týsdagur 22. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 96 - 22. mai 2001
Nr. 96 - 22. mai 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð eydnaðist
tað EB/Streymi at fáa
stig á útivølli í bestu
deildini
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Eftir sigurin á útivølli ímóti
B71 duttu vágamenn ordu-
liga niður á jørðina, eftir at
teir í eina stóra viku hava
flogið høgt.
Tað verður roknað við, at
EB/Streymur og FS Vágar
fara at teljast ímillum mest
uppløgdu evini til niður-
flyting, og tí var heimatapið
hjá FSV ímóti EB/Streymi
serliga meint.
Sigurin kendist serliga
søtur hjá EB/Streymi, tí
hetta var fyrsta ferðin
nakrantíð, at teir fingu stig
burtur úr einum lands-
kappingardysti á útivølli í
bestu deildini. Tá teir fyri
sjey árum síðani vóru í 1.
deild, vunnu teir tvær ferðir
og spældu tríggjar ferðir
javnt. Tað gekk alt fyri seg
á heimavølli, meðan allir
níggju útidystirnir vórðu
taptir.
Fyri sjey árum síðani var
Bergur Magnussen, sum nú
hevur ábyrgdina av EB/
Streymi, spælari, men hann
var ikki so ofta við, tí hann
var
ofta
plágaður
av
skaðum. Umframt hann er
tað bara ein spælari hjá
EB/Streymi, sum var við í
1994, og sum var við í
Miðvági sunnudagin. Tað
er Knút Vesturtún. Hann
hevur fyrr í ár verið
verjukendur sentralur mið-
vallari. Hesa ferð var hann
fluttur meiri út í vinstru
síðu. Plássið í miðjuni røkti
nýggi maðurin hjá teimum í
Sundalagnum,
Andrzej
Pacek, sum í fjør og í
fyrraárið spældi við KÍ, og
sum í ár ikki hevur megnað
at spæla seg til pláss í besta
hópinum hjá B36.
Pacek kann í hvussu so er
erpa sær av, at hann hevur
bara vunnið, tá hann hevur
umboðað EB/Streym:
– Eg eri stak væl nøgdur
við mínar spælarar. Serliga
í 1. hálvleiki vóru teir
grammir, og tað var týðu-
ligt, at Pacek er ein góður
styrkur at hava fingið hjá
okkum. Hann var íðin og
nærlagdur, og avrikið hjá
honum minti ikki sørt um
tey, sum hann plagdi at vísa
tað fyrra árið, tá hann var í
Klaksvík, heldur Bergur
Magnussen, venjari hjá EB/
Streymi.
Bergur er vísur í, at
sigurin í Vágum hevur
stóran týdning á fleiri
økjum:
– Umframt kærkomnu
stigini, sum sigurin ber við
sær, so hevur tað eisini
stóran týdning fyri sjálvs-
álitið hjá spælarunum, at
teir vita, at tað ber til at
vinna, og tað verður eisini
hugaligari hjá okkum, nú
tað hevur eydnast at vinna á
útivølli, heldur venjarin.
Eyðsýndur munur í
fyrra umfarinum
EB/Streymur var framm-
anfyri 2–0, tá tað var hálv-
leikt. Í seinna umfarinum
eydnaðist tað FS Vágum at
minka um munin, og eina
løtu birti veruleikin, at
munurin bara var eitt mál,
vónina hjá vágamonnum, at
tað skuldi eydnast at fáa
stig, og teir royndu at leggja
trýst á gestirnar. At teir
styrktu um álopspartin og
so at siga ikki spældu við
garderingum
í
verjuni
hevði málmøguleikar við
sær í báðum endum, og tað
var bara gestandi liðið, sum
fekk mál.
Eitt gott korter var farið,
tá EB/Streymur fekk hol á.
Jón Sigurd Gleðisheygg
varð feldur í brotsteiginum,
og Sorin Anghel, sum aftur
hesa ferð taldist ímilum teir
mest eyðsýndu hjá EB/
Streymi umsetti úr ellivu
metrum.
Løtu seinni vóru teir báð-
ir omanfyri nevndu aftur
upp á spæl. Hesa ferð var
tað Sorin Anghel, sum
legði innfyri úr vinstru, og
Jón Sigurd Gleðisheygg
stútaði í málið.
Tá FS Vágar í 2. hálvleiki
minkaði um munin, var tað
fyri ein stóran part orsaka
av einmans avriki frá
Birgiri
Joensen,
sum
sneiddi fleiri av sær, áðrenn
hann var komin í góða
skotstøðu og sendi framvið
Gunnari á Steig.
Sorin Anghel átti 3–1
málið, sum staðfesti EB/
Streyma sigurin. Hann varð
spældur leysar á miðjuni og
fekk møguleika at draga
fittan tein, áðrenn hann
sendi framvið málverjanum
og harvið staðfesti søguliga
sigurin hjá EB/Streymi.
