týsdagur 22. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Meistaraliðum líkt
gongst tað ikki so væl
við fólkinum hjá VB í
ár, sum tað gekk, tá
teir vunnu meistara-
skapin
SAMANUM
Jóannes Hansen
Full ferð er komin á fót-
bóltin heima á landi. Fjórða
umfarið í landskappingini
varð spælt sunnudagin.
Hósdagin í hesi vikuni
koma seinnu hálvfinalurnar
í kappingini um løgmans-
steypið fyri, og sunnudagin
verður fimta umfarið í
landskappingini. Áðrenn
vit koma so langt fer Allan
Simonsen at boða frá,
hvørjar átjan hann vil hava
at umboða Føroyar ímóti
Sveis og Jugoslavia, og í
hvussu so er í tí sam-
bandinum fæst at vita, um
Todi Jónsson verður tøkur á
landsliðnum.
Fjórða umfarið í lands-
kappingini var søguligt á
tann hátt, at hetta var fyrsta
ferðin, at EB/Streymur
fekk stig á útivølli í bestu
deildini. Teir vunu 3–1 í
Miðvági. Saman við B68
vóru teir í Sundalagnum
undan hesum umfarinum
teir einastu, sum ikki høvdu
vunnið í ár. B68 vann á
B71, og tað vil siga, at nú
hava øll tíggju liðini roynt
at vinna í ár.
Oddaliðið
Gongdin hesi fyrstu um-
førini bendir á, at tað skjótt
fer at verða neyðugt at
grava allar yvirskriftirnar,
sum vórðu brúktar í tíðar-
skeiðnum
1993–1996
framaftur. Tá GÍ hetta
tíðarskeiðið var á tindinum,
varð aftur og aftur tosað um
góða flogið hjá skurðunum
og so víðari.
B36 hevði ikki roynt at
tapa, tá teir komu í Sarpi-
gerði. Nú eru tað bara gøtu-
menn, sum ikki hava tapt.
Teir hava spælt ímóti KÍ og
HB á útivølli, og teir hava
havt vitjan av EB/Streymi
og B36. Merkisvert er tað,
at GÍ hevur staðið seg so
væl so tíðliga á árinum.
Fleiri av árunum, tá teir
vunnu FM, hilnaðist tað illa
fyrstu umførini, meðan teir
stóðu seg væl betur enn
hini feløgini, sum tað leið
út á heystið.
Johan Nielsen er roynd-
asti føroyski venjarin. Hann
kennir allar spælararnar í
føroyskum fótbólti út og
inn, eingin megnar taktiska
spælið betri enn hann, og
GÍ liðið er framúr væl
skipað.
Tað hevur verið eyðsýnt
higartil, at Gøtu liðið hevur
verið borið til sigrarnar í
góðum felagsskapi, og at
einstøku spælararnir sam-
stundis rættuliga hava spælt
væl. Sámal Joensen og
Helgi L. Petersen eru betri
fyri, enn teir nakrantíð hava
verið,
Magni
Jarnskor
hevur
framvegis
stóra
spæligleði, Henning Jarn-
skor hevur rættuliga funnið
stevið aftur eftir eitt skulu
vit kalla tað millumár, Pól
Henning Jacobsen og Hans
Pauli Petersen hava bitið
seg fastar og spæla við alt
størri sjálvsáliti, miðverjan
er
krútsterk,
málverjin
hevur ikki nógv at gera, og
stendur seg væl, og so er
Óli Hansen nú farin at
skora mál so at siga hvørja
ferð – akkurát sum hann
gjørdi, áðrenn hann flutti úr
NSÍ og til GÍ.
Gøtumenn siga sjálvir, at
hópurin ikki er nóg breiður,
men tað er merkisvert, at
tveir av innskiftu monnun-
um stóðu seg væl og vóru
meistarar fyri einum av
málunum.
Sunnudagin skal GÍ til
Vágs, so skulu teir til
Runavíkar, áðrenn B68
kemur til Gøtu. Um GÍ
heldur fram, sum teir hava
gjørt, so verða teir torførir
at taka. Men kappingarárið
er framvegis langt, og
ivaleyst hava gøtumenn
rætt, tá teir siga, at hjá
teimum kennist smeiturin
dyggari enn hjá fleiri
øðrum, sum vilja vera við í
FM kappingini, tá leikbann
og skaðar fara at koma fyri.
