Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIÐMERKINGAR Tíðindaskriv Ungmannafelagið Sam- band tekur undir við verk- falsrættin hjá Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Men Ungmannafelagið Samband finst harðliga at atfinningunum móti løg- regluni, so sum fleiri fak- feløg og Javnaðarflokkurin eru komin við í samband ólógligar blokadur. Løg- reglan skal hava rætt til at útinna sínar uppgávur, tá ólógligt virksemi verður framt. Ungmannafelagið Sam- band viðurkennir annars demokratiska rættin hjá øllum fakfeløgum at fara í lógligt verkfall, so leingi sum lógir landsins verða hildnar. Nevndin í Ungmanna- felagnum Samband Føroya Arbeiðara- felag Havnar Arbeiðskvinnufelag Tórshavn, 17.05.2001 Í útvarpinum í kvøld verður boðað frá, at Føroya Arbeiðsgevara- felag á heimasíðu sínari ger vart við, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag høvdu fingið ígjøgnum fleiri prinsip- iel mál áðrenn sam- ráðingarnar slitnaðu. Nevnd verða málini um setanarskriv, avtalu um tøkni, frían búna og ásetingar um lærlingar. Her fer FAG sum ikki eina ferð lætt um sannleikan, tí fyri tað fyrst, so vóru tað ikki FA og HAK, sum komu við uppskoti um setanar- skriv, men FAG kom sjálvt við hesum upp- skoti, so tað er bein- leiðis villeiðandi, at geva fjølmiðlunum tað fatan, at FAG her hevur slaka fyri krøvum hjá fakfeløg-unum. Tað er heldur ikki rætt, tá FAG sigur at teir hava eftirlíka krøvum okkara um avtalu um tøkni, frían búna og áseting um lærlingar, tí FAG vildi ikki góðtaka nøkur av teimum krøv- um, sum feløg okkara settu fram hesum við- víkjandi, men vildi hava sínar egnu orðingar og tað hava FA og HAK efturlíkað, so tað er ikki FAG sum hevur slakað her. Tað er eisini skeivt, at Páll Nielsen hevur verið við at orða hesar semjur, tí tað er Bjørgfríð Lud- vig sum einsamøll hevur gjørt orðingarnar. Allar orðingar vórðu gjørdar tá Páll Nielsen, sum umboðaði feløg okkara fekk hesar fyrilagdar. Enn einaferð kunnu vit tí staðfesta, at FAG fer tilvildarliga um sannleikan, og ilt er ikki at síggja, at hetta er ein roynd at skava út yvir ráðagerðina, sum teir eru upprunin til, har alt land okkara varð sent út í verkfall bert tí FAG og eitt fakfelag royndu at niðurbinda feløg okkara til ikki at kunnu sam- ráðst um sáttmálakrøv okkara, tí avtala varð gjørd millum FAG og hetta felag um, at feløg okkara ikki skuldu hava somu lønarhækking sum hetta felag. Annars er her talan um ásetingar sum ikki kosta arbeiðsgevarunum ein krónu, so at gera hetta til nakað prinsielt er púrasta burtur úr vón og viti. Alt tos um prosentir er uttanumtos, tí vit hava orðini hjá semings- monnunum at halda okkum til, og teir søgdu ferð eftir ferð, at FAG ikki vildi tosa um annað enn part av tí semju, sum gjørd var við hini feløgini, og í hesari semju lá ein tilsøgn um, at FAG ikki skuldi geva feløgum okkara somu lønarhækking sum hini feløgini høvdu fingið. Hetta vísir muruna í teimum sum í dag mynda nevndian í FAG. TÍÐINDASKRIV Føroya Arbeiðarafelag S&K-felagið Vit hava frætt, at FAG alment hevur lýst, at teir ikki meta samhugaverkfall okkara at vera lógligt. FAG vísir her á sátt- málaáseting, sum skal forða okkum í at lýsa slíkt samhugaverkfall og at freistin skal eftir teirra tykki vera ov stutt. Aftur her roynir FAG at reingja sannleikan, tí sáttmálaásetingin, sum teir vísa til fór úr gildi 1. mai 2001, og tí er eingin sáttmálaáseting um lýsing av verkfalli ella samhuga- verkfalli. Annars hevði henda sáttmálaáseting einki við samhugaverkfall at gera. Viðvíkjandi fráboðar- freist okkara, so er henda freist mundani longri enn freistin, sum víst verður til í dóminum, sum nevndur varð og tí er tað beinleiðis skeivt at nýta henda dóm sum samanberingar-grund- arlag. Lýsingin frá FAG er uttan iva ein roynd at ræða limir okkara, men vit skulu gera púrasta greitt, at lýsing okkara um samhuga- verkfall stendur við. Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Tórshavn, 18.05.2001 Á fundunum í Kollafirði hósdagin og fríggjdagin fingu FA og HAK fulla undirtøku fyri framhald- andi og herdum tiltøkum Tað var hugaligt hjá nevndunum í FA og HAK, á fundunum hósdagin og fríggjadagin, at hoyra allar fundarluttakararnar uttan undantak, taka undir við, at tiltøkini skulu halda áfram og herðast. Samstundis tóku ein rúgva av limunum orði og setta fram harðar ábreiðslur móti løgregluni, sum sam- an við arbeiðsgevarunum hevur lagt seg út í ar- beiðsstríð okkara. Lógvabresturin dundi í fundarhølunum aftan á, at limirnir so dyggiliga høvdu sagt sína meining um framferðina hjá løgregluni, samstundis sum nevndirnar í feløgunum okkara fingu ein so dyggan stuðul, at tað hevur styrkt okkum í sannføring okkara um, at vit skulu halda áfram við stríði okkara til vit hava vunnið á mál. Slík undirtøka, har limirnir vístu, at framferðin hjá løgregluni veruliga hevur kynt ein sannan stríðsanda hjá hesum limum okkara, sannførir okkum um, at vit í dag standa enn sterkari móti ráðagerðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi MARIUS RUBEKSEN »Marius á posthúsinum« andaðist sunnumorgunin 20. mai, 79 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum, mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Ruth, Borgny og Óli Lygusøgurnar hjá Føroya Arbeiðs- gevarafelag Samhugaverkfall okkara er lógligt FA og HAK fulla undirtøku OLJUVINNA Jan Müller Um nakrar fáar mánaðir eru vit møguliga klókari, tá tað um framtíðar oljuvinnu í Føroyum ræður. Verður olja funnin skulu føroyskir myndugleikar til at taka støðu til, um oljan skal í land í Føroyum ella ikki. Kolvetnislógin sigur greitt, at øll olja skal í land í Føroyum. Er tað tó eitt politiskt ynski til ta tíð, at oljan kortini ikki skal í land her, so mugu undantak gerast til lógina. Og tá spurt verður hjá oljufeløgum og hjá grannum okkara, hetlendingum, hvat hesi meta um henda spurning, so er svarið greitt. Het- lendingar síggja fegnir, at føroyingar brúka risastóra oljuterminalin Sullom Voe, nú hann er tøkur til at taka ímóti føroyskari olju. Men eisini umboð fyri stór oljufeløg eru av hesi óskoðan. Stjórin hjá BP fyri Atlantsmótið, Peter Rattey er samdur við tey, sum halda tað vera skeivt at taka oljuna í land í Føroyum, verða olja funnin her. - Spurningurin er, um før- oyingar ynskja tað, um tit t.d. ynskja, at eitt nýtt Sullom Voe skal byggjast í Føroyum. Peter Rattey heldur sjálvur, at føroy- ingar áttu at umhugsað at brúkt Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi heldur enn at bygt ein slíkan terminal í Føroyum. –Men tá mugu føroyskir myndugleikar eisini tryggja sær, at teir fáa øll tey virði, sum teir eiga, skuldi oljan ikki komið í land í Føroyum men farið víðari til Hetlands leggur hann aftrat. Sjálvur heldur hann ikki, at tað eigur at verða neyð- ugt at taka oljuna í land í Føroyum fyri at fáa optimalt burturúr. At byggja ein oljuterminal í Føroyum fer at hava nógvar óhepnar avleiðingar við sær. Og tað kann skjótt enda við sosialum og samfelagsligum trupulleik- um. Takið ikki oljuna í land í Føroyum 8 Nr. 96 - 22. mai 2001 Nr. 96 - 22. mai 2001 9 gult8 cyan8 magenta8 svart8 gult9 cyan9 magenta9 svart9 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Landsdansistevnan – eitt gott tiltak Í vikuskiftinum, sum fór, var landsdansistevna í Havn, og fólk í hópatali vóru komin saman fyrst á Vaglinum, so í høllini á Nabbi og síðan varð dansað í Sjónleikarahúsinum til tann ljósa morgun. Hetta við at halda eina landsdansistevnu er eitt frálíkt ti- ltak. Onkur kann kanska spyrja, hvønn týdning dansurin hevur á okkara døgum. Er hann ikki ein fornleivd? Hoyrir hann ikki fortíðini til? Hvat skal endamálið vera við at gera so nógv burtur úr føroyskum dansi? Vit eru ikki í iva: dansurin hevur størri týdning enn nakrantíð áður. Dansurin er ein týðandi táttur í før- oyskum samleika og dansurin eigur sín stóra lut í tí, at føroyskum málið var lív lagað, soleiðis sum eisini fleiri av røðarunum á stevnuni vístu á. Stevnan er ein manifestatión av tí týdningi, ið føroyski dansurin enn hevur sum mentanartáttur. Hetta er sera gott, og tí halda vit, at landsdansi- stevnan hevur stóran týdning fyri føroyska mentan. Dansurin er ein partur av føroyskari mentan, og kvæðini, ið hoyra til dansin, eru okkara íkast til ein felags norðurlendskan mentanararv, eins og ís- lendsku fornsøgurnar eru íslendska íkastið. Hetta er ein av mongum orsøkum til, at vit eiga at halda lív í føroyska dansinum. Hann hevur ikki bert týdning fyri okkum, men fyri umheimin uttan fyri okkum. Dansurin er sum øllum kunnugt komin av