fríggjadagur 7. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 238 - 7. desember 2007
Nýggjasta
stjørnuskotið hjá
Sambandsflokkinum
hevur longu tikið seg
av aftur listanum
LØGTINGSVAL
Elin Winther Poulsen
elin@sosialurin.fo
Eftir at Sambandsflokkurin
í gjárkvøldið gjørdi av ikki
at stuðla uppskotinum um
at stytta valfreistina, so
tingið fekk tvær vikur eyka
at arbeiða í, hevur Kitty
May Ellefsen gjørt av, at
taka seg av listanum hjá
Sambandsflokkinum.
- Eftir tað, sum hendi í
gjárkvøldið, taki eg meg av
listanum hjá flokkinum,
sigur Kitty May Ellefsen,
sum var eitt av nýggju,
kendu nøvnunum á sam-
bandslistanum. At freistin
at skriva út val ikki varð
stytt, merkir, at nógv mál
detta burtur uttan viðgerð.
Eitt av málunum er útbygg-
ingin av Vága Floghavn.
-Tað er serliga málið um
Vága Floghavn, sum harm-
ar meg, sigur Kitty May.
- Floghavnin liggur í
skeljasori, og vit hava bíðað
eftir heimild úr løgtingin-
um at fara ígongd. Málið er
liðugt viðgjørt í Vinnu-
nevndini og har vantar bert
onnur og triðja viðgerð.
- Tað, at Sambandsflokk-
urin nú bakkar út, merkir,
at farast kann ikki undir
Vága Floghavn, fyrrenn um
nærum eitt ár, sigur Kitty
May Ellefsen. Og hesum
kann hon ikki liva við.
Kitty May Ellefsen, sum
er nevndarformaður í P/F
Vága
Floghavn,
hevur
ongantíð áður verið limur í
nøkrum politiskum flokki.
Hon hevur fingið áheitanir
frá fleiri flokkum um at
stilla upp, og gjørdi fyri
fáum døgum síðani av at
stilla upp fyri Sambands-
flokkin.
Sambandsflokkurin legði
í gjárkvøldið fram eitt upp-
skot um at broyta dagfest-
ingina, soleiðis at stytta val-
frestin ikki skuldi koma í
gildi fyri hesa samgonguna.
Gildiskoman verður ístaðin
1. januar 2009.
Meiri tosk og hýsu
Grønland og Noreg hava skrivað undir sáttmála sum sínamillum
fiskirættindi næsta ár. Sáttmálin, sum varð undirskrivaður
týsdagin, gevur grønlendingum eitt sindur størri kvotu av toski
og hýsu í Barentshavinum, men harafturímóri minkar
upsakvotan. Afturfyri sleppa norsk skip at fiska meiri tosk og
kongafisk í grønlendskum sjógvi, men munandi minni av
svartkalva. Sambært Sermitsiaq er grønlendska fiskivinnan nøgd
við sáttmálan.
Eitt náttúruundur
Íslendskir fiskimenn eru á einum máli um, at sildaveiðan
inni á Grundarfirði á Vesturlandinum er einki minni enn
eitt náttúruundur. Síðani veiðan tók seg upp inni á
fjørðinum, hava skip fylt lastina ferð eftir ferð, og í gjár
fór nøgdin upp um 100.000 tons, skrivar Morgunblaðið.
Harafturímóti er eingin sild á hinum firðunum vestanfyri,
og á Eysturlandinum er heldur eingin sild, hóast tað er
tann vanliga fiskileiðin hesa tíðina á árinum.
Kitty May kom og fór
Klokkan 23:35 í
gjárkvøldið boðaði
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, frá
á Løgtingsins
røðarapalli, at val
verður 19. januar
2008
PoLITIkkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Seks tímar við orðaskifti
millum andstøðutingmenn
um misálit, ið varð tikið
aftur, tá Sambandsflokkurin
endiliga kom við teirri
útmelding, ið lá í luftini
allan seinnapartin og til
langt út á kvøldið í gjár.
Andstøðan helt tað vera
somikið ódemokratiskt at
broyta freistina beint upp-
undir val, og setti tí mis-
álitisuppskot á løgmann.
Orðaskiftið koyrdi meir
ella minni í tómgongd, tí
fyrstu nógvu tímarnar tók
ongin úr samgonguni orðið.
