fríggjadagur 7. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Unikir lampuskermar
Smáu lampuskermarnir eru bundnir úr
tvítráðaðum føroyskum tógvi. Kasta 20 eygu
uppá stokkar nummar 20 og bind 14 umfør
stiklavond. Seyma saman til eitt lítið rør. Drag
stáltráð um annan endan, og bind um fatningin á
peruni á ljósketuni. Bara hugflogið setur markið.
Tú kanst brúka størri stokkar, øðrvísi litir ella
annað slag av tógvi. Ljósketur við kámum perum
rigga væl, tí perurnar verða ikki ov heitur.
Ull er jóla gull
Føroysk ull kann brúkast til annað
klæði. Far ein túr í hagan við
børnunum og samla lesull til ókeypis
jólatilfar. Samstundis gjørt tú
fuglum og náttúru eina tænastu
Jólalig lesull
Stjørnur: Klipp eina stjørnu úr
hørðum pappi. Legg ull um, og heft
hana við at vinda reytt tógv um.
Kransur: Keyp eitt krans úr bambus.
Legg ull um, og heft hana við reyðum
tógvi.
Bæði stjørnur og kransur eru
vælegnað at pynta við úti.
Decouperað jólapynt
DECOPATCH er heitið
á nýggjum slagi av decoupagu.
DECOPATCH pappír er lætt
at arbeiða við, tí tað er
gjøgnumlitað, sterkt og
tunt. Her hava vit
gjørt eitt lítið skrín og
broytt ein gamlan
ljósastaka.
Lagt til rættis: Rigmor Dam og Dorit Hansen
Myndir: Sunva Lassen
Tilfar: Panduro Hobby í 2x3
Hjartajól
Hjørtuni eru úr silkipappíri og
transparentum nóta- og ríspappíri. Eitt
hjarta úr stáltráði við gullperlum kransar
vakra einglabílætið.
Glitrandi glansbíløt
Við glansbíløtum koma bestu
barnadagarnir fram í hugan, við
vinkonum, fellubókum og litføgrum
dósum. Halt lív í barnsliga jólahýrin
Endurvinnið
shoppingposan
Posin frá einum
herligum shopping-
túri í summar er nú
umskapaður til fýra
vøkur kramarhús.
Decouperað við
glansibíløtum, lakkað
og vundin inn í stál-
tráð. Honkin kundi
eisini nýtast aftur.