Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hann er sera bjart- skygdur um útlitini fyri eini oljuvinnu á okkara leiðum. Hans- ara aðalmál er at kunna menna ein heilt nýggjan olju- landslut á Atlants- mótinum. Tí heldur hann tað er umráð- andi at hava allar møguleikar opnar. Men hann ætlar sær ikki at fremja nakað, sum gongur ímóti ynskjunum og tørv- inum hjá føroyingum. Einki skal verða tvingað niður yvir høvdið á nøkrum. Allur útviklingur og menning av eini olju- vinnu á hesum leið- um skal vera í besta forstáilsi millum bæði vinnu og myndug- leikar í Føroyum og Bretlandi. Hetta er stavnhaldið hjá Peter Rattey, sum stendur á odda fyri leiting og framleiðslu hjá BP við Føroyar og Het- land. OLJA OG ATLANTSMÓTIÐ Jan Müller Hvussu fer framtíðin at síggja út á Atlantsmótinum, um fleiri av oljufeløgunum, sum í ár og næsta ár fara at bora, finna nógva olju her! Og hvussu fara oljufeløgini at byggja út oljufelt í hesum nýggja økinum! Og hvønn týdning kann ein heilt nýggjur oljulandslutur mill- um Føroyar og Hetland fáa fyri økið. Hetta og annað spurdu vit stjóran hjá BP á Atlantsmótinum, Peter Rattey. Peter Rattey, sum hevur drúgvar royndir í oljuvinn- uni, og nú stendur á odda fyri tí leiting, sum skal fara fram bæði á føroyskum og bretsku økinum nærhendis markið, dámar væl at spæla sær við hugskotum, hvussu framtíðin kann fara at síggja út. Sjálvur er hann sera bjartskygdur um útlit- ini fyri eini oljuvinnu á okkara leiðum. Hansara aðalmál er at kunna menna eina heilt nýggja oljuprov- ins á Atlantsmótinum. Tí heldur hann tað er umráð- andi at hava allar møgu- leikar opnar. Men hann ætlar sær ikki at fremja nakað, sum gongur ímóti ynskjunum og tørvinum hjá oyggjabúgvunum á Atlants- mótinum. Einki skal verða tvingað niður yvir høvdið á nøkrum. Allur útviklingur og menning av eini olju- vinnu á hesum leiðum skal vera í besta forstáilsi mill- um bæði vinnu og myndug- leikar í Føroyum og Bret- landi. Peter Rattey hevur eisini sínar metingar um, hvussu møgulig oljufelt á Atlants- mótinum best kunnu byggj- ast út. Nú BP hevur fingið tillutað eitt nýtt leitiloyvi í Hvíta økinum bretskumeg- in markið og frammanund- an hevur fingið ein góðan lisens á føroyska land- grunninum, hevur felagið í umbúnað at bora á báðum loyvum í heyst. BP metir góðar møguleikar at finna olju og skuldi tað hent, at rakt verður við olju bæði á føroyskum og bretskum øki í ár, so er tað ætlanin at byggja út bæði feltini um somu tíð. Tað vil betra løn- semið munandi, tí tað kann vera grundarlag undir at byggja upp ein infra- struktur í økinum báðu- megin markið. Peter Rattey sipar her til eina rørleið- ingsskipan, sum síðani hevur samband við landm antin Føroyar ella Hetland. Tað merkir so aftur, at tað slepst undan at brúka FPSO-loysnina, har neyð- ugt er við fleiri framleiðslu- skipum til tey ymsu feltini. Pallar heldur enn skip BP sær helst, at brúktir verða framleiðslupallar heldur enn framleiðsluskip á Atlantsmótinum í fram- tíðini, og tess størri felt tú finnur tess lættari er eisini at arbeiða frá yvirflatuni enn at skula arbeiða á hav- botninum. Foinaven og Schiehallion feltini vestan fyri Hetland eru sokallað “subsee” tvs. at stórur