fríggjadagur 7. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 238 - 7. desember 2007
Fornminnafelag jólasølu
Í morgin og sunnudagin skipar fornminnisfelagið á Eiði fyri
jólasølu, har fólk fáa høvi at ogna sær ymsar heimagjørdar lutir.
Á jólasøluni eru millum annað heimagjørdir bundnir og
seymaðir lutir umframt nógv annað jólaligt. Jólasølan hjá Eiðis
fornminnisfelag er í húsunum á Látrinum og er opin í morgin
frá klokkan 14 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 18. Tey,
sum støkka inn á gólvið, kunnu keypa sær kaffi og okkurt
afturvið.
Gjaldoyra frá ferðavinnu
Íslendingar fáa altsamt størri inntøkur av fremmandum
gjaldoyra burtur úr ferðavinnuni. Ein uppgerð hjá
Seðlabanka Íslands fyri níggju teir fyrstu mánaðarnar í ár
vísir, at hetta tíðarskeiðið gav ferðavinnan 15 prosent størri
gjaldoyrainntøku enn somu mánaðir í 2006. Ferðavinnan
skrásetti 16,5 prosent fleiri ferðafólk níggju teir fyrstu
mánaðirnar í ár enn í somu mánaðir í fjør, og hagtølini vísa,
at bretar og skandinavar eiga tann størsta vøksturin.
Dagurin í gjár var
merktur av stórum
spenningi millum
tingfólk. Neyvan
man løgmaður í
stjórnartíð síni hava
verið so kroystur, tí
tað breyt veruliga í
bæði borð
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað
byrjaði
longu
frá
morgunstundini av.
Sosialurin tosaði við Kaj
Leo Johannesen tíðliga á
morgni, í formaður Sam
bandsfloksins hevði nevni
liga givið ilt av sær í løg
tinginum dagin fyri, har
hann førdi fram, at hildu
samgongulimir ikki uppat
at fiska í sjálvdrátti, so vildi
Sambandsflokkurin
ikki
sigla við meir.
Tað, at samgongulimír
leggja uppskot fram av
sínum eintingum, kann stutt
sagt ikki góðtakast, segði
Kaj Leo Johannesen við
Sosialin í gjár.
Hann segði eisini, at hann
fór at krevja ein fund við
hinar báðar formenninar í
samgonguflokkunum
har
greiða skuldi fáast á, um
flokkarnir vóru sinnaðir at
fylgja fíggjarlógarsemjuni,
sum gjørd var í síðstu viku.
Tí, sum hann segði, var
eingin
fíggjarlógarsemja,
var heldur eingin samgonga.
Løgmaður var staddur
uttanlands til fiskivinnu
samráðingar við ES, og
hann fekk sanniliga onga
»standing ovation« tá hann
kom heimaftur við einari
fyri so vítt rættiliga góðari
avtalu. Fyrst var hann
kravdur á samgongufund,
og – sum um tað ikki var
nóg mikið – fekk hann
sanniliga eisini eitt misálit
sett fram ímóti sær.
Hetta misálit var lagt
fram, meðan teir tríggir
floksformenninir sótu á
fundi.
Og hóast tað framman
undan hevði verið okkurt
graml um hetta í »korridor
unum«, høvdu samgongu
tingmenn
týðiliga
ikki
roknað við, at misálitið
kom so knappliga.
Steðga samgonguni
Tað var heilt týðiligt, at mis
álitið varð lagt fram av
andstøðuni fyri at brúka so
nógva arbeiðstíð upp hjá
samgonguni sum gjørligt.
Andstøðan visti framman
undan, at uppskotið ongan
møguleika hevði fyri at
koma ígjøgnum, eisini –
men ikki bara – tí, at ein av
andstøðutinglimunum ikki
vildi stuðla misálitinum.
Hetta tóktist eisini púra
greiða endamálið við upp
skotinum, tá andstøðulimir
ein eftir annan trinu á tings
ins røðarapall, meðan sam
gongulimir vóru merkiliga
tigandi.
Kortini var tað fundurin í
Sambandsflokkinum, sum
gjørdist meiri spennandi
málið sum seinnaparturin
leið. Vantandi áhugin hjá
samgongulimum at taka
orðið í málinum um misálit
á løgmann saman við bíðan
ini eftir einum úrsliti frá
fundinum í Sambandsflokk
inum gjørdi, at bæði sam
gongulimir og miðlafólk
mistu áhugan fyri umrøðuni
í tingsalinum. So hesi sam
an við teimum andstøðu
limum, sum »ikki áttu tørn«
á røðarapallinum, savnaðust
í gongini í tinghúsinum.