Meistararnir
Vágbingar taptu ongantíð í
fjør tveir dystir upp í slag.
Tað hava teir longu nú
roynt í hesum ár. Tað er
altíð torført at verja meist-
araheitið, hjá VB hava
lyklaspælarar verið plág-
aðir av skaðum, og tað
hevur kenst sum dyggur
smeitur. At spæla uttan
pólversku álopsspælararnar
í Gundadali ímóti HB var
ov stórur biti.
Nú fer tað nógv at ráða
um hugburðin hjá vágbing-
um. Avbjóðingin hjá teim-
um verður ivaleysta stór
komandi sunnudag. GÍ
kemur suður, og um VB
tapir fyri triðju ferð á rað,
so verður tað ikki langt til
støðuna, sum klaksvíkingar
vóru í stóran part av kapp-
ingarárinum í fjør. Men tað
ber væl til at ímynda sær, at
vágbingar fara at reisa seg.
Tey tungu
KÍ og HB hava altíð verið í
bestu deildini, og tey
seinnu árini hava teir í B36
aftur verið drúgvir. Klaks-
víkingar hava í ár miðvíst
undirspælt sín leiklut, men
nú tykist gongd at vera
komin á. Í fjør lá vánaliga
byrjanin sum tungur skuggi
yvir teimum alt kapping-
arárið. Fyrstu umførini í ár
var úrtøkan null, men eftir
at teir hava fingið jugo-
slaviska álopsmannin hevur
gingið undan, og teir mugu
roknast sum favorittar bæði
á Sandi komandi sunnudag
(sjálvt um teir skulu spæla
steypadyst hósdagin) og á
norðoyarstevnu, tá EB/
Streymur kemur til Klaks-
víkar.
B36 tapti fyri fyrstu ferð
í ár. Tað kemur sjálvandi
illa við hjá teimum, tá fleiri
av
landsliðsspælarunum
sita uttanfyri, men sam-
stundis man tað vera huga-
ligt hjá teimum at síggja
fleiri av ungu monnunum,
sum eru uppvaksnir í
felagnum, gerast alt meiri
sentralir
á
liðnum.
Hósdagin kunnu teir í
seinnu hálvfinluni ímóti
HB so at siga eftir sniðgøtu
koma heilt tætt at atgongu-
merki til altjóða fótbólt.
HB megnaði ikki rættu-
liga at fáa vágbingar niður í
sekkin, men teir fótaðu sær
eftir vónbrotið ímóti GÍ.
Sunnudagin
skulu
teir
spæla í Runavík. Tað verð-
ur torført, tí eftir ósigurin í
Klaksvík eru teir í NSÍ
svangir.
Tey ivasomu
NSÍ hevur ætlað sær at vera
við í toppinum í ár. Men
higartil hevur tað ikki
gingið, sum teir høvdu
viljað. Sigurin mikukvøldið
í Miðvági er tann einasti í
fýra dystum. Teir hava bara
tapt ta einu ferðina – í
Klaksvík – men tað kostar
nógv at spæla javnt.
Tað tykist vera fongur í
nýggja skotanum, men tað
er rættuliga stórur smeitur,
at Jens Martin Knudsen
ikki verður tøkur hósdagin í
steypadystinum ímóti KÍ.
Um NSÍ skal finna ein
royndan 1. liðs málverja, so
mugu teir fáa Trygva
Mortensen, sum í fjør og í
fyrraárið vandi besta liðið,
fara í mál. Mortan Hansen,
sum onkuntíð var neyð-
loysn, er nú í B68 álop-
inum. Eitt hugskot hevði
kanska
verið Abraham
Løkin, sum onkuntíð hevur
verið málverji, ella kanska
Petur
Mohr,
núverandi
venjarin, sum í sínum ung-
dómsdøgum plagdi at vera
málverji.
Hvussu tað stendur til hjá
B68 er framvegis ilt at siga.
Teir gjørdu sína skyldu og
vunnu ímóti B71, men
avrikið var ikki støðugt og
harvið sannførandi. Sunnu-
dagin verða teir favorittar á
Mølini, og annan sunnu-
dag, tá teir fáa vitjan av
B36 fæst at síggja, um tað
eru knotur í teimum.
