Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. desember 2007 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Tv3 Sunnudag 9. kl. 20.00 Elsker dig for evigt Danskt drama um kærleika og lívsins veikleikar við Mads Mikkelsen og Paprika Steen. Cecilie og Joachim eru forelskaði og skulu giftast. Men ein álvarslig bilvanlukka broytir alt. Førarin í hinum bilinum, ið rennur á Joachim, er Marie. Hon er gift við Niels, og saman eiga tey trý børn. SvF • Sunnudag 9. kl. 20.00 Leivssjóð 5 So er “Leivssjóð” aftur á skránni. Eftir ein steðg í ein góðan mánað, verður nú herjað á aftur undir eitt sindur broyttum karmum. “Leivssjóð” verður á skránni hvørt sunnukvøld frá 9. desember til endan av januar. Sostatt fær Leivur Hansen ikki færri enn 24 gestir á gátt í teimum 8 sendingunum, ið eru fyri framman, umframt gestasolistar. Tríggir teir fyrstu gestirnir verða Sigrið Sivertsen, Hilmar Jan Hansen og Kitty May Ellefsen. Solistur er Uni Reinert Debess. Dr1 • Mánadag 10. kl. 19.00 Michael Palin i det nye Europa Palin kemur til Gdansk í Póllandi. Tað var her 2. Veraldarbardagi brast á, tá ið eitt týskt krígsskip skeyt eftir eini pólskari herstøð. Eitt sindur sunnanfyri Gdansk liggur skipasmiðjan, har ein ungur elektrikari fyrst í 80unum stovnaði óhefta arbeiðarafelagið Solidaritet. Palin hittir fyrrv. forsetan Lech Walesa.