týsdagur 22. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Flemming Mikkelsen,
løgtingsmaður
Hóast nógvar atfinningar
vóru móti uppskoti Sam-
bandsfloksins um serskatt-
ing av hjúnum, so vóru tó
nøkur, sum sóu tað skila-
góða í uppskotinum og
fingu tað samtykt.
Uppskotið, um serskatt-
ing
av
hjúnum,
sum
Flemming
Mikkelsen,
vegna Sambandsflokkin,
legði fyri løgtingið, hevur
vakt ans bæði fyri og ímóti.
Atfinningar
Í fyrstu atløgu var tað sam-
gongan, sum ikki kundi
semjast
um
uppskotið,
hóast tað var fult í samsvari
við teirra egna samgongu-
skjal.
Síðani gjørdi Javnstøðu-
nevndin vart við seg, og
fanst hvassliga at uppskot-
inum við tí ómotiveraðu
yvirskriftini, at her var
talan um eina serliga
skattalóg fyri giftar menn,
og fastlæsing av kvinnum.
Teimum á baki kom
Kvinnusamskipan Føroya,
sum
harliga
fanst
at
ætlanini at geva hjúnum
serlig skattarættindi, bara tí
tey eru gift.
Gevur valmøguleikar
Hóast alt hetta negativa,
vóru tað onnur, sum sóu
nakað positivt í málinum,
og sum tordu at gera vart
við seg. Hesi søgdu sína
hugsan um tær samfelags-
broytingar, fram eru farnar
í seinnu helvt av nú farnu
øld, eisini innan familjuna,
har foreldur, um tey vilja
tað ella ikki, eru noydd at
vera í vinnu, fyri at klára
dagin og vegin.
Hesi mettu, at uppskotið
var gott, tí hjún (serliga við
børnum), eftir hesum fáa
ein valmøguleika, um so
er, at fíggjarligir møgu-
leikar eru fyri, at annað av
foreldrunum kann vera
heima og ansa børnunum.
Nú áliggur tað lands-
stýrismanninum í skatta-
málum
at
tilevna
eitt
lógaruppskot, sum er í
samsvari við uppskotið,
sum løgtingið samtykti.
VIÐMERKINGAR
Serskatting av hjúnum
Fríðgerð Mortensen
Tórshavn, 7. mai 2001
Tá eg blaðaði gjøgnum
bløðini leygardagin, kom
eg niður á lýsing við
yvirskriftini
Meditatión.
Og sum tað stóð: "Find din
indre fred og styrke og lær
at dele den med verden
omkring dig". Her verður
bjóðað nakað, sum øll
menniskjur søkja eftir.
Nú kann eg siga frá, at eg
havi funnið mín innara frið
og styrki. Men ikki ígjøg-
num viðgerðarhættir, sum
hava sín uppruna í eystur-
lendskum religiónum, sum
allar byggja á, at ein skal
royna at strevast fyri at náa
upp til Gud, at toknast
Honum. Kristindómurin er
beint mótsett hesum, her er
tað Gud, sum hevur boygt
seg niður til okkara, ja
Hann hevur boygt seg
longur niður enn tann
djúpast
fallni
syndarin
liggur. Tí er tað ikki so
torført at koma í samband
við Hann, Tað er heilt
einfalt: "Trúgv á Harran
Jesus Kristus, so skalt tú
verða frelstur!" Ápostla-
søgan 16,31.
Jesus hevur sannan frið at
bjóða menniskjum, men tað
eru tíverri so fá, sum vilja
fara tann vegin. Tað er ov
lætt, og tí sigur tað teimum
onki. Nei, tá tiltalar hitt tey
meira, tað, at skula gera
nakað sjálvur fyri at uppnáa
sín innara frið og styrki.
Men tað, sum hendir ta
løtu tú kemur til Jesus og
tekur ímóti Honum, er at tú
fært tað, sum Hann hevur at
bjóða fyri einki. Hann
hevur gjørt alt, soleiðis at
tað er ein nýggjur og
livandi vegur fyri teg inn til
Gud. Jesus sigur í Jóhannes
ev. 14,27: "Frið lati Eg
tykkum eftir, frið Mín gevi
Eg tykkum; ikki sum heim-
urin
gevur,
gevi
Eg
tykkum. Hjarta tykkara
óttist ikki og missi ikki
mótið!".
