eru beinleiðis úti og stuðla verkafeløgunum í verkfalli við blokadum og øðrum. Og sambært forkvinnuni í S&K hava limirnir enn ikki verið úti á barrikadunum. Sotatt hava tey seks- hundrað skrivstovu- og krambafólkini higartil rindað knappar 1.300 krónur í part í suðuli til verkafólkini. Hetta er til- samans ein upphædd, ið nærkast 800 túsund krón- um, ið beinleiðis kunnu roknast sum gáva til Inge- borg Vinther og Vígdis Johannesen saman við limum teirra. Halda møguliga á Leila Zachariassen, sum er forkvinna í S&K, vil ikki siga, hvussu leingi felagið ætlar at vera í samhuga- verkfalli við verkafeløgun- um. – Vit vóru fyrst í einum 24 tíma samhugaverkfalli. Men verkfallið, vit nú hava lýst, er ikki avmarkað til 24 tímar. Vit ætla okkum at lýsa, nær vit fara til arb- eiðis aftur. Men eg fari ikki at siga nú, nær tað verður, sigur Leila Zachariassen. S&K í samhuga fyri knappa millión 600 skrivstovu- og krambafólk hava higartil rindað knappar 1.300 krónur í part í stuðuli til verkafeløgini í verkfalli. Hetta er ein upphæd á tilsamans umleið 800 túsund krónur Hans Pauli Støm, tingmaður fyri Javn- aðarflokkin, var ein av verkfallsvaktunum í Kollafirði náttina til mánadagin. Hann hevur sjálvur boðið sær at vera við á einum av vaktarlið- unum VERKFALL John Johannessen Javnaðarflokkurin er flokk- urin hjá verkafólkunum. Hetta roynir ein av ting- monnum floksins at prógva við at vera beinleiðis við í stríðnum hjá Føroya Arb- eiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri at vinna limunum hægri løn. Tá verkfallsforðingarnar í Kollafirði klokkan tvey náttina til mánadagin vórðu upp aftur tiknar eftir ein steðg um vikuskiftið var Hans Pauli Strøm, ting- maður, ein av verkfalls- vaktunum. – Eg standi her, tí eg ringdi til Ingeborg og segði, at eg vildi hjálpa til. Tá hon so ringdi til mín og bað meg koma at standa verk- fallsvakt við hesum vaktar- liðinum, tók eg av beinan vegin, segði Hans Pauli Strøm við Sosialin í oys- andi regninum í Kollafirði mánanáttina Týsdagin røkti Hans Pauli Strøm aftur starv sítt, sum tingmaður. Tá var hann á fundi í grundlógar- nevndini. Tingmaður á barrikadunum Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er farin beinleiðis upp í trætuna á arbeiðsmarknaðinum. Mánanáttina var hann verkfallsvakt í oysandi regni í Kollafirði Mynd: Jens Kristian Vang Enn hevur løgmaður ongar ætlanir um at fáa tingið saman at steðga verkfallinum. Men hann hann fylgir kortini neyvt gongdini VERKFALL John Johannessen – Vit hava enn ongar ætlanir um at leggja okk- um út í tætuna á arbeiðs- marknaðinum. Hetta eru framvegis boðini frá Anfinni Kalls- berg, løgmanni, tá vit spyrja hann, um hann ætlar at heita á tingfor- mannin um at kalla tingið saman úr sunmarfrí, til at loysa trætuna á arbeiðs- marknaðinum við løgting- slóg. Men løgmaður fylgir kortini neyvt gongdini og er allatíðina á varðhaldi. – Tað eru vit, ið hava ábyrgdina av landsins viðrum. ILA sjúkan er ein stórur trupulleiki, og nú sleppa alarar heldur ikki at seta út smoltið, ið skal vera ársins vinningur. So tað er klárt, at vit fylgja gongdini. Men eingin er glaður fyri at leggja seg í eitt stríð á arbeiðsmarkn- aðinum, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg úti- lokar kortini ikki, at pol- itiski myndugleikin fer at leggja seg uppí. Tað kemur alt ann uppá, hvat hendir, sigur hann. Ein annar háttur, at fáa tingið saman at steðga verkfallinum er, um 17 tingfólk skriva undir eina áheitan á tingformannin um at kalla tingið saman. Føroya Arbeiðara- felag hevur í sam- bandi við verkfallið stápað eina tíðinda- tænastu á internet- inum upp á beinini VERKFALL John Johannessen Fyri at fjølmiðlar og fólk annars allatíðina kunnu fáa feskastu tíðindini um verkfallið, hevur Føroya Arbeiðarafelag gjørt eina tíðindatænastu á internet- inum. Felagið hevur sett ein fyrrverandi blaðmann at fylga við gongdini í verk- fallinum og dagføra tíð- indi á heimasíðu felagsins við feskasu upplýsing- unum frá verkfallinum. Heimasíðan hjá Føroya Arbeiðarafelag er at finna á www.fafelag.fo Løgmaður fylgir gongdini Løgmaður hevur enn ongar ætlanir um at leggja upp í trætuna á arbeiðsmarknaðinum. Men hann fylgir gongdini neyvt Heimasíða um verkfallið C M Y K 7 6