hósdagur 6. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 6. desember 2007
tíðindi
Samrøða
Orð: Jóannes Lamhauge
Myndir: Jan Müller
Onkur ríggin serskøltur hevur
kanska hoyrt navnið fyrr, men
tey flestu munnu ivaleyst halda,
at talan er um okkurt slag av
írskum øli. Neyvan man nøkur
pera heldur fara at glimma, tá
sagt verður, at Loreena
McKennitt er eitt av heimsins
virðiligastu nøvnum í keltiskum/
eklektiskum tónleiki.
Loreena McKennitt er ein
fimmti ára gomul reyðhærd
genta úr Kanada. Hóast hon er úr
Kanada, letur hon ongan iva vera
um, at hon er av írskum-
skotskum uppruna.
Hon hevur eitt skarpleitt
andlitsbragd, lýsandi bleika húð
og grá eygu. Hon hevur eina
erpna men beina nøs, jøvn
kvinnulig kjálkabein, tunnar
eygnabrýr, og sjálvt um hon altíð
hevur ývnan og stóran frunt,
hevur hon eina høga írska pannu
inni undir. Hon hevur 7
tónleikaútgávur á baki umframt
tvær livandi fløgur og eina dvd.
Men hóast hon hevur havt eina
drúgva tónleikakarrieru, ið
byrjaði í 1985, hevur hon havt
eina trygga framgongd øll árini.
Fyrsta apríl var hon í
Keypmannahavn har hon skuldi
framføra í stóra Falconersalinum
á Fredriksberg. Eg hitti hana
nakrar tímar undan framførsluni.
Loreena um seg sjálva
Hvør er Loreena McKennitt, og
hvussu vilt tú lýsa tín egna
tónleik fyri einum, ið ikki kennir
teg?
– Eg vil siga, at eg eri ein píla-
grímur, eins og øll eru pílagrímar
á tann hátt, at vit nýta tey amboð
og tær gávur vit hava til at ferð-
ast í gjøgnum lívið, og øll royna
vit sum frægast at draga ta mein-
ingina vit kunnu burturúr tí. Tá
eg hyggi at tí eg geri og tí eg havi
gjørt, síggi eg, at eg havi heilt
víst brúkt mínar egnu gávur og
mína karrieru sum ein persón-
ligan rannsakanarmiðil til at
granska í teimum tingunum, ið
eg haldi vera áhugaverd. Hetta
eru ofta heilt grundleggjandi
spurningar, sum hvat fær klótuna
at mala, og hvat drívur okkum
menniskju. Og eg haldi, at tað er
undurfult at hava møguleikan til
at nýta tónleikin, granskingina
og ferðingina til at royna at
kanna hesar spurningarnar. Tá eg
so taki alt hetta aftur til tónleikin
hjá mær og geri mínar upptøkur,
so er úrslitið ofta at samanlíkna
við eina ferðadagbók, ella ein
skjalfesting av míni pílagríms-
ferð. Tað verður ofta sagt um mín
tónleik, at tað er alheimstónleik-
ur (world music) tí hann hevur
íblástur úr so nógvum ymsum
heimshornum, men hetta er eitt
so ótrúliga breitt hugtak. Eg
plagi sjálv at kalla tað ferða-
tónleikur (travel music).
Pápi tín var fenaðarsølu
maður, mamma tín var sjúkra
systir og tú vaks upp á einum
bóndagarði í lítlu bygdini Mani
toba í Kanada, men hvussu bar
tað til, at tað júst var tann
keltiski tónleikurin, ið gjørdist
títt kall, og hvussu hendi tað?
– Tað var nokk heldur tann
keltiski tónleikurin, ið fann meg,
enn eg hann. Eg sang í kóri og
gekk til klavertímar sum smá-
genta, og tá eg bleiv eldri kom eg
í samband við eitt livandi fólka-
tónleikaumhvørvi í Winnipeg,
har eg gjørdist hugtikin av kelt-
iskum og serstakliga traditio-
nellum írskum, enskum og
skotskum fólkatónleiki. Tað var
næstan sum kærleiki við fyrsta
eygnakasti, og eg varð beinan-
vegin drigin at hesum tónleik-
inum sum um hann var ein partur
av mær og eg ein partur av
honum, og tað hevði ikki so nógv
at gera við tað, at eg sjálv eri av
írsk-skotskum uppruna. Ser-
stakliga var tað tónleikurin hjá
bretska hørpuleikaranum Alan
Stivell, sum dró meg. – Veit ikki
um hann framførir longur. Eg
keypti mær seinni eina brúkta
hørpu, tá eg var í London
einaferð í 1982, og so hevði eg
so at siga gjørt mær eitt tónlistar-
ligt“ image“. Fyrsta útgávan kom
so trý ár seinni, tá eg hevði lært
meg nøkulunda at spæla á hørp-
una, men eg haldi ikki, at eg dugi
so væl at spæla í dag, sum eg
hevði ynskt mær.
Eg havi havt sera ringt við at
kategorisera mín tónleik og at
seta hann í ein ávísan bás,
kanska serliga tí at íblásturin er
so ymiskur. Fólk spyrja meg t.d.,
hvussu tað ber til, at eg fáist við
keltiskan tónleik, tá eg komi úr
Kanada, men sum keltiskur
tilflytari í einum fleirmentanarlig-
um samfelag, kennir ein eisini
ein ávísan tørv á at kenna sínar
egnu røtur, serliga tá tær vísa seg
at vera aldargamlar.
Tá eg var yngri trúði eg, at
keltarnir bara vóru ein vitleysur
anarkistiskur hópur úr Skotlandi
og Írlandi, men seinni lærdi eg
so, at teir tvørturímóti vóru ein
rúgva av blandaðum ættarbólk-
um, ið komu úr Mið- og Eystur-
evropu fyri eini 2500 árum
síðani. Og upp gjøgnum øldirnar
hava keltarnir so flutt seg –
umframt eisini at verða trýstir av
Loreena McKennitt:
Ein sannur
ferðandi
eigur onga
ferðaætlan
– Eg vil siga, at eg eri ein
pílagrímur, eins og øll eru
pílagrímar á tann hátt, at
vit nýta tey amboð og tær
gávur vit hava til at ferðast í
gjøgnum lívið, sigur sjáldsama
songkvinnan og tónleikarin
Loreena McKennitt
– Tað er ein ófyrigevilig synd at lata ein
aldargamlan mentaarv forfarast og serstakliga
um hann er so einastandandi og sermerktur
sum tann føroyski dansurin sigur Loreena
McKennitt í samrøðu við Jóannes Lamhauge
20
➞