Eg havi brúkt somu
uppskrift, sum omma mín
brúkti fyri uml. 80 árum
síðani, og hetta virkar líka
væl enn í dag. Í dag kann eg
av hjarta syngja sangin,
sum omma lærdi meg:
Jesus um teg vil eg
syngja, Tú sum úr leinkjum
meg loysti, Tú sum av
deyða meg reisti ~ Lær meg
at syngja um teg!
Nú eru bondini slitin,
Jesus nú býr mær í hjara,
Horvin er náttin hin svarta,
Jesus er ljós mítt og lív.
Við míni hørpu eg siti
Glaður
í
veingjanna
skugga, Fyrr kundi einki
meg ugga, Nú hevur hjarta
mítt frið
Nú kann eg Jesusi lova,
Nú kann mín sál honum
prísa. Hjarta mítt ynskir at
vísa, øðrum hans kærleik
og mátt.
Tá so mín tíð er at enda. Í
hesum skugganna dali, Tá
skal í Himmalsins sali
Betur eg syngja hans prís.
Tí skulu míni ráð verða
til tín, sum leitar og søkir
eftir sonnum friði og styrki.
Set títt álit á Harran Jesus
Kristus, og tú skalt sanna at
HANN verður tín friður og
styrki, og at tað ikki finnist
í alternativum viðgerðar-
hættum ella inni í tær
sjálvum. Hesin friðurin er
ein øðrvísi friður enn tann,
ið heimurin gevur, og kann
ikki keypast fyri pening.
Hvar finni eg sannan frið?
Sjúrður Poulsen
Velbastaðvegur 36
Tórshavn
Tvær sannar lagnusøgur
frá farnu øld
Sæl eru tey friðsomu, tí at
tey skulu verða kallað
Gudsbørn. Alt at okkara
døgum hoyra vit gomlu
vøkru heilsanina: "Guds –
friður í húsi". Tey, ið bóru
hesa heilsan fram, vóru
helst eldri fólk, ið ikki vóru
hvønndags gestir, ið komu
á dyr. Tá ið vitjanin var
liðug, og tey lótu hurðina
spakuliga eftir sær, varð
seinasta orðið: "Jesus verði
eftir hjá tykkum".
Hesar heilsanir vórðu
bornar fram á slíkan frið-
saman og hátíðarligan hátt,
at uttan iva hevur hetta sett
síni djúpu spor bæði í sinn
og sál, serliga í unga og
viðkvæma barnalyndið.
Hetta
ynski
forfedra
okkara samsvaraði væl við
høvuðsynski
Paulusar
apostul á vinmenn sínar, at:
"Alt, ið fer fram tykkara
millum, lati tað vera í friði
og sóma".
Sólargeislin
Pól var meira enn seks ára
gamal, áðrenn hann kundi
taka seg upp frá gólvi ella
túni og stíga nøkur fet.
Annars eitt sera vakurt og
góðsligt dreingjabarn. Eyg-
uni vøkur, smílandi og blá.
Hann var borin í heim á
Krossmessu
1882.
Um
hetta mundið, var lækna-
vísindin ikki komin so væl
fyri seg. Seinni vísti tað
seg, at hann hevði bæði
barnalammilsi og ensku
sjúkuna. Tá ið hann skuldi
til gongu vísti tað seg, at
beinini bóru hann ikki, men
høvdu hug til at kropna.
Kortini kom hann so væl
fyri seg, at hann kundi
luttaka í øllum vanligum
arbeiði. Í kirkju gekk hann
so framt, sum at klokkan
ringdi. Tveir stavar hevði
hann til hjálpar. Deyða-
móður plagdi hann at koma
inn í kirkjuna, faldaði
hendurnar
og
legði
pannuna niður á fremra
stólarygg og hvíldi seg.
Óivað hevur hann eisini
biðið eina bøn. Friðurin var
so góður í kirkjuni, plagdi
hann at siga.
9/2-1963 andaðist hann
ein so sera vakran dag.
Mamma mín, ein systir mín
og ein onnur skyldkona
sótu inni hjá honum. Hetta
var í heimi okkara, tí hann
var ógiftur og farbróður
mín. Týðiligt var henda
dagin, at hetta fór at verða
hansara seinasti.
Mamma sigur stillisliga
við hann: "Pól, heldur tú
ikki, at tað verður stuttligt
at síggja mammu og pápa
tín aftur, tá ið tú kemur í
Himmiríkið? Jú, tað gleði
eg meg til. Eina lítla løtu
seinni
reistist
hann
hálvavegna uppundir seg,
og hyggur móti vindeyg-
anum og smílist. Akkurát
hesa løtu skein ein sólar-
geisli inn um gluggan.
