Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Rákið Sosialurin desember 2007 Meðan vanligu kundarnir bara síggja lítla handilshølið, er alt húsið á tremur av blómuhandli - bæði kjallari, veg- og miðhædd, og enntá eisini í úthúsinum, har kransagrønt verður goymt. Hvør sentimetur er stúvstappaður við alskyns pakke- nellikum, sum Brynhild og hini trý starvsfólkini í Árstíðunum brúka til ymsu árs- og høgtíðirnar. - Føroyar eru so fjarskotnar, at vit mugu hava eitt hampiligt lagur, sigur hon, meðan vit ganga upp trappurnar og koma inn í eitt rúm við einum longum borði og dekoratiónspynti úr enda í annan. Og hon vísir á einar 10 spannir, sum standa spjaddar út yvir gólvið, sorteraðar við jólakúlum, koglum, turkaðum blómum, bondum og sloyfum – alt í heitum jólalitum. - Túsund dekoratiónir verður tað til í jólamánaðinum, sigur Brynhild, meðan hon letur skápshurðar upp og peikar á stakkar av nýggjum reyðum, hvítum og svørtum stakum, føtum og skjularum. - Tey siga at litirnir í ár eru lilla, svart, grátt og hvítt. Vit gera eisini altíð nakað av modernaðum, men ongin ivi er um, at vit yvirliva upp á tað traditionella reyða og grøna. Reyði silkikjólin Og meðan hon vísir runt í dreka- húsinum, fortelur hon um árini, sum fóru. Um veitsluna leygar- kvøldið, har tey hátíðarhildu 25 ára dagin hjá handlinum og 60 ára føðingardag hennara. Og hon fortelur um tilveruna sum blómuhandlari, ið nú lækkar móti endanum. Tí hon orkar ikki meira og leingist aftur til serøkið, har hon starvaðist fyrstu 20 árini av arbeiðslívinum sum sjúkrahjálpari. - Tú skuldi sæð meg leygarkvøld- ið. Í reyðum silkikjóla úr Aberdeen og keyptum hári úr Onglandi, for- telur Brynhild livandi, meðan hon poserar úti á gólvinum og forklárar um kjólan. Og hóast hon eigur átta ommubørn og eitt langommubarn, er tað lætt at ímynda sær hana veitsluskrýdda og herliga eina lívliga nátt í góðum vertskapi. Fekk tríggjar mánaðir Vit sessast millum nelikur og liljur og fáa ein kaffimunn, saman við restunum av kransakøkuni frá leygarkvøldinum. Fyri 25 árum síðani vendi Brynhild tryggu tilver- uni bakið, og hóast hon onki vistu um tað at vera sjálvstøðugt vinnu- rekandi ella um blómubindarí, tók hon stigið og læt upp blómuhandil í Havn. - Upprunaliga hevur mær altíð dámað væl at dekorera. So eg keypti mær eina bók um blomstur- bindarí og fekk samband við nakrar leverandørar gjøgnum Volker Behrens, sum hevði blómuhandilin Floru. Eitt sindur frekt blakaði eg meg bara út í tað, sigur Brynhild og minnist, at Volker gav henni bert tríggjar mánaðir í bransjuni. Broyttar blómutíðir Hesi 25 árini, Brynhild hevur havt blómuhandil, er nógv broytt. Til dømis er tað púra vanligt í dag, at ungir menn í 30’unum koma inn og keypa eina bukett – ikki til konuna, men til sín sjálvs, tí teir halda blómur vera vakrar. Eisini ungu brúðrarnar eru broyttar. - Tær vita akkurát, hvat tær vilja hava. Og tær duga sera væl at velja, sigur Brynhild, sum heldur størsta skrekkin vera eina kedda brúður. - Brúðarbukkettin kann ikki broytast, tí hon verður heintað beint uppundir vígsluna. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at kjóli, blómur og alt hitt er perfekt hendan størsta dagin í lívinum, sigur Brynhild. Eisini í blómuheiminum er tað mótin, sum ger av, hvat er inn tær ávísu árstíðirnar og høgtíðirnar. Seinastu mongu árini hevði tað einfalda verið fyrimyndin. Men Brynhild hevur varhugan av, at rákið er um at venda. - Í løtuni er tendensurin, at borðprýði og tílíkt skal vera so einfalt, at tað nóg illa sæst. Ein long blóma í einum smølum vasa hevur verið at sæð á konfirmatións- borðunum í eini tíggju ár, og tað er faktiskt nokkso keðiligt. So eg rokni við, at vit fara at gera eitt sindur meira burturúr komandi árini, greiðir Brynhild frá. Fylgir familjunum At vera blómuhandlari er eitt sind- ur átøkt starvinum sum prestur, soleiðis at skilja, at tú fylgir familj- unum í nærumhvørvinum í lívsins og ársins lág- og hátíðum. Ungi drongurin, sum keypir eina for- elskaða rósu. Tá tvey góð koma inn og bíleggja blómur til brúdleypið. Tá tey doypa og konfirmera børnini. Og so allir brúðar-, forsónings-, og mammudagarnir, fyri ikki at gloyma spontanu bukettirnar. Og natúrliga fylgja blómurnar okkum eisini í jørðina aftur. - Umstøðurnar eru so smáar her hjá okkum. So ofta kenna vit ørind- ini, tá ið fólk kemur á gátt. Vit laga okkum automatiskt til støðuna, og vísa á tann hátt okkara virðing. Viðhvørt fara vit afturum við fólki, so tey ikki standa mitt í øllum og blomstrað, sigur Brynhild. Stillis- liga greiðir hon frá, at í vikuni tók hon ímóti einum foreldrapari, sum hevði mist eitt barn. - Lítla barnið liggur nú úti í kapelli- num á einari vakrari legu av blóm- um, sum á eini summarong. Sorgina kunnu vit ikki taka frá teim- um, men vit royna altíð at gera tað so pent, sum til ber, hugleiðir hon. - Nógv kunnu vit venja okkum við, men ikki at børn og ung fólk doyggja. Tað fer beint inn í hjarta- kúluna, serliga í sambandi við Á jólum eru kundarnir reyðir Hóast rákið sigur svart og lilla, eru kundarnir til tað meira traditionella, sigur Brynhild Gaard Joensen, sum fyri 25 árum síðani keypti sær eina bók um blomsturbinding og læt blómuhandilin Árstíðirnar upp