megin- andinum í miðøldini, og her er hann vorðin varð- veittur, meðan hann er burturgloymdar í øllum øðr- um londum. Myndugleikarnir eiga at sýna dansinum ans og teir eiga at stuðla tí virksemi, sum verður avrikað í dansifeløgunum kring landið. Ein av røðarunum á stevnuni nevndi, at tað er dansifeløgunum fyri at takka, at dansinum er lív lagað. Hetta er so satt sum tað er sagt. Dansifeløgini hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita føroyska dansin. Men tað trýtur við áhuganum hjá teimum ungu og næsta tak- ið hjá dansifeløgunum eigur at vera eitt álvarsamt átak til tess at økja um áhugan fyri føroyskum dansi millum børn og ung. DAGSINS MEINING Sosialurin Sunnudagin kundu hjúnini Esther og Eivind Petersen úr Oyndarfirði halda gull- brúdleyp. Tey giftust ung og Eivind hevur verið handilsmaður í Oyndar- firði, síðan hann var blað- ungur. Og sum handilsmaður í eini lítlari bygd, so er ein ikki hvør sum helst. Hand- ilin er sjálvur miðdepulin, sjálvur krumtappurin, sum alt melir rundan um. Tað er í handlinum at fólk savnast, tað er í handlinum, at fólk tosa saman, tað er í handl- inum at fólk samgleðast og ugga, tá ber í móti. Eivind hevur sjálvur duga sera at luttikið í sam- skiftinum. Honum dámar at práta, at fortelja og so er hann forvitin eisini. Í Oyndarfirði er handilsmað- urin og postmaðurin for- longdi armurin hjá bløð- unum. Tað sum bløðini ikki fáa við, tað verður tik- ið upp í handlinum og har verður tosað um veingja- brotnar gæs og um gráu, sum er lambsjúk. So at siga alt annað samskifti fer eis- ini fram í handlinum. Í fyrstu atløgu tykist Eiv- ind at vera ein bráður mað- ur við lítlum toli. Men hyggur tú eftir livliga virk- seminum í einum handli, so sær tú beinanvegin, at tað skal eitt jobstol til at vinna sær breyð á hendan hátt. Ein ævigur meldur av børn- um, sum keypa fyri ein smápenga, ein telefon sum ringjur í tíð og ótíð, og fólk, sum spyrja um ditt og datt. Hevði hann so bara verið handilsmaður, men hann er alt annað, sjúkrakassi, SEV, røktingarmaður, hagastýri, klokkari og so víðari og samskifti í samband við hesi álitisstørv ganga eisini gjøgnum handilin, tí Eivind er onga aðrastaðni at hitta enn í handlinum. Tey eiga fimm børn og tá hesi vóru floygd, so fór Esther sjálv í handilin. og tað eru longu nøkur ár síð- an. Esther er eitt stillført og fryntligt menninkja og har tolið hjá Eivind bilar, tekur hennara við. Seinastu 20 árini hava tey handlað í nýggjum handli,. Fyrr hildu tey til í gamla handlinum niðri í Hálv- mørk. Hetta var ein sera hugnaligur handil og tung ábyrgd liggur á eigara og eftirkomarum, at hendan byggifrøðiliga perlan, við so søguligum veggjum, ikki fer fyri einki, nú hon hevur staðið í gott og væl hundrað ár og hevur verið vitni til at føroyingar reistu seg frá bóndasamfelag og til nútímans samfelagið í dag. Esther og Eivind eru framvegis í handlinum hvønn einasta dag og tey síggja út sum unglingar eftir at hava lyft í felag seinastu 50 árini. Væl hev- ur akurin búnast og mong eru foldini. Heili 38 børn, barnabørn og ektafelagar vaktu tey sunnumorgunin við sangi uttanfyri teirra heim í Garðamørk og hálvt triðhundrað heiðraðu teim- um í bygdarhúsinum í Leir- vík seinni um kvøldið. Og sum ein oyndfirðing- ur einaferð segði við Eiv- ind: “Tú er ríkur Eivind, tí tú eigur konu og børn. Tann sum eigur slíkan fong er ríkur.” Hetta var ein einkju- maður í talaði. Eivind hevur veirð klokkari í mong harrans ár og ikki altíð hevur verið unniligt at farið heim í kirkjuna í kølmyrkri á vetr- artíð. Tað gav at býta eina- ferð Eivind var farin tíðliga at ringja. Tveir menn av Skálafjørðinum vóru í drykkjuørindum í Oyndar- firði hesa náttina og tá oyndfirðingar vóru avdottnir, vistu teir ikki rættuliga hvat til var at taka. Teir gingu uttan flutn- ing og reikaðu í bygdini. So fór klokkan at ringja, og teir hugsaðu: “Har er fólk.” Hvat Eivind hevur hugsað hendan myrka vetrarmorg- un, tá hann sær andlitið í einum langtgingnum drykkumanni koma upp gjøgnum lemmin á kirkju- loftinum, tað kunnu vit bert gita okkum. Øll tey bestu ynskir tit bæði. Heilsan Jústinus Handilshjún halda gullbrúdleyp S i i Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn S ái Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið C M Y K 9 8