fríggjadagur 7. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 238 - 7. desember 2007
Skúlin á Løgmannabreyt verður ein 2- sporaður skúli frá 1. – 9. fl . Skúlin verður tikin í nýtslu
í stigum, og er ætlanin, at 1. aug. 2008 byrja næmingar í 1., 2. og 3. fl . og frítíðarskúlin.
sansir.fo
Mentamálaráðið søkir eftir skúlastjóra til nýggja Skúlan á Løgmannabreyt.
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan? Vilt tú skapa góðar læriumstøður hjá næmingum og lærarum?
Vilt tú slóða fyri fakligari og sosialari menning? So eigur tú at bjóða teg fram.
Hetta er eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú skalt mynda nýggja skúlan,
taka lut í byggiviðgerðini, innrætta hølini við atliti at innrætting, innbúgvi og amboðum og
leggja námsfrøðiligu kós skúlans.
Heimaøkini hjá næmingunum eru í fýra lonum, sum hava sjálvstøðuga inngongd og
uttanduraøki. Miðað verður eftir, at tveir árgangir halda til í hvørjari lon, uttan í fyrsta
undirvísingarparti, har ætlanin er, at 1. – 3. fl . og frítíðarskúlin eru í somu lon. Hvør árgangur
hevur sítt heimaøki, har góðir møguleikar eru fyri fjølbroyttum undirvísingarvirksemi og
tvørgreinaligum samstarvi. Henda bygningsskipan skapar eisini góðar karmar at skipa
skúlan sum sjálvstýrandi toymi.
Dentur er lagdur á, at lærarar hava góðar arbeiðsumstøður, so teir kunnu gera allar
uppgávur, ið eru tengdar at lærarastarvinum við atliti at fyrireiking og samstarvi, í
skúlanum. Ætlanin er, at arbeiðstíðin hjá lærarunum í skúlanum verður kl. 08.00 - 16.00.
Høvuðsuppgávurnar hjá skúlastjóranum eru:
• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• at fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur
samstarvsfólk skúlans
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa
sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
• at hava tætt samstarv við hinar skúlarnar í kommununi
Harumframt skal stjórin seta í verk:
• menningarætlan fyri skúlan
• ítøkiligar broytingar samsvarandi visjón Mentamálaráðsins og
• eina HR-ætlan fyri skúlan
Vit bjóða
Eitt sera spennandi starv við nógvum ymiskum uppgávum. Góðar møguleikar fyri fakligari
og persónligari menning, og tú fert at taka lut í leiðsluútbúgving, sum Mentamálaráðið
skipar fyri.
Førleikakrøv
Tú skalt hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt
er tað ein fyrimunur, at umsøkjarar hava
• leiðsluroyndir frá almenna- ella privata arbeiðsmarknaðinum
• góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir
• áhuga fyri avbjóðingum
• góðan málførleika, serliga í føroyskum, norðurlendskum og enskum
Setanar- og lønartreytir
Stjórin verður settur í eitt fi mm ára skeið frá 1. feb. 2008. Setanarøkið er undir Menta-
málaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum á Løgmannabreyt.
Starvið verður lønt í lønarfl okki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag, og er lønin kr 32.858,74 umframt 16 % í eftirløn. Harumframt verður
veitt mánaðarlig viðbót, sum er kr. 1.500,00 umframt lønarískoyti fyri tíðaravmarkaða
starvssetan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, øðrum prógvum, skeiðsváttanum, frágreiðing
um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skal vera Mentamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi 11. des. 2007 kl. 12.00.
Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Mentamálaráðið tlf. 355050,
Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost:
mmr@mmr.fo
lýsingar