týsdagur 22. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Leirvíkingar taptu
fyri fyrstu ferð í ár, tá
teir leygardagin
vitjaðu í Gundadali
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var líka sum eingin, ið
hevði roknað við tí heilt
stóra frá leirvíkingum hetta
kappingarárið. Liðið taldist
í fjør millum veikastu liðini
í deildini, og upp- og
niðurflytingardystir skuldu
til, áðrenn sætið í deildini
varð tryggjað.
Hetta kappingarárið hev-
ur hylnast munandi betri í
so máta. Undan dystinum
leygardagin høvdu teir ikki
roynt at tapt, og móti einum
HB liðið, sum ikki hevur
víst tað stóra, kundi tí
kanska roknast við, at talan
eisini fór at gerast um stig
her.
Rótut
Fyrstu løtuna av dystinum
var tó ikki nógv, sum bendi
á, at hetta skuldi gerast
dagurin hjá LÍF. Spælið frá
báðum pørtum var rótut,
men teir flestu møguleik-
rnir, sum vóru, hevði HB
kortini.
Tað eydnaðist eisini gest-
unum at koma á odda, tá
leikandi venjarin, Sámal
Erik Hentze, sendi eitt skot
móti málinum, og leingi var
eisini líkt til, at hetta skuldi
gerast hálvleiksstøðan.
LÍF fekk tó brádliga
javnað, tá eitt langt útspark
frá LÍF-málverjanum, end-
aði við, at Jonhard Høgne-
sen mundi sloppið leysur.
Vandin var somikið stórur,
at Eyðfinn Fjalsbak ikki sá
sær annan møguleika enn at
fella leirvíkingin, og eftir-
fylgjandi brotssparkið setti
Tomek Resel trygt í netið.
HB avgjørdi alt
Í seinna hálvleiki varð tó
skjótt greitt, at HB nú hevði
sett sær meira fyri. Teir
fingu skjótt tak á spælin-
um, men tað skuldi ein
deyðbóltur til, áðrenn mál
kom. Eitt fríspark varð sent
úr vinstru síðu, og tá
bólturin kom niður við
nærmaru
stong,
hevði
Johan Lützen runnið seg
leysan, so hann kundi prika
bóltin inn.
Nakað seinni var aftur
mál. Rangstøðufellan hjá
KÍF kiksaði, og tá Eyðfinn
Fjalsbak gjørdist leysur,
rullaði hann tvørtur um til
Eyðun Samuelsen, sum
setti bóltin í netið. Eyðun
stóð sjálvur faddur til
fjórða málið, tá hann legði
fríspark inn til Jóannes
Færø, sum stútaði inn, og
so munaði tað lítið, at
Mirek Gill minkaði um
munin við einum góðum
skoti.
Við sigrinum er nú líkt
til, at HB fer at blanda seg í
oddin. LÍF misti hinvegin
eitt fet í stríðnum, men sum
úrslitini í deildini hava ver-
ið higartil, tykist kappingin
at gerast sera jøvn, og tí
kann alt síggja øðrvísi út
hjá leirvíkingunum um eina
viku.
HB-LÍF 4-2 (1-1)
1-0: Sámal Erik Hentze
1-1: Tomek Resel
2-1: Johan Lützen
3-1: Eyðun Samuelsen
4-1: Jóannes Færø
4-2: Mirek Gill
Á 24 ára føðingardegi
sínum kom nýggi
dómarin í bestu
deildini rættuliga í
andglettin, tá hann
bríkslaði fyri
brotssparki til
heimaliðið
Eiler Rasmussen, sum er
ættaður av Skála, men sum
býr í Havnini, helt 24 ára
føðingardag sunnudagin.
Einki er at ivast í, at hann
altíð fer at minnast aftur á
henda føðingardagin.
Í nøkur ár hevur Eiler
roynt seg sum fótbólts-
dómari. Í fjør dømdi hann í
2. deild, fyrr í vár dømdi
hann fleiri dystir í kapp-
ingini um løgmanssteypið,
og sunnudagin var hann
fyri fyrstu ferð 23. maðurin
á vøllinum í landskapp-
ingardysti í bestu deildini.