Andstøðutinglimir
søgdu
bart út, at teir hildu lív í
orðaskiftinum av eini ein-
astu orsøk, nevniliga at fáa
Sambandsflokkin at melda
út, at flokkurin ikki tók
undir við at stytta valfreist-
ina, so samgongan fekk
tvær vikur afturat at fáa
samtykt stóru pallettina av
uppskotum, ið framvegis
liggja í tinginum.
Varð um uppskotið at
stytta valfreistina úr seks
niður í fýra vikur samtykt,
hevði samgongan fingið
hetta skotbráðið, men tað
gjørdist sum kunnugt ikki
úrslitið.
Tað vóru teir tríggir and-
støðuflokkarnir, Tjóðveldi,
Miðflokkurin og Sjálvstýr-
isflokkurin,
sum
seint
seinnapartin í gjár reistu
misálitið. Páll á Reynatúgvu
úr Tjóðveldinum, tók tó
ikki undir við misálitinum.
So kom dagsins høvuðs-
persónur,
formaðurin
í
Sambandsflokkinum, Kaj
Leo Johannesen, endiliga
niður av loftinum og í
tingsalin at boða frá einum
broytingaruppskoti.
Her
segði hann, at flokkurin
ikki tók undir við, at løg-
tingið skuldi fáa tvær vikur
afturat at arbeiða í.
Sambandsflokkurin skjeyt
tí upp, at ætlaðu broyt-
ingarnar ikki skuldu fáa
gildi fyri hesa samgonguna,
men ístaðin frá 1. Januar
2009. Saman við and-
støðuni var undirtøka fyri
uppskotinum.
Tó
komu
hvørki misálit ella broyting
í vallógini til atkvøðu-
greiðslu. Høgni Hoydal,
andstøðuleiðari, boðaði frá,
at andstøðan tók uppskotið
um misálit aftur, um upp-
skotið hjá Sambandsflokk-
inum, minus Marjus Dam,
ið er staddur í Danmark,
hevði við sær, at freistin at
útskriva val ikki varð stytt.
Tá klokkan var farin av
hálvgum tólv í gjárkvøldið,
boðaði løgmaður, Jóannes
Eidesgaard so frá, at hann
skrivaði út val at vera 19.
januar.
Hetta merkir samstundis,
at tey mál, sum liggja í ting-
inum, fella burtur.
Siðvenja er, at tingarbeið-
ið steðgar upp, tá val er
útskrivað.
Tó skal tingið viðgera
fyribils
fíggjarlóg
fyri
2008. Øll hini tingmálini
detta burtur, og tey skulu
leggjast fram av nýggjum
eftir valið.
So kom valdagurin
Føroyski punk
bólkurin syngur nú
á donskum og er
valdur út til danska
Melodi Grand
Prixið 2008
TóNLeIkur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað byrjaði við eini kapp-
ing, og nú er føroyski
punkbólkurin The Dreams
komin aftur á slóðina.
The
Dreams
gjørdi
fyrstu ferð var við seg í
MTV reality-røðini A
Cut, men fólksliga gjøgn-
umbrotið fingu teir, tá ið
teir
spældu
føroyskar
klassikarar inn av nýggj-
um og struku upp á tóna-
tindin við sanginum Sasa-
sasa.
Seinastu tíðina hevur
The Dreams arbeitt saman
við danska framleiðaran-
um Chief One, og hann
hevur rættiliga fingið nýtt
lív í bólkinum, sum ljóðar
betri enn nakrantíð áður.
Dømi um hetta eru at
finna á myspace-síðuni
hjá The Dreams.
Og nú eru The Dreams
slopnir upp í part í danska
Melodi Grand Prixnum
við sanginum La’ mig
være, sum teir hava skriv-
að saman við júst Chief
One.
16 sangir eru valdur
burtur úr stóru rúgvuni av
sangum, sum á hvørjum
ári vilja sleppa við til
danska grand prixið.
Vinnarin
av
danska
Grand Prixnum skal finn-
ast í trimum umførum.
Fyrst verða tvey innleið-
andi umfør 12. og 19.
januar, og síðani verður
finalan í kappingini 2.
februar.
The Dreams í danska
Grand Prixnum
Tað stóð nógv á
samgongulimum í gjár
í sambandi við bæði
misálit á løgmann, og at
Sambandsflokkurin ikki
vildi vera við at leingja
tingarbeiðið við tveimum
vikum, so samgongan
kundi fáa samtykt tey
nógvu uppskotini, ið liggja
í tinginum. Hetta verður av
ongum
Mynd: Jens Kristian Vang
Minni enn tveir dagar var
Kitty May Ellefsen valevni hjá
Sambandsflokkinum
Savnsmynd