Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 238 - 7. desember 2007 Tað er ikki hvønn dag at føroyskir bólkar vinna eina stóra heimsumfatandi tón­ leikakapping. Tað hendi í gjárkvøldið, tá Boys in a Band vunnu Global Battel of the Bands. – Hetta er ein løgin kensla, sigur bassleikarin Símun Skorastein úr Leirvík. Heimsmeistarar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo London: - Nú er dreymurin umsíð­ir vorð­in veruleiki!, stað­festir Símun í telefonini eftir ótrúliga sigurin í gjár- kvøldið­. Millum 15 að­rar bólkar í finaluni var full semja um, at tann føroyski bólkurin gjørdist vinnarin í hesi kappingini sum so mong tónleikaeygu eru vend ímó- ti. Teir høvdu als ikki vænt- að­ at vinna hesa kappingina, men tað­ gjørdist kortini úrslitið­, tá kappingin var lið­ug. - Nei, vit høvdu sjálvandi altíð­ eina vón um at vinna, men væntað­u tað­ als ikki. Tú veit, - har eru so nógvir að­rir góð­ir bólkar, og hvus- su skuldu vit klára okkum ímóti teimum?!, sigur Sím- un. Teir fimm í bólkinum spældu sína lívs framførslu og líkt er til at hetta hóvað­i teimum umleið­ 300 áhoyr- arunum í Camden Electric Ballroom í London. Símun hevur eisini sína frágreið­ing um, hví júst tann føroyski bólkurin vann: - Vit hava gjørt nøkur ordiliga góð­ løg, og eg haldi eisini at tað­ riggað­i ómeta- liga væl at framføra tey í gjárkvøldið­. - Tað­ gekk ordiliga væl, og alt gekk sum tað­ skuldi, stað­festir vinnandi bassleik- arin. Sterkastur í Føroyum og í heiminum Teir 15 bólkarnir kappað­ust í gjárkvøldið­ í heimsfinaluni í Global Battle of the Bands í fyrsta lagi um heið­urin at gerast »Heimsins besti nýg- gi bólkur«. Umframt henda heið­urin fær vinnandi bólkurin 100.000 dollarar og eina heimsumfatandi konsert- ferð­. Føroyski bólkurin Boys in a Band streik avstað­ við­ fyrsta plássinum, með­an amerikansku Jetstream fin- gu annað­ plássið­ og Moja úr Japan gjørdust nummar trý. Tað­ byrjað­i fyrr í árinum, tá bólkar úr 38 tjóð­um skul- du finna tann sterkasta bólk- in í landinum at senda til London. Í oktober komu føroyingar fram til, at Boys in a Band var sterkasti føroyski bólk- urin og í gjárkvøldið­ varð­ so stað­fest, at bólkurin eisi- ni er »Heimsins besti nýggi bólkur«. Nýggir møguleikar Fyri góð­um ári síð­ani komu Boys in a Band brakandi inn á føroyska tónleikapallin. Øll, sum høvdu oyru at hoy- ra við­, vistu, at her var talan um okkurt heilt serligt, ið­ kundi gerast stórt. Farna árið­ hevur einans prógvað­ hetta faktum: Teir hava spælt á SPOT, Nibe, Roskilde Festival, G! Festi- val og Iceland Airwaves. Og í næstum skulu teir á Canadian Music Week, South by Southwest (heims- ins størsti showcase festival- ur í Texas, USA) og á By: Larm í Noregi. Og nú runda teir eydnurí- ka árið­ av við­ einum fyrsta plássi í heimsfinaluni í GBOB, áð­renn teir í kom- andi ári fara út á eina heims- umfatandi konsertferð­. - Heið­urin sum »Heimsins besti nýggi bólkur« kann gerast eitt tað­ mest avger- andi startskotið­ hjá einum føroyskum bólki yvirhøvur at fáa altjóð­a gjøgnumbrot. - Hetta gevur Boys in a Band heilt nýggjar møgu- leikar, ja, møguleikar, sum fáur tónleikari her á landi áð­ur hevur fingið­ latið­ upp í hendur, verð­ur sagt. Trúðu tí ikki Sum tónleikarar hava teir í bólkinum uttan iva tosað­ um, at tað­ hevð­i verið­ stutt- ligt at sloppið­ á eina konsert- ferð­ út í heim. Eitt er at spæla í Føroyum, men at sleppa at spæla fyri einum heilt øð­rum skara av fólki, er helst bert ein dreymur sum er untur teim- um fáu. Hetta sleppa teir í Boys in a Band nú. Ikki nokk við­ tað­, hava teir vunnið­ sær 100.000 dollarar og henda ótrúliga heið­urin sum heims- ins besti bólkur. Nú tað­ umsíð­ir eydnað­ist teimum at gera dreymin til veruleika, kom tað­ púra óvart á teir allar. - Ja, tað­ var ræð­uliga løg- ið­. Tað­ gekk faktiskt rættili- ga long tíð­ – næstan ein tími! - áð­renn vit fangað­u tað­, at tað­ vóru vit sum høv- du vunnið­. - Tá tað­ so gekk upp fyri okkum, var tað­ ein ótrúliga góð­ kensla, sigur Símun. GBOB úrslit 2007: 1. Boys in a Band, Føroyar 2. Jetstream, USA 3. Mojo, Japan 4. Atmasfera, Ukraine 5. A Key Is A Key, Danmark 6. Cliff Clavin, Ísland Boys in a Band Heini Niclasen Heri Schwartz Pætur Zachariassen Rógvi Lamhauge Símun Skorastein Fornminnafelag jólasølu Í morgin og sunnudagin skipar fornminnisfelagið­ á Eið­i fyri jólasølu, har fólk fáa høvi at ogna sær ymsar heimagjørdar lutir. Á jólasøluni eru millum annað­ heimagjørdir bundnir og seymað­ir lutir umframt nógv annað­ jólaligt. Jólasølan hjá Eið­is fornminnisfelag er í húsunum á Látrinum og er opin í morgin frá klokkan 14 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 18. Tey, sum støkka inn á gólvið­, kunnu keypa sær kaffi og okkurt afturvið­. Ferðavinnan gevur gjaldoyra Íslendingar fáa altsamt størri inntøkur av fremmandum gjaldoyra burtur úr ferð­avinnuni. Ein uppgerð­ hjá Seð­labanka Íslands fyri níggju teir fyrstu mánað­arnar í ár vísir, at hetta tíð­arskeið­ið­ gav ferð­avinnan 15 prosent størri gjaldoyrainntøku enn somu mánað­ir í 2006. Ferð­avinnan skrásetti 16,5 prosent fleiri ferð­afólk níggju teir fyrstu mánað­irnar í ár enn í somu mánað­ir í fjør, og hagtølini vísa, at bretar og skandinavar eiga tann størsta vøksturin. - Løgið at vinna GBOB Nú liggur heimurin opin fyri limunum í Boys in a Band. Við steypinum í hondini, 100.000 dollarum í lummanum og nógvum íblástri til góðan tónleik, fara teir nú út í heim at spæla Mynd: gbob.com