Hevði tað ikki verið fyri
brotssparkið, sum dómarin
í 2. hálvleiki dømdi til KÍ,
so hevði dómarin neyvan
verið tikin upp á tunguna
eftir dystarlok. At eingin
leggur dómaran til merkis,
plagar at vera gott tekin, og
umboð fyri báðar partar í
Klaksvík
sunnudagin
halda, at 24 ára føðingar-
dagsbarnið stóð seg væl.
Men í NSÍ vóru teir alt
annað enn fegnir um brots-
sparkið,
sum
dómarin
dømdi til KÍ.
– Hatta hevði einki við
brotsspark at gera. Menn
togaðust
eitt
sindur
í
brotsteiginum. Tá dómarin
bríkslaði, ivaðist eg ikki í,
at hann dømdi til okkum.
Tá eg sá, at tað var fyri
brotssparki, at hann hevði
bríkslað, segði eg nøkur
borgarlig orð við dómaran,
og eg góðtaki, at eg fekk
gula kortið fyri tey.
Tað sigur Jens Martin
Kundsen, NSÍ málverjin.
Eftir dystin fekk hann
beinleiðis reytt kort, og tað
hevur við sær, at hann ikki
fer at verja málið í seinnu
hálvfinaluni, sum NSÍ og
KÍ skulu spæla í Runavík
Kristi himmalferðardag.
Men hví fekk tú bein-
leiðis reytt kort?
– Eg haldi, at tað var
burturvið. Eg segði nøkur
orð við hann um brots-
sparksdómin og um, at
hann ikki átti at sloppið at
dømt aftur. At hann gav
mær reyða kortið fyri tað,
var ov erkvisið av honum,
heldur Jens Martin Knud-
sen, sum eftir trý ár í útlegd
ikki sigur seg kenna nýggja
dómaraættarliðið so væl:
– Tað ber kanska eina
serliga støðu við sær, at
teir, sum fyrr hava fingið
autograf frá okkum, nú
skulu døma. Eg segði dóm-
aranum aftaná, at hann
skuldi ikki ivast í, at eg havi
professionella virðing fyri
honum, men man má tola
eitt sindur. Onkuntíð siga
áskoðarar við meg, at
okkurt mistak hjá mær
hevur verið so ógvusligt, at
eg átti ikki at fingið ein
nýggjan møguleika.
Men var tað ikki ópro-
fessionelt av so gomlum og
royndum spælara sum tær
at spæla tær av við kjansin í
hálvfinaluni?
– Eg iðri meg, tí eg var
rættuliga uppsettur til júst
tann dystin, men nú gerst
tað ikki við. At tosa og siga
nógv – og onkuntíð kanska
ov nógv – er ein partur av
motivatiónini
hjá
mær.
Soleiðis hevur tað altíð
verið, og tað plagar eingin
at taka sær tykni av.
Nógv viðgjørd støða
Eiler Rasmussen hevur í
viðmerkingini til útvísing-
ina skrivað, at Jens Martin
Knudsen varð útvístur, tí
hann tosaði sera niðurset-
andi um dómaran. Hann vil
ikki gera fleiri viðmerk-
ingar til tað, men hann vil
fegin greiða frá, hví hann
bríkslaði fyri brotssparki:
– Á dómarafundum og
skeiðum hava vit tosað
nógv um at halda, og
hvussu tað skal sektast. Eg
stóð væl plaseraður, tá
Allan Joensen lyfti bóltin
upp um verjugarðin. Hjal-
grím Elttør ætlaði sær eftir
bóltinum, men hann slapp
ikki avstað, tí ein NSÍ
verjuspælari helt í honum.
Tá eg sá tað, var einki
annað at gera enn at bríksla
fyri brotssparki, og eftir
dystin var eg glaður um, at
eygleiðarin var samdur við
mær í hesum, sigur Eiler
Rasmussen.
Onkrir ikki so lítið heitir
NSÍ áskoðarar ætlaðu sær
at heilsa upp á dómaran
eftir dystin. Í tí førinum
sást, at skipanin við verju
av dómara og hjálpar-
dómarum, sum FSF setti á
stovn eftir rokdyst í Klaks-
vík í fjør, riggaði heilt væl.
