fríggjadagur 7. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 238 - 7. desember 2007
Fyri tey flestu man
8. november merkja
valdagur. Men síðani
meira órgógv kom í
tingarbeiðið – fyrstu
ferð í nýggjari tíð í
1980, hava vit havt
fýra løgtingsval í ótíð.
Seinasta løgtingsval
og tað komandi
valið eru tey fyrrstu
januarvalini síðani
1940. Men í 1932 var
eisini løgtingsval 19.
januar
LØGTINGSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Síðan vit fingu politiska
floksbýtið á løgtingsvali
num í 1906, hava vit havt
15 novemberval, har av tey
10 hava verið 8. november.
Januarval vóru vanlig frá
1924 til 1940.
Tey fyrstu árini var løg
tingsval annað hvørt ár, har
so helmingurin av tinginum
varð valt í senn. Tey valini
vóru oftast í februarmánaði.
Men hesum varð farið frá í
1918, tá valt var um alt land
ið í senn, og soleiðis hevur
verið síðani.
Síðani 1980 hava vit hava
fýra løgtingsval í ótíð. Í
1980 slitnaði samgongan
millum
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldisflokkin og Fólka
flokkin um uttanlandssigl
ingina hjá Strandferðsluni.
Í 1990 slitnaði samgongan
millum Fólkaflokkin, Sam
bandsflokkin og Tjóðveld
isflokkin um eina eykajáttan
upp á nakrar milliónir til
Landsverksfrøðingin.
Í 1994 slitnaði samgong
an millum Javnaðarflokkin,
Tjóðveldisflokkin og Sjálv
stýrisflokkin.
Í 2002 slitnaði samgongan
millum Fólkaflokkin, Tjóð
veldisflokkin, Miðflokkin og
Sjálvstýrisflokkin, eftir at
Tjóðveldisflokkurin
hevði
lagt misálit fram móti An
finni Kallsberg, løgmanni.
Vit skulu 76 ár aftur í tíð
ina fyri at finna eitt løg
tingsval, sum varð hildið 19.
januar. Tað var í 1932. Við
hetta valið fekk Sjálvstýris
flokurin átta tingmenn,
Sambandsflokkurin 11 og
Javnaðarflokkurin
tveir.
Broytingin var, at Sjálv
stýrisflokkurin misti tríggj
ar, Sambandsflokkurin misti
ein og Javnaðarflokkurin
varðveitt sínar tveir ting
menn. Talið av eykaman
datum, sum kundi verða upp
til 10 gjørdi, at ofta stórur
munur var á, hvussu nógvir
tingmenn mannaðu tingið.
Leita vit á netinum upp á
hendan dagin, so kann til
stuttleika leggjast afturat, at
hendan 19. januar í 1932
kom Herbert Hoover, forseti
í USA, fram við uppskoti
num
um
fimm
daga
arbeiðsviku...
Fyrsta løgtingsval í januar síðani 1940
2008:
19. januar
2004:
20. januar
2002:
30. apríl
1998:
30. apríl
1994:
7. juli
1990:
17. november
1988:
8. november
1984:
8. november
1980:
8. november
1978:
8. november
1974:
7. november
1970:
7. november
1966:
8. november
1962:
8. november
1958:
8. november
1954:
8. november
1950:
8. november
1946:
8. november
1945:
6. november
1943:
28. august
1940:
30. januar
1936:
28. januar
1932:
19. januar
1928:
23. januar
1924:
22. januar
1920:
10. november
1918:
24. apríl (fyrstu ferð valt um alt landið)
1916:
28. februar (sunari helmingur)
1914:
2. februar (norðrari helmingur)
1912:
2. februar (sunnari helmingur)
1910:
12. februar (norðrari helmingur)
1908:
2. februar (sunnari helmingur)
1906:
18. juli
BÓKAÚTGÁVA
Forlagið
Ritstarv
hevur
givið út siðsøguligu bókina
“Hvalurin er mín”, sum
Helgi
Jacobsen
hevur
skrivað.
HVALURIN ER MÍN er
ein
søgulig
lýsing
av
stórhvalasøguni í Føroyum.
Bókin er somuleiðis ein
lýsing av sjálvari veiðuni á
hvalabátunum og arbeið
inum
á
hvalastøðunum.
Talan er um ein nærum
gloymdan tátt í okkara
vinnulívssøgu, sum byrjaði
í 1894, og sum var í hæddini
frá 1898 til 1911.
Tað vóru norðmenn, sum
byrjaðu stórhvalaveiðuna í
Føroyum, men onkustaðni
var
helmingurin
av
partapeninginum føroyskur.
Bókin lýsir væl ta ídnaðar
menning, sum kom til
Føroya við guvuskipum,
kanónum og sjey framkom
num hvalastøðum á landi
og onkuntíð 17 hvalabátum
samstundis.
Seinni yvirtóku føroy
ingar hvalastøðirnar í Lopra
og við Áir.
Hvalaveiðan útvegaði frá
byrjan nógv arbeiðspláss
og rindaði eitt skiftið meira
pengar til almennu amts
kassarnar og vegagerð, enn
nøkur onnur einstøk vinna.