Tá so klokkan nærkaðist
hálvgum átta á kvøldi,
kundi Kaj Leo Johannesen
endiliga boða frá, at Sam
bandsflokkurin hevði tikið
eina støðu. Men hann vildi
kortini ikki upplýsa, hvør
hendan støðan var, tað
skuldi bíða, til triðja viðgerð
av málinum um broytingar í
vallógini komu fyri.
Formaðurin í sambands
flokkinum kundi tó vátta, at
teir ikki fóru at slíta sam
gonguna, men tað lá kortini
í luftini, at teir heldur ikki
skuldu roknast sum trúgvur
stuðlar til triðju viðgerðina
um broytingar í vallógini.
So menn vóru eitt sindur
í iva um, hvussu teir skuldu
lesa støðuna hjá Samband
inum. Men eitt stóð í hvussu
er fast: Kaj Leo Johannesen
var »centre og attention« í
løgtinginum í gjárkvøldið.
Spenningur í løgtinginum
Tað var næstan sum at bíða eftir Goudot, men Kaj Leo Johannesen kundi at enda boða frá, at
hann hevði tikið eina støðu – sum hann ikki vildi siga, hvør var. Hetta kom tó fram seini um
kvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
Komandi vikuskifti
verða tey seinasta
jólatrøini í kommun
uni tendrað, uttan tað
í Syðradali, ið verður
tendrað um eina viku.
Jólatræið í Kirkjubø
verður tendrað nú
fríggjakvøldið kl.19.
JÓL
Jólatræið á Velbastað verð
ur tendrað leygardagin kl.
16. Tað verða Jógvan Arge,
býráðslimur, og Kristine
Hestbech, prestur, ið tala.
Havnar Hornorkestur spælir
hugnaligan jólatónleik, tá
træið verður tendrað, og
jólamaðurin vitjar. Jólatiltak
verður í skúlanum.
Klokkan 18.00 verður
træið tendrað á Hvítanesi.
Har fara Annika Olsen,
býráðslimur, og Hanus Sim
onsen, prestur, at halda
røðu. Jólamaðurin kemur á
vitjan, og tey fara at bjóða
drekkamunn í skúlanum á
Hvítanesi.
Sunnudagurin 9. decem
ber verða ikki færri enn
seks jólatrø tendrað ymsa
staðni í kommununi.
Í Kaldbak verður tendrað
klokkan 15.30, har Jan
Christiansen, býráðslimur,
og Hanus Simonsen, prest
ur, fara at halda røðu. GHM
spælir, og jólamaðurin kem
ur við brandbilinum úr
Kollafirði. Drekkamunnur
verður at fáa í skúlanum.
Á Argjum fara tey at
tendra jólatræið við brúnna
um Sandá klokkan 17.00.
Har fara Jógvan Arge,
býráðslimur, og Heri Joen
sen, prestur, at halda røðu,
og GHM fer at spæla. Ein
skúlaflokkur
á
Argjum
bjóðar drekka og hevur
sølubás frá kl. 15. Í ár fær
jólamaðurin stundir at vitja
á Argjum.
Í Norðradali verður træið
tendrað
klokkan
18.30.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, og Heri Joensen,
prestur, halda røðu, og eis
ini í Norðradali fer GHM
at spæla jólaløg. Í Norðra
dali bjóða tey ein drekka
munn í skúlanum.
Í Kollafirði verður verður
stórt adventstiltak í ítróttar
høllini kl. 15, har verður
borðhald, og korið Dropar
syngur, og Marjun Bæk,
prestur, heldur røðu. Kl. 17
verður træið tendrað við
skúlan, og dansað verður
um træið.
Í Nólsoy verður jólatræið
tendrað sunnudagin klokk
an 15.30. Havnar Hornork
estur verður í Nólsoy hend
an dagin, Hildur Eyðuns
dóttir,
býráðslimur,
og
Sverri Steinhólm, prestur,
halda røðu og tendrað træ
ið. Í Nólsoy eru tey so hepp
in, at hava egnan jólamann.
Hann býr har úti, so hann
kemur sjálvandi framvið
sunnudagin. Eisini nólsoy
ingar og tey, sum vitja í
Nólsoy sunnudagin, fáa ein
drekkamunn, tá jólatræið
er tendrað.
Jólatræið í Hesti verður
tendrað
klokkan
14.30.
Heri Joensen, prestur, fer
at halda røðu. Eisini í Hesti
bjóða tey ein drekkamunn,
tá træið er tendrað og jóla
maðurin vitjar.
Tendra átta jólatrø í Tórshavnar kommunu