part- ur av útbúnaðin er á hav- botninum og verður oljan pumpað umborð á fram- leiðslu- og goymsluskip (FPSO). Við hesi loysnini fær tú bert 35% upp úr goymslunum (recovery). Tá øll henda útgerðin ístaðin fyri er á havyvirflatuni tvs. umborð á einum palli, so ber til at økja útbýtið mun- andi, ja so nógv sum at fáa meira enn 70% av oljuni upp. Tvs. at tú kanst fáa meira enn helvtina so nógv av olju úr goymslunum tá pallar verða brúktir heldur enn framleiðsluskip við út- gerð á havbotninum. Men fortreytin fyri eini slíkari loysn er so ein rørleiðings- skipan, haðani tú kanst flyta bæði olju og gass frá feltunum á Atlantsmótinum til lands. Tú sleppur tá und- an at hava skip at flyta olj- una til lands við. Saman- umtikið kann ein slík loysn verða nógv bíligari enn verandi loysnir á Foinaven og Schiehallion feltunum. Tað fer so at minka um út- reiðslurnar av framtíðar leiting og útbygging, og tað vil so aftur hava við sær, at smærri keldur verða meira áhugaverdar og lønandi. – Kunnu tit so fáa varandi pallloysnir á havinum held- ur enn framleiðsluskip og útbúnað á havbotninum merkir tað, at ístaðin fyri at fara eftir feltum uppá 400 mill. tunnur vil tað í fram- tíðini verða lønandi at fara eftir nógv minni feltum. Tað kann í síðsta enda bera í sær eitt nýtt norðsjóvar- ævintýr. Peter Rattey viðgongur, at basaltið enn er ein trup- ulleiki skal man ímynda sær leiting og útbygging longur inni á landgrunn- inum. - Vit vita ikki um olja er undir basaltinum, men møguleika er fyri, at grót- sløgini har eru tey somu sum tey vit nú fara eftir. Basaltið Vit spurdu Peter Rattey um tað ikki hevði verið frætt av føroysku myndugleikunum longu í 1. útbjóðing at kravt av oljufeløgunum, at tey eisini høvdu onkra boring á basaltinum! – Tað kundi kanska sæð soleiðis út. Men um ein slík boring var miseydnað m.a. tí at man ikki heilt veit, hvat man skal fara eftir, so hevði tað gjørt, at áhugin fyri at bora har seinni, hevði verið lítil. -Um tú bara borar við bindi fyri eyguni og brúkar einar 250 mill. kr. til slíka boring og einki fær burtur úr, so bakkar vinnan út. Tí haldi eg tað er betri at brúka boripengarnar at leita, har tú hevur nakað at fara eftir. Talan er annars um rætti- liga stórar upphæddir at bora á okkara leiðum. At bora Svínoy-kelduna kost- ar BP 160-170 mill. kr. Arbeiðið hjá Føroyabólk- inum hjá BP kostar annars einar 70 mill. kr. um árið. Tvs. at útreiðslurnar hjá BP at fyrireika og bora sín fyrsta brunn við Føroyar fara at liggja millum 230 og 250 mill. kr. – Vit royna at halda alt tað vit brúka áðrenn vit finna olju (findingcost) undir ein dollara uppá tunn- una. Vit leita tí eftir einum felti uppá 500 mill. tunnur. Peter Rattey sær nógvar møguleikar fyri føroyingar verður ein stór oljuútbygg- ing á Atlantsmótinum. Verða fleiri oljufelt funnin og útviklað á føroyskum og bretskum øki kann tað í framtíðini koma uppá tal at veita hesum feltum vørur og tænastur úr Føroyum tvs. at tað kann væl blíva ein føroysk útgerðarhavn, sum verður veitari til bæði Foinaven og Schiehallion og onnur felt nærhendis. Tað setur aftur hægri krøv til útgerðarhavnir og lokal- ar veitarar. Men tað ber so eisini til, um føroyingar ikki