fríggjadagur 7. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
.
Sosialurin desember 2007
Rákið
vanlukkur, sigur Brynhild, sum
hevur serlig evni við fólki, blíð og
líkatil. Kanska íbirt av uppvøkstri
num í Skopun í einum systkina
flokki uppá átta.
Fittir rósumenn
Mannfólk og blómur hoyra onkurs
vegna saman. Har hevur javnstøð
an ikki tikið yvir – enn. Og sjálvandi
hevur Brynhild upplivað nógvar
góðar við monnum gjøgnum árini.
Eitt nú er tað púrasta vanligt, at teir
koma á gátt á brúdleypsdegnum
og biðja um eina bukett til frúuna,
“tí hon hevur brúdleypsdag”, sum
teir taka til.
Sum um, at teir ikki eisini sjálvir
hava brúdleypsdag, sigur hon og
flennir. Ella tá teir blaðungir og
nýforelskaðir koma inn fyrstu ferð.
So stendur hann har, fittur,
smæðin og ivandi, og lýtir seg
íkring. Tá plagi eg at hjálpa honum
eitt sindur og taka nakað soleiðis
til: “Nú hava vit aftur ein rósudrong
her”. So lætnar hann, keypir eina
reyða rósu, og fer glaður út aftur.
Eisini hava tey ein fastan kunda,
sum javnan kemur at keypa konuni
blómur. Men hann er ikki sum hinir,
tí hann er so øgiliga góður við
hana.
Hann biður um eina bukett fyri
5.000 krónur. Og hon skal vera í
einum, so vit fáa næstan ikki hildið
henni saman, forklárar Brynhild,
sum onkuntíð hevur spurt hendan
sama mannin, um hon ikki heldur
skal binda honum fleiri smærri og
pynta upp við teimum inni hjá
frúuni. Men nei, tað skal vera eitt
stórt tyssi hvørja ferð.
Tað hendir seg eisini, at ein
maður kemur inn, sum skal hava
okkurt at blíðka konuna við. Tá
bindi eg eina sterka bukett við
nógvum spískum tornum í, sum
hon kann slongja um oyrini á hon
um, sigur Brynhild og flennir í kíki.
Nei, tvætl, tað er ógvuliga sjáld
an at sovorðið kemur fyri í dag. Tað
var vanligari fyrr. Veit ikki hví.
Vælgerandi blómupengar
Seinastu árini hava bert verið
tríggir blómuhandlar í býnum. Og
hóast býurin man vera tvífaldaður,
hava allir úr at gera. Fyrr vóru fleiri
Framhald á næstu síðu
At vera blómuhandlari er eitt sind
ur átøkt starvinum sum prestur,
soleiðis at skilja, at tú fylgir familj
unum í nærumhvørvinum í lívsins
og ársins lág og hátíðum