Botnstríðið
FS Vágar var ikki leingi í
barónaseingini. Eins søtur,
sum sigurin á Sandi smakk-
aði, so beiskt var tapið á
heimavølli
ímóti
EB/
Streymi. Vágaliðið
má
finna seg í, at í løtuni eru
teir besta boðið upp á
aftasta plássið.
B71 tapti á Toftum, men í
løtum sást, at har eru
nógvir spælarar við góðum
hegni, og ikki minst hevur
tað týdning, at Kári Nielsen
er komin afturíaftur.
EB/Streymur fekk luft
undir veingirnar, og tað
krevja teir at hava komandi
vikurnar. Eftir B68 vitjan-
ina skulu teir á norð-
oyarstevnu, áðrenn HB
kemur norður á Mølina, og
so skulu teir til Vágs.
Gøtumenn eru fantastiskir
Sum støðan er nú, verður
skjótt neyðugt at leita aftur á
yvirskriftirnar frá 90’unum,
tá vit ferð eftir ferð søgdu frá
fantastisku gøtumonnunum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14
Nr. 96 - 22. mai 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
HB tók seg uppá ann-
að pláss eftir uppi-
borna sigurin á
føroyameistarunum
VB, havnarliðið fekk
samstundis uppreisn
eftir tvey tap á rað.
Tey bæði veingja-
skerdu liðini spældu
ikki nakran góðan
dyst, men HB hevði
fleiri málmøguleikar
enn VB, ið sum heild
hevði ilt við at fóta
sær
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað vóru tvey lið við ógvu-
liga skerdum álopum, ið
sunnudagin fóru á vøllin í
Gundadali. HB hevði ikki
Una Arge og Andrew av
Fløtum at dúva uppá, með-
an
vágbingar
saknaðu
Robert Cieslewics, ið hevur
leikbann, og leikandi venj-
aran Krzyzstof Popczynski.
Tað var eyðsæð frá
byrjan av, at hesir leikarar
ikki vantaðu á vøllinum, og
serliga VB hevði ilt við at
vera hesar týdningarmiklu
leikarar fyriuttan.
Tó so, leikararnir, sum
komu í teirra stað, kemp-
aðu væl og gjørdu sítt til at
geva verjunum trupulleikar.
HB betri byrjan
Tað var heimaliðið, ið kom
betri frá byrjan. HB hevði
nakrar naskar royndir, sum
tó ikki nervaðu Bjarna í
VB-málinum
stórvegis.
Hinvegin var VB heldur
ikki fyri ongum, og teir
leitaðu sær eisini niðan á
HB-hálvuna. Jón Pauli
Olsen hevði vandamiklastu
royndina
hjá VB
fyri
steðgin, tá hann fluktaði
eitt innlegg frá Marek móti
málinum,
men
Bárður
gjørdi eina góða bjarging.
Tað var sum um at
dysturin gekk í tómgongd
eftir tær fyrstu royndirnar,
men so við eitt fekk HB
mál eftir hálvan tíma. Allan
sendi hornaspark innfyri,
har Bjarni leyp út eftir
bóltinum, men fór skeivur.
Við handaru stong stóð
lágvaksni áleyparin Bárður
Mortansson og setti høvdið
á bóltin, sum fór í tóma
málið.
Bjarni Johansen er ein
tann besti málverjin á
strikuni, men hann sýndi
veikleikar í luftspælinum í
hesum førinum. Hann iðrar
seg óivað um hetta málið.
Í álopinum hevði VB
Birgir Jørgensen, ið er
gamal í garði. Hann er sera
sterkur í luftini, og VB
royndi ofta at senda langar
høgar bóltar fram til Birgir,
sum í dysti við Hans á Lag
royndi at høvda niður til
viðleikarar.
Tað var eftir eina slíka
støðu, at VB fekk mál, sum
tó var kolldømt. Marek
sendir høgan bólt inn í HB-
brotsteigin, har Birgir vinn-
ur luftbóltin móti Hans.
Bólturin dettur fyri føturnar
á tveimum VB-arum, ið
hava ilt við at avgera, hvør
teirra skal skjóta. Eftir
einar tvær royndir endar
bólturin í netinum, men tá
er annar av vágbingunum
dømdur at vera rang-
staddur.
Opin dystur
Seinni hálvleikur var meira
opin enn fyrri. VB var
aftanfyri og fór tí eitt sindur
longri fram á vøllin í
strembanini eftir einum
útjavnandi máli.