Nýggj tíð var komin til
landið. Arbeiðsmenn fingu
pengarnar í hondina, og
menningin av áður ognar
leysum fólkum fekk eitt
nýtt bein at standa á.
Stórhvalavinnan
hevði
samstundis
sera
stóran
týdning
fyri
føroyska
húsarhaldið við bíligum
hvalatvøsti sum munadygt
føðsluískoyti.
Fakta:
Hvalurin er mín
Høvundur: Helgi
Jacobsen
310 síður og 230 myndir
kr 320
Nýggj bók: Hvalurin er mín
Løgtingsvalini seinastu 102 árini hava verið
hildin hesar dagar:
Tað var meðan
løgmaður gekk
og spákaði sær í
navnframa býnum
Waterloo 10 km
sunnan fyri ES-
høvuðsstaðin,
Brúsell, at hann fekk
boðini um stríðið í
samgonguni
LØGTINGSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var við býin Waterloo,
at Napoleon Bonaparte,
seinasti franski keisarin,
fall tann 18. juni 1815 og
varð fluttur á fangaoynna
St. Helena, har hann var
restina av ævi síni.
Tað var kanska ikki júst
hesa samanberingina, løg
maður meinti við, men tað
var meðan hann gekk í
Waterloo,
at
Kaj
Leo
Johannesen ringdi til hans
ara og segði, at álvarsamir
trupulleikar vóru í sam
gonguni,
tí
at
John
Johannessen
hevði
lagt
uppskot fram á ting um
nýggja
studentaskúla
í
Hoydølum.
Á tingsins røðarapalli
hugleiddi
løgmaður
í
gjárkvøldið um orsøkina
til, at Sambandsflokkurin
tók stuðulin til samgonguna
aftur. Hann helt ikki, at
orsøkin kundi vera uppskot
ið hjá Johan Johannessen,
tað var tikið aftur.
Allar hesar søgurnar um
øll málini, sum liggja í
tinginum, er ein mýta. Tey
eru øll innroknað í fíggj
arlógina – uttan tvey, sum
ikki vera realiserað, segði
løgmaður.
Hann segði, at hann hevði
hugt Kaj Leo Johannesen í
eyguni á síðsta samgongu
fundi og avtalað við hann,
at samgongan skuldi gjøgn
umføra øll hesi málini.
So trúði eg, at tað var
málið um at stytta freistina
at útskriva val, sum var
orsøkin. Men tað kann tað
heldur ikki vera, um man
hyggur eftir álitinum frá
rættarnevndini og lesur tað,
sum formaðurin, Marjus
Dam hevur skrivað, segði
løgmaður, og so skrivaði
hann út val at vera 19.
januar 2008.
Løgmaður fekk boðini í Waterloo
Tinghúsið sum tað sá út um
næstsíðsta aldamótið. Fyrsta
løgtingsvalið eftir floksbýtið á tingi
var í 1906. Síðani tá hava verið
32 løgtingsval. Árini frá 1906-16
var løgtingsval annaðhvørt ár, har
ávikavist fólk í sunnaru helvt og
norðraru helvt valdi aðruhvørja
ferð. 15 løgtinsval hava verið
hildin í november, 10 teirra hava
verið tann 8. november
Jólakonsert við Tórshavnar Kamarkóri
Sunnudagin 9.desember kl. 17 hevur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Bæk sína
árligu jólakonsert sum í ár verður í nýggju stásiligu Hoyvíkar Kirkju. Skráin er sera
fjølbroytt. Millum annað framførir kórið Magnificat í Bdur eftir Francesco Durante. Til hetta
verkið hevur kórið fingið fimm strúkarar frá Tórshavnar Musikkskúla umframt at fýra
sangsolistar eru við til framførsluna. Nýggja verkið “Himin boðar hátign Guðs” ið Kári Bæk
komponeraði til vígsluna av Hoyvíkar Kirkju verður eisini framført á hesi jólakonsertini. Til
hetta verk eru eisini tveir floytusolistar og ein bariton solistur. Til eina jólakonsert hoyra eisini
meira siðbundnir jólasangir, og til teirra, sum vilja hoyra hesar, er eisini okkurt, tí fleiri tílíkir
eru eisini á skránni. Afturat Tórshavnar Kamarkóri framføra musikkskúlanæmingar eisini
nøkur verk á hesi jólakonsertini.
Hugnalig jól í Vágum
Tey, ið hava hug at ogna sær ein góðan hondvirkaðan lut, og ein góðan
drekkamunnu fáa eitt gott høvi til hetta í Pakkhúsinum Bø. Henda sølan
ehvurverið opin og verður opin leygardagin aftrat. leygardagin., sum hevur
opið til og við leygardagin 08.12, har nógv hondvirkað verður selt og ein
góður drekkamunnur er at fáa. Eisini sørvingar gera burtur úr nú undan
jólum. Har eru eini hugnalig jólahús, sum hevur opið sunnudagarnar fram
til jóla.