Fleiri vaktarmenn vóru
beinanvegin
um
svart-
kløddu menninar, og so
komu teir óskalaðir til
føðingardagshald.
Um-
framt 24 ára dagin hjá
dómaranum, so var ein
annar føðingardagur í dóm-
arabólkinum. Ólavur Weihe
hevði ikki føðingardag,
men tað hevði hin linju-
dómarin. Páll Augustinus-
sen fylti 30 ár sunnudagin.
HB-LÍF 4-2 (1-1)
Ferð á HB
Jens Martin sá reytt í Klaksvík
- Tá eg sá, at tað var fyri
brotssparki, at hann hevði
bríkslað, segði eg nøkur
borgarlig orð við dómaran,
sigur Jens Martin Knudsen
Mynd: SáH
19
18
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Enn eina ferð eydnaðist
teimum at koma burtur
úr eitt sindur kroystari
støðu við øllum stigunum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Hóast teir ikki megnaðu
meiri enn 1–1 á heimavølli
í fyrru semifinaluni ímóti
NSÍ næstsíðsta sunnudag,
so var fótbóltslagið í Klaks-
vík gott í síðstu viku. Tey
trý stigini í Vági lívgaðu
nógv. Og í hvussu so er
fram til hósdagin, Kristi
himmalferðardag, verður
lagið í Klaksvík óført.
Sunnudagin høvdu teir
annan sunnudagin á rað
vitjan av NSÍ, og aftur hesa
ferð eydnaðist tað KÍ, sum í
døgunum
undan
dýra
biðjudegi varð sagt at vera í
svárari kreppu, at fara av
vøllinum
við
øllum
stigunum.
Í
fjør
søgdu
klaks-
víkingar fleiri ferðir, at teir
høvdu ikki marginalirnar
við sær. Eftir dystin í Vági
søgdu teir tað mótsatta, og
eftir næstu av trimum
hólmgongum ímóti NSÍ í
tólv dagar, verður sagt úr
Klaksvík, at tað væl kundi
havt farið báðar vegir.
Sørir fyrra umfarið
NSÍ var frammanfyri, tá tað
var hálvleikt í Klaksvík.
Hetta var triði heima-
dysturin hjá KÍ í lands-
kappingini, og hetta var
triðja ferðin, at teir fóru at
hvíla seg, meðan mótstøðu-
menninir vóru omaná.
Bæði liðini vóru eitt
sindur umskipað, síðani tey
møttust
sunnudagin
frammanundan.
Allan
Joensen hjá KÍ var á mið-
vallarplássinum
ytst
í
vinstru, meðan unglinga-
spælarin Símun Joensen
hevði fingið sentrala leik-
lutin. Í 3–4–3 spælskipan-
ini vóru Eyðun Klakstein,
Alexander Djordjevic og
Eyðun Klakstein í álopin-
um.
Hjá NSÍ var Sjúrður Ja-
cobsen á sentrala miðvøll-
inum,
meðan
Jónstein
Petersen var á vongverj-
anum í vinstru. Dánial
Hansen, sum higartil í
landskappingini
hevði
verið á miðvøllinum, var
hesa ferð í álopinum.
Christian
Høgni
Ja-
cobsen var ikki førur fyri at
spæla. Ætlanin var – sum
tað varð sagt í leygar-
dagsblaðnum – at nýggi
skotin ikki skuldi spæla
við, men skaðarnir høvdu
við sær, at Martin Glancy
slapp at royna seg.
Tætti og ikki serliga høgi
fremmanda maðurin vísti,
at hann kann gerast fongur
hjá NSÍ. Hann dugdi væl
við bóltinum, hann var
skjótur, hevði eyga fyri
spælinum, og hann hevði
góðar skotfintur. Onkra
ferðina var hann í góðari
støðu, men honum eydnað-
ist ikki at fáa mál. Men tað
var heilt tætt við onkra
ferðina.