ynskja, at hesin útvikl- ingurin skal vera úr Før- oyum, at hann so verður úr Skotlandi og at føroyingar tá eisini kunnu arbeiða í Skotlandi. gult13 cyan13 magenta13 svart13 Alt fleiri av hond- bóltsfeløgunum hava nú loyst venjara- spurningin til kom- andi kappingarárið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Meðan fótbóltsfeløgini stríðast á vøllinum, er tíðin hjá hondbóltsfeløgunum at brynja seg til komandi kappingarár, og fyri summi av hesum er longu komið á mál. Millum annað er longu greitt, at Páll Poulsen kom- andi ár skal venja menninar hjá VÍF, meðan Sophus Dal-Christiansen skal venja neistakvinnurnar, eftir at hann í fjør vandi menninar hjá Kyndli. Kyndil stendur tó á ongan hátt uttan venjara til menn- inar. Jónleif Sólsker, sum í fjør aftur leikti við Kyndli, verður komandi kapping- arárið venjari hjá mans- liðnum, og sjálvur heldur hann, at talan er um eina spennandi avbjóðing. Jónleif sigur annars um komandi árið, at talan helst verður um á leið sama fólkið, sum í fjør var við til at vinna bronsumerki til Kyndil. Einasta ivamalið tykist vera málverjin, tí Jens á Skipagøtu undir ong- um umstøðum tykist verða tøkur alt kappingarárið, tá hann skal av landinum í lestrarørindum. Sjálvur ætlar Jónleif sær ikki at spæla í fyrsta um- fari, men hann ætlar sær tó at vera tøkur, um so er, at tørvur er á honum. Sáttmálin millum Kyndil og Jónleif Sólsker er fyrsta umfari settur at umfata eitt kappingarár. Annars stendur at lesa á heimasíðuni hjá Kyndli, at Rógvi Nielsen komandi árið skal venja kvinnuliðið hjá felagnum, men sum vit hava skilt, kennist Rógvi sjálvur ikki við hesi tíðindi. Tað er rættuliga sannlíkt, at landsliðs- málverjin hevur spælt sín síðsta dyst í Her- følge, og nú bendir nógv á, at hann fer at flyta aftur til Føroya SUPERLIGA Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen er ar- beiðsleysur. Sáttmálaskeið- ið hjá honum og Herfølge er runnið 30. juni, og í løtuni eru ongar ábendingar um, at føroyski landsliðs- málverjin fer at flyta til nakað annað útlendskt felag. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Jákup Mikkelsen hevur spælt sín siðsta dyst fyri Herfølge. – Vit eru ikki fluttir niður enn, men tað er bara á teoretiska støðinum, at tað kann ímyndast, at vit sleppa undan niðurflytingini, sigur Jákup Mikkelsen. Tað eru trý umfør eftir í superliguni, og tað kann væl hugsast, at John Faxe Jensen fer at geva einum øðrum málverja plássið ímillum stólparnar í teim- um seinastu dystunum. – Faxe og eg hava tosað um tingini. Hann hevur sagt mær, at so leingi, sum tað var vón fyri, at vit kundu sleppa undan niðurflyting, so fór hann at hava meg í málinum. Hann legði aft- urat, at um tað kom har til, at Herfølge var flutt niður, áðrenn kappingin var liðug, so fór hann at seta ein nýggjan málverja við. Nú er tað komið har til, ella tað er í hvussu so er heilt tætt við, heldur Jákup Mikkel- sen, sum tískil ikki verður bilsin, um hann ikki fær boð til landskappingardyst- in komandi sunnudag. Eingin áhugi Jákup Mikkelsen hevur seinastu tvey árini verið mettur sum ein hin besti málverjin í superliguni. Tær seinastu vikurnar hev- ur tað ikki gingið serliga væl. Mistøk hjá