Hann legði seg niður aftur á
koddan og sovnaði burtur.
Tær tríggjar, ið inni vóru,
høvdu oftani á munni, at
tær ongantíð fóru at gloyma
tann frið, ið skein av andliti
hansara. Friðurin var so
góður, plagdi hann at siga.
Hin søgan er um Sunn-
evu, ið búði nøkur fet
longur niðri í bygdini. Hon
fekk ta tungu lagnu at bera,
at bæði maður og einasti
sonur hennara fórust við
Florens undir Íslandi í
1927. Eina dóttur hevði hon
eftir, men sum rímiligt var,
hon giftist og flutti úr
sínum
barnaheimi,
so
Sunneva
kom
at
sita
einsamøll einkja eitt langt
lív. Í 1942 andaðist hon
gomul og troytt av døgum.
Í sambandi við Gudsótta
og frið, fari eg at nevna
tvey dømi, sum eg minnist
um hesa gomlu einsamøllu
konu.
Hon var, sum fyrr sagt
einsamøll í húsi bæði nátt
og dag, sum so mong einkja
um hesa tíð. Ofta stakk hon
inn á gólvið hjá okkum. Og
eitt kvøldið hoyrdi eg systir
mína, ið ikki var annað enn
ein stór smágenta, spyrja:
"Sunneva, tora tygum at
sova inni einsamøll? Á ja
stakkal, hvønn skal eg
óttast. Hevur tú ikki sætt, at
eg havi bæði bíbil og
bønarbók inni í sovikamar-
inum. Hvønn skal eg tá
óttast? Nei góða, Sunneva
leggur seg í Gudshendur".
Hon andaðist mitt undir
seinra veraldarbardaga, og
viður var eingin at fáa. Tá
ið hon merkti, at deyðin
nærkaðist í stórum, sendi
hon boð eftir pápa mínum
eitt kvøldi, og skuldi tosa
við hann.
Komin niðan aftur frá
Sunnevu
spyr
mamma
pápa, hvat Sunneva vildi.
Jú segði hann, hon vísti
mær á ein millumvegg inni
í húsinum. Har eru nakrar
vakrar fjølir, sum Janus og
tú fáa gjørt mær eina kistu
burturúr. Eg verið ikki her
leingi afturat, og viður fæst
eingin. Á páskum verið eg í
Himmiríki. Langafríggja-
dag andaðist hon. Hon
gleddi seg til Gudsfriðin.
Við vilja havi eg fleiri
ferðir í hesum stuttu frá-
sagnunum nevnt frið og
eisini sóma.
Eftir siti eg kortini, helst
saman við fleiri øðrum við
einum spurningi. Hvussu
ber tað til, at so mong
kristin fólk her á landi vilja
hava Gudsorðið borið fram
við so miklum bulduri og
braki? Í hesum døgum
tykist tað, sum at ein
mikrofon ella bara okkurt
klapp er nokk fyri at stuðla
prædikumannin. Nei, nú
skal helst hvør hava sína
mikrofon,
og
klappini
skulu samskipast, so at
eingin ivi skal vera um, at
her er ynski og álvari
aftanfyri.
Nú
tykist
prædikumaður vera lítið í
metum, kann hann ikki
gera eitthvørt undurverk
ella vekja deyð aftur til lívs.
Hvussu skal tað svar nú
skiljast, sum ríki maðurin
fekk, tá ið hann bað faðirin
um at senda brøðrum sín-
um tekin, so at teir kundu
venda um, og ikki eisini
koma í henda pínslustað?
Svarið var jú, at lýða teir
ikki á Móses og profet-
arnar, tá munnu teir heldur
ikki vilja trúgva, um onkur
reis upp frá deyðum.
Sunneva leit á sína bíbil
og sína bønarbók, og kravdi
ikki onnur tekin.