Marek Vierzbicki stóð
fyri øllum tí uppbyggjandi
spælinum hjá VB, men tað
tóktist sum hinir leikararnir
ikki megnaðu at fylgja
hansara tonkum. Hann var
ov einsamallur og hevði tí
ilt við at seta nakað veruligt
álop í gongd.
At VB fór longri fram
gav HB møguleikan til
nøkur skjótálop. Hetta er
ein av stóru dygdunum hjá
HB, men hesuferð fingu
havnarmenninir ikki nóg
stóra úrtøku burturúr.
Fleiri ferð var vandi á
ferð
frammanfyri
VB-
málinum, men HB-ararnir
vóru ikki nóg neyvir og
avgjørdir í avgerandi løt-
uni.
Gestirnir vóru ikki tó ikki
fyri ongum. Birgir Jørgen-
sen gav HB verjuni høv-
uðbrýggj nakrar ferðir, men
ongantíð vóru royndirnar
eins naskar sum í hinum
endanum. Hans á Lag og
Jón Rói Jacobsen stóðu
stinnir í miðverjuni, so
saknurin av Jóhannisi Joen-
sen var ikki so stórur.
Allan avgerð
Allan Mørkøre hevði allan
seinna hálvleik havt ríkiligt
av plássi í høgru síðu, og
tað var eftir eitt av hansara
væl kendu gjøgnumbrotum
úr høgru, at klaksvíking-
urin avgjørdi dystin til ein
HB sigur. Allan dróg við
fullari ferð framvið Eyðuni
Jacobsen og inn í VB-
brotsteigin. Ístaðin fyri at
leggja bótin innfyri snýtti
Allan VB-verjuna og dróg
sjálvur innfyri málið. Hann
var nú staddur tætt undir
málinum og hevði lætt við
at leggja HB framum 2-0.
Eingin vón var nú hjá VB
at fáa stig burturúr dystin-
um, men Marek gjørdi tó
ein vørr áðrenn dystarlok.
Vagnur
Mortensen
var
dømdur at forða Marek í
einum gjøgnumbroti beint
uttanfyri brotsteigin.
Óbeinleiðis fríspark til
VB. Jón Gærdbo trillar stutt
til Marek, sum sendir bóltin
í handara stólpa og inn.
Bárður Johannesen skuldi
havt vart fyri í hesari
síðuni, men lat seg snýta og
var fangaður á skeiva
beininum.
VB tveitti nú alt fólkið
fram, men HB megnaði at
halda málið reint teir
seinastu minuttirnar.
HB megnaði sostatt at fáa
trý stig til høldar, hóast
Uni, Andrew og Jóhannis
ikki vóru við. Teir hava nú
sjálvsálitið í lagi undan
dystinum
móti
B36
í
hálvfinaluni hósdagin.
VB er hinvegin steðgað
upp eftir tveir sigrar at
byrja við. VB hevur ikki so
breiðan hóp sum HB, so tað
merktist týðuliga, at Tórður
Holm, ið kom inn seint í
dystinum, Cieslewics og
Popczynski ikki vóru við.
HB vann fyri aðru ferð í
ár á VB í Gundadali og
hevur hálað seg av fjórða
uppá annað pláss trý stig
eftir oddaliðið GÍ.
HB-VB2-1 (1-0)
1-0: Bárður Mortansson 33
2-0: Allan Mørkøre 75
2-1: Marek Vierzbicki 90
Dómari: Petur Hansen
(LÍF)
HB: Bárður Johannesen –
Janus M. Joensen, Jón Rói
Jacobsen, Hans á Lag,
Vagnur Mohr Mortensen –
Hallur Danielsen, Rógvi
Jacobsen, Rúni Nolsøe,
Allan Mørkøre – Bárður
Mortansson,
Pætur
M.
Dahl
VB: Bjarni Johansen –
Eyðun Jacobsen, Magni
Jacobsen, Predrag Zisko-
vic, Jón Pauli Olsen – Palli
Augustinussen,
Olivur
Abrahamsen, Gisli Svein-
bjørnsson, Jón Gærdbo –
Dan
Djurhuus,
Birgir
Jørgensen
HB — VB 2-1 (1-0)
HB reistist
Allan Mørkøre var sera væl
fyri í Gundadali sunnudagin,
og var eisini maðurin, sum
avgjørdi dystin, tá hann
skoraði til 2-0
15