FS Vágar-EB/Streymur
1-3 (0-2)
0-1: Sorin Anghel (br.) 16
0-2: Jón Sigurð Gleðis-
heygg 23
1-2: Birgir Joensen 67
1-3: Sorin Anghel 78
Dómari:
FS Vágar: Arturas Ra-
moska – Tróndur Ravns-
fjall, Ruslan Screlea, Vlad-
len Osipov, Pól Kjartan
Thomsen
–
Tór–Ingar
Akselsen, Hannus Olsen,
Birgir
Joensen,
Sonni
Johansen – Kim Poulsen,
Magnus Simonsen
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Alfred Jacobsen,
Ólavur Poulsen, Christian
Carlsson – Halldórur Joen-
sen, Jákup Martin Joensen,
Andrzej
Pacek,
Knút
Vesturtún, Eyðfinn Joensen
– Jón Sigurd Gleðisheygg,
Sorin Anghel
Søguligur sigur til Sundalagið
Sorin Anghel var høvuðsmaður aftan fyri fyrsta útisigurin hjá
EB/Streymi í 1. deild
C
M
Y
K
17
16
Toftamenn komu á
odda beinanvegin, og
so var lítil ivi um, at
øll stigini fóru at vera
á Svangaskarði, sjálvt
um sandoyingar
avgjørt ikki pakkaðu
seg saman
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Ivaleyst høvdu sandoying-
ar, tá teir komu til Toftir,
einki ímóti, at teir skuldu
fara avstað aftur við javn-
leiki. Men tað kom næstan
ongantíð upp á tal at spæla
verjukent og dyrgja eftir
javnleikinum.
B68 legði fyri sum eitt
ódnarveður. Jóannes Jakob-
sen vildi hava teir at spæla
skjótt og ágangandi, og tað
var týðuligt, at ætlanin var,
at spælið skuldi togast í
borðini. Arnold Joensen lá
uttarlaga í høgru, og Øssur
Hansen lá heilt úti í vinstru.
Tað var landsliðsmaðurin,
sum setti hol á, tá bara
tríggir minuttir vóru farnir.
Hann sletti persónliga mót-
støðumannin av sær, dróg
tvørturum og sendi flatt í
handara síðunetið.
B71
málverjin
Allin
Simonsen bjargaði fleiri
ferðir fyrstu løtuna, og
bæði stólpi og tvørtræ
hjálptu til. B71 málverjin
royndist væl, men tað
skerst ikki burtur, at tað var
ein smeitur hjá sandoying-
um, at Valdemar Nowisci
ikki var við. Hann gjørdist
sjúkur leygardagin, og tí-
skil var hann ikki tann eyka
megin, sum við styrkini í
luftini og skjótleikanum á
strikuni kundi hildið tætt
hjá gestunum.
Óstøðugt
Toftaspruttið linkaði, tá
fyrra umfarið var hálvrunn-
ið, ferðin dalaði, og so kom
B71 meiri við. Julian Flore-
sco, sum fyri fyrstu ferð í ár
fekk møguleikan frá fyrsta
bríksli í landskappingini,
og Eli Hentze megnaðu í
løtum at stýra eitt tvey sam-
anspæli. Og Kári Nielsen,
sum eftir drúgvan skaða-
steðg var við fyri fyrstu
ferð í ár, var hegnigur í
álopinum.
Tað setti ein rættuligan
hvøkk í, tá sandoyingar
javnaðu. Julian Floresco
sendi úr vinstru fríspark
tvørtur um, og úr tólv metra
fjarstøðu og eitt sindur til
høgru stútaði miðverjin
Bjørn Thorsteinsson høgt
upp. Bólturin dalaði niður,
og eingin vandi tóktist vera,
tá B68 málverjin loftaði,
men ólukkutíð fyri heima-
liðið, so datt málverjin
afturav og misti bóltin í
málið.
Málið hevði við sær, at
B71 blomstraði eina løtu,
og teir tilspældu sær fleiri
hornaspørk.
Men
fram
ímóti
steðginum
fekk
heimaliðið valdið aftur.
Lítla løtu undan steðginum
komu teir framum aftur.
B71 døllaði í verjuspæl-
inum, tá B68 tvær ferðir
upp í slag fekk loyvi at taka
stutt horna í vinstru, og
seinnu ferðina stýrdi Súni
Fríði Johannesen við hand-
ara stólpan innlegginum frá
Øssuri Hansen ínn við
stólpanum.
Í 2. hálvleiki legði B68
ágrýtið fyri. Ungi miðvall-
arin, Jann Ingi Petersen,
heilfluktaði úr átjan metr-
um á tvørtræið, og Mortan
Hansen stútaði úr stuttari
fjarstøðu niður í og upp um.
Súni Fríði Johannesen,
sum í fjør gjørdi hattrikk á
Svangaskarði ímóti B71,
gjørdist hesa ferð tvey mála
skjútti, tá hann var fyrstur
á, eftir at fínt uppspæl frá
Øssuri Hansen endaði við
fløtum innleggi frá Arnoldi
Joensen úr høgru. Mortan
Hansen sendi í samankom-
ingina, og miðframherjin
var fyrstur á returinum.
Sum 2. hálvleikur leið
gjørdist spælið alt minni
skipað. B71 setti spenning í
aftur, tá teir minkaðu um
munin til 3–2. Magnus
Poulsen hálvbjargaði frí-
sparksroynd frá Juliani
Floresco, og Kári Nielsen
var fyrstur á returbóltinum.