Ein friðsælur sólargeisli á deyðastrá
C
M
Y
K
10
Árni Dahl greiddi
leygardagin frá
nýggju bók síni, sum
tekur støði í føroy-
ingasøguni. Kvæðini
eru vald út, soleiðis at
tey hóska til fólka-
skúlan, sigur Árni
Dahl
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Eftir stórsligna tiltakið á
Vaglinum, har dansistevnan
varð sett, savnaðust fólk
inni í Býráðssalinum. Sal-
urin, har býráðslimirnir í
Havn vanliga halda til, var
karmur um eina framløgu
um nýggju bókina hjá Árna
Dahl. Heilt fitt av fólki
høvdu leitað sær innar í Bý-
ráðssalin, og ein kendi seg
ikki lítið malplaseraðan
ikki ílætin føroyska tjóðar-
búnan. Onkur politikari
royndi at vegleiða fólki í
hvar best var at sita í Bý-
ráðssalinum. Tað var tó ikki
so nógv fyri at royna bleytu
stólarnar hjá býráðspolit-
ikkarunum, men heldur fyri
at síggja og hoyra hvat Árni
Dahl hevði upp á hjarta.
Árni Dahl er rættiliga
kendur í kvæðahøpi, og er
hetta ikki hansara fyrsta
bók, har evnið er kvæði.
Eftir at onkur frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags hevði
lastað tað, ið hann hevði
upp á hjarta, víðari, so var
klárt hjá Árna Dahl. Sjálv
framløgan tók ikki ta stóru
tíðina, og steðgurin í Bý-
ráðssalinum var merktur av
at vera ein søluframløga.
Til Fólkaskúlan
Bókin kallast vinnmenn, og
tekur bókin støði í lívinum
hjá vinmonnunum Sigm-
undi og Tóri. Árni Dahl
greiddi frá, at arbeiðið við
bókini byrjaði afturi í 1997.
Røturnar leita tó longur aft-
ur enn so, og tekur arbeiðið
við bókini støði í arbeið-
inum hjá einum arbeiðs-
bólki, sum varð settur at ar-
beiða í sambandi við, at
kvæði hava fingið fast
pláss í nýggju fólkaskúla-
lógini. Tað er Sláið Ring,
sum stendur aftanfyri bók-
ina, og havi eisini fíggjað
tað mesta av henni.
Sláið Ring heittu á Árna
Dahl um at taka sær av ar-
beiðinum. Arbeiðið at veru-
liga dyk á seg, tá Edward
Fuglø játtaði at gera tekn-
ingar til bókina. Árni Dahl
nýtti eisini høvið til at rósa
Edwardi fyri gott arbeiði.
Tað skal eisini sigast her
frá, at tekningarnar hjá
Edwardi Fuglø eru frálíkar
og prýða almikið um bók-
ina. Somuleiðis ber tað til
at siga, at føroysku kvæðini
eiga góðar vinmenn í Árna
Dahl og Edwardi Fuglø.
Bókin er býtt í fýra deild-
ir, og verða fimm kvæði
nýtt. Árni Dahl segði, at
hvør deild viðgerð eitt tíð-
arskeið í lívinum hjá Sigm-
undi og Tóri. Tey fýra tíðar-
skeiðini verða lýst við
kvæðum, og pørtum av
Føroyinga Søgu, sum Árni
Dahl hevur latið í nýggjan
meiri ungdómsvinarligan
ham. Tað er ætlanin, at bók-
in skal vera við til at
stimbra áhugan hjá teimum
ungu fyri føroyska dansin-
um. Bókin um vinmenninar
báðar fekk eisini góða mót-
tøku leygardagin, tá fólk
um alt landið savnaðust um
føroyska dansin.
Kvæði til ungdómin
Árni Dahl legði fram nýggju
bók sína um føroyskan dans
á samkomu í Býráðssalinum
leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyri stuttum fekk Sjúkl-
ingahotellið Tórshavn í
Keypmannahavn vitjan av
fólki frá Fonden Børne-
hjælpsdagen af 6. maj
1904, sum kom við ymsum
leikum og bókum til hotell-
ið.
Tað var Paula Bøgesvang
úr Havn, sum fyrr hevur ar-
beitt hjá Børnehjælpsda-
gen, sum stóð fyri útbýt-
ingini á Hotel Tórshavn.
Endamálið við tiltakinum
var at spreiða gleði og gott
lag á barnadeildini hjá
sjúklingahotellinum
og
geva børnunum eitt positivt
upplivilsi, sigur Børne-
hjælpsdagen
í
tíðinda-
skrivi.
Barnahjálpardagurin er
ein
sjálvsognarstovnur,
sum saman við sjálvbodn-
um, eitt nú skótum og
ítróttarfeløgum,
stuðlar
børnum og ungum í Dan-
mark við gávum, sponsor-
eringum og beinleiðis hjálp
til sjálvboðið barna- og
ungdómsarbeiði.
ej
Jólagávur í úrtíð
Nr. 96 - 22. mai 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
11