Hóast
klaksvíkingar
einki mál fingu í 1. hálv-
leiki, so vóru teir betri við
fyrru trý korterini, enn teir
vóru eftir steðgin.
Einasta málið í 1. hálv-
leiki fekk NSÍ. Ian Høj-
gaard gjørdi seg til at lyfta
fríspark í brotsteigin. Hann
bíðaði inntil stórstunandi
liðformaðurin, Djóni N.
Joensen, var komin í KÍ
brotsteigin.
Eingin
KÍ
spælari
tóktist
kenna
ábyrgd fyri honum, og so
stútaði Djóni sera væl í
kassan aftanfyri Meinhard
Joensen.
Fleiri aðrir møguleikar
vóru í fyrra umfarinum.
Dánial Hansen hjá NSÍ
gjørdist púra leysur, tá KÍ
málverjin og Jan Andreasen
misskiltu hvønn annan,
men KÍ málverjin blokeraði
skotroyndini. Hjá KÍ var
Alexander Djordjevic leys-
ur, men royndin fór framvið
málverja og málinum.
Brotssparkið avgerandi
Seinna umfarið tóktust teir
á heimaliðnum ikki at hava
so
gott
tamarhald
á
uppspælinum. NSÍ hevði
fatur á langa endanum, og
tað kann væl hugsast, at teir
høvdu megnað at gjørt sær
dælt
av
skjótum
mótálopum, um støðan
leingi hevði verið 0–1, og
teir á heimaliðnum harvið
høvdu verið noyddir at
sleppa meiri í verjuni fyri at
leggja størri dent á álopið.
So var tað, at KÍ
fekk
brotsspark.
Allan
Joensen lyfti frísparksbólt
upp um NSÍ manngarðin,
Hjalgrím Elttør lá flatur,
dómarin bríkslaði, øði kom
í NSÍ grindina, Jens Martin
Knudsen sá gula kortið,
Harley Bertholdsen helt seg
burtur frá bóltinum!, og
Alexander Djordjevic sendi
flatt undir NSÍ málverjan.
Leiðslumálið setti
ferð í klaksvíkingarnar, og
Jan
Andreasen,
aftasti
verjuskansin
og
mest
sannførandi spælarin hjá
KÍ, var høvuðsmaður fyri
sigursmálinum. Hann fór
framvið í vinstru og legði í
brotsteigin.
Alexander
Djordjevic tamdi, og Erling
Fles hevði síðsta fótin á.
Harvið
gjørdist
ungi
maðurin, sum eftir steðgin
hevði
avloyst
Eyðun
Klakstein, men sum ikki
hevði
verið
serliga
eyðsýndur, stóran hetjan
hjá heimaliðnum.
NSÍ trýsti nógv
síðstu løtuna. Sonni L.
Petersen,
Brynjolvur
Nielsen og Áki L. Hansen
komu inn, og hesin síðsti
var tvær ferðir tætt við.
Seinnu ferðina bjargaði Jan
Andreasen á strikuni, og
harvið var greitt, at øll
stigini vóru eftir í Klaksvík.
KÍ-NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Djóni N. Joensen 37
1-1: Aleksander Djordjevic
(br.) 60
2-1: Erling Fles 82
Dómari: Eiler Rasmussen
(Skáli)
KÍ: Meinhard Joensen –
Andrass
Jacobsen,
Jan
Andreasen, Niclas Niclas-
sen – Harley Bertholdsen,
Jan Joensen, Símun Joen-
sen, Allan
Joensen
–
Hjalgrím Elttør, Alexander
Djordjevic, Eyðun Klak-
stein
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Arnfinn Langgaard, Kári
Hansen, Djóni N. Joensen,
Jónstein Petersen – Gert
Langgaard, Ian Højgaard,
Sjúrður Jacobsen, Eddie
Mikkelsen
–
Martin
Glancy, Dánial Hansen
KÍ-NSÍ 2-1 (0-1)
Klaksvíkingar eru í sjeynda himli
Klaksvíkingar otaðu seg
sunnudagin upp um NSÍ. Bæði
á vøllinum og á stigatalvuni
C
M
Y
K