Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Rákið Sosialurin desember 2007 handlar, men tá var ikki vanligt at senda pengar til ávís endamál í sambandi við jarðarferðir. - Tað var tann reini ørskapur, tí hvørt mansbarn sendi blómur ella krans, sigur Brynhild, sum heldur tað vera sera positivt, at fólk senda pening til vælgerandi endamál. - Vit hava úr at gera, og ongin fer í grøvina uttan blómur. Tey nærm- astu keypa altíð, og peningurin kemur teimum livandi til góðar og hjálpa nógvum felagsskapum. Vit eru serfrøðingar Spurd, um eitthvørt er, sum tey seta eina serliga æru í, greiðir Brynhild frá, at í sambandi við jarðarferðir hevur tað stóran týdning, at tey avvarðandi kunnu líta á, at tey ikki nýtast at hugsa meira um blómurnar, tá ið tey hava bílagt tær. - Vit fortelja teimum, at vit taka okkum av øllum, bæði kapellið, at leggja blómurnar pent á kistuna og at pynta upp í kirkjuni. Hetta hevur stóran týdning, tí tey hava als ikki yvirskot til at taka sær av blómum og kransum, sum bara verða løgd inn á gólvið heima ella í kirkjuni. Vit eru serfrøðingar á økinum, og gera hetta hvørja ferð, eisini jóla- aftan, um tað skuldi verið, sigur Brynhild. Detta av jólaaftan Sum sagt er tíðin í drekahúsinum farin at halla. Brynhild ætlar at selja handilin og koma víðari. - Onki menniskja trýr, hvussu strævið tað er at vera blómuhandl- ari, sigur hon. Og yngri starvsfelag- in, Elin, tekur undir við henni, með- an hon hampar nakrar plantur, sum komu við Norrønu í morgun, tríggjar dagar ov seint. - Tað egnar seg í øllum førum ikki til eitt vanligt familjulív, skoytir hon uppí, og tær vísa til gravarferðir fyrsta jóladag og langa fríggjadag. - Jólini liggja vit fullstendiga avdotnar undir jólatrænum, siga tær at enda og flenna hjartaliga. Skrivað hevur: Rigmor Dam Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Túsund dekoratiónir verða handaðar um skivuna í desember. – Men stuttligast er at avgreiða bíleggingar til reseptiónir, tí tær skulu allar vera ymiskar. So tá sleppa vit veruliga at royna okkum, sigur Brynhild