At tað bara var eitt mál á
muni hevði við sær, at
nervin alla tíðina var til
staðar. Men B71 fekk einki
burturúr. Í síðstu løtu stút-
aði Fróði Benjaminsen,
sum avgjørt var ímillum
teir frægaru á vøllinum, við
nærra stólpan innlegg frá
Øssuri Hansen dygst inn
við stólpanum, og harvið
hevði B68 vunnið fyrsta
sigurin í hesum árinum.
B68-B71 4-2 (2-1)
1-0: Øssur Hansen 3
1-1: Magnus Poulsen
(sjálvmál) 32
2-1: Súni Fríði Johannesen
44
3-1: Súni Fríði Johannesen
56
3-2: Kári Nielsen 75
4-2: Fróði Benjaminsen 90
Dómari: Suni Johansen
B68: Magnus Poulsen –
Marlon Jorge, Jan C.
Dam, Hans Fróði
Hansen, Jákup Eli
Olsen – Arnold
Joensen, Jann Ingi
Petersen, Fróði
Benjaminsen, Øssur
Hansen – Mortan
Hansen, Súni Fríði
Johannesen
B71: Allin Simonsen –
Bjørn Thorsteinsson,
Bernhard Petersen,
Jógvan Jón Petersen –
Svenning W. Hansen,
Eli Hentze, Julian
Floresco, Jón Brekku,
Hans Jørgen Djurhuus
– Høgni Hansen, Kári
Nielsen
Eftir at hava haft
tamarhald á
fyrrapartin av
dystinum, mistu
sumbingar alt á
gólvið í seinna
2. DEILD
Jákup Mørk
Tá tað í fjør gjørdist greitt,
at sumbingar noyddust
tungu leiðina í aðru deild,
mundu mong rokna við, at
hetta var tað seinasta, sum
vit sóu til Sumba í fremstu
røð.
Fólkagrundarlagið
er
tunt í syðsta partinum av
landinum, men hóast hend-
an tunga veruleika, so var
tó líkt til, at sumbingar
høvdu ætlanir um at vinna
seg upp aftur. Jugoslavisku
leikararnir vórðu verandi í
felagnum, og tá flestu hini
álitini á liðnum samstundis
vórðu eftir, sá framtíðin
kanska ikki heilt so døpur
út kortini.
Áttu hálvleikin
Eftir eina trilvandi byrjan,
sum millum annað hevur
borið tvey tap á heimavølli,
var tað tí við ætlanum um
trý stig, at Sumba fór til
Runavíkar leygardagin.
Fyrstu løtuna sá eisini út
til, at hetta skuldi fara at
hepnast hjá sumbingum.
Teir vóru omaná í flestum
lutum, og tað eydnaðist
teimum eisini at leggja seg
á odda. Málið kom, tá Jan
Poulsen úr høgru sendi eina
langa avlevering tvørtur um
vøllin, har Baja gjørdist
púra leysur, soleiðis at hann
kundi senda bóltin í netið.
NSÍ tók yvir
Eftir trý væl eydnað korter,
roknaðu sumbingar tí helst
við, at sigurin var í pott-
inum, men her roknaðu teir
so ikki við NSÍ. Runavík-
ingar settu seg nú full-
komuliga á miðvøllin, har
sumbingarnar eisini høvdu
gjørt onkrar rokeringar, og
úrslitið av yvirvágni hjá
heimaliðnum lág heldur
ikki eftir.
Fyrst var tað Bergur
Djurhuus, sum var hægstur
eftir frísparksinnlegg, so
hann kundi stúta í kassan,
og lítla løtu seinni varð
Fróði Jóanesarson leiktur
púra leysur, soleiðis at hann
einsamallur við málverj-
anum kundi økja.
Seinastu løtuna royndu
sumbingar at trýsta, men
rættiliga
vandamikið
gjørdist tó ikki. Heimaliðið
var tó sera vandamikið í
mótálopum, og tað hevði
einki forgjørt verið í, um
teir øktu um leiðsluna, men
tað nærmasta teir komu,
var eitt skot frá Fróða
Jóanesarson, sum small í
tvørtræðið og niður á mál-
linjuna.
Við sigrinum togaði NSÍ
seg heilt upp móti oddalið-
unum, meðan sumbingar
enn ikki hava sannført um,
at teir í ár skulu gera seg
galdandi í oddinum. Iva-
leyst kom tað tó væl við, at
flestu liðini í oddinum
mistu stig, soleiðis at teir
framhaldandi hava møgu-
leika at blanda seg uppí.
NSÍ-Sumba 2-1 (0-1):
0-1: Nebojsa Velkovic
1-1: Bergur Djurhuus
2-1: Fróði Jóanesarson
B68
smakkaði
sigursráka
Súni Fríði Johansen tykist nú aftur hava funnið stevið. Sunnudagin skeyt hann tvey mál móti sandoyingum
NSÍ-Sumba 2-1 (0-1)
Sumba tveitti
stigini burtur