málverjum kosta altíð nógv, og onkur sovorðin hava verið at sæð. Sunnudagin tapti Her- følge 2–1 á heimavølli ímóti AaB, og tað hevði lítið við rættvísi at gera. Í 1. hálvleiki hevði Herfølge nógv meiri spæl enn gest- irnir, og teir høvdu fleiri málmøguleikar, men teir fingu ikki mál. Donsku fjølmiðlarnir halda, at Herfølge málverj- in var óheppin í sambandi við fyrra málið. Talan var um eitt ikki serliga harðligt langskot. Jákup fekk fingr- arnar á, men bólturin datt á tvørtræið og niður í vøllin skeivu megin málstrikuna: – Eg skuldi havt vippað bóltin upp um málið og til horna. Tað er einki yvir at dylja, at tað ikki hevur gingið so væl tær seinastu vikurnar, sum eg fegin hevði viljað havt tað at gingið. Eg haldi sjálvur, at tað hevur ávirkað avrikini hjá mær, at framtíðin hevur verið so ótrygg, sigur Jákup Mikkelsen. Tað hevur síðani eina ferð í vetur ljóðað, at FCK var áhugað í at knýta før- oyska málverjan at sær. Men Jákup Mikkelsen sig- ur, at tað er greitt, at einki verður burturúr nøkrum sáttmála ímillum FCK og hann, og Jákup veit heldur ikki um nakran annan møguleika fyri sáttmála: – Herfølge ynski eg ikki at halda fram í. Har haldi eg ikki, at eg havi nakrar avbjóðingar eftir. Mær hevði dámt at roynt fót- bóltslívið í útlandinum í nøkur ár afturat, men í løtuni veit eg ikki um nakran annan møguleika. Tí bendir nógv á, at vit fara at flyta heim til Føroya í summar, sigur Jákup Mikk- elsen. Jákup Mikkelsen vil ikki gera viðmerkingar til tað, men tað hevur ljóðað fyrr í ár, at onnur feløg enn FCK hava verið áhugað í før- oyska málverjanum. Tað kann væl hugsast, at sam- bandið ella samskiftið við FCK hevur gjørt, at Jákup ikki hevur verið serliga áhugaður í at samráðast við onnur feløg. FCK leigaði í vetur norska málverjan Thomas Myhre úr Everton. Tað segðist, at teir tóku hetta stigið, tí Herfølge var ikki sinnað at selja Jákup Mikkelsen til FCK. Thomas Myhre hevur staðið seg sera væl aftan fyri stórspælandi verjuna hjá FCK, og tí er FCK áhugað at leingja sam- starvið við norska málverj- an. Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo GÍ fer upp frá Síða 22-23 Jákup er arbeiðsleysur Árið í ár hevur ikki á nakran hátt mint um sigursgongdina í fjør hjá Herfølge, og nú tykjast útlit vera fyri, at Jákup Mikkelsen er vorðin arbeiðsleysur í fótbóltshøpi Jónleif skal venja Kyndil Jónleif Sólsker verður aftur ein partur av Kyndilsliðnum í ár, men hesa ferð sum venjari 13 12 Nr. 96 - 22. mai 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 C M Y K 12 BP-stjóra dámar betri eina pallloysn – tengd saman við eini rørleiðingsskipan – fyri framleiðslu á Atlantsmót- inum enn eina skipan við flótandi framleiðsluskipum (FPSO). Mynd er frá norska Vargfeltinum. Nógv bendir á, at tað verður nógv virksemi á Atlantsmótinum næstu árini. 15 leitibrunnar skulu borast báðumegin markið, 8 á føroyskum og 7 á bretskum øki. Haraftrat eru oljufeløg farin undir at leggja rørleiðing til gassflutning frá Foinaven og Schiehallion til Sullom Voe og víðari til Magnus eystan fyri Hetland. Í næstum verður avgerð tikin, um farast skal undir útbygging av stóra oljufeltinum Clair. Málið er nýggjur oljulandslutur á Atlantsmótinum