fríggjadagur 7. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 238 - 7. desember 2007
Heimið hjá Lis Helgu
dóttur verður um
vikuskiftið karmur
um framsýning
við sniðgivnum
klædnapløggum,
lekrum lutum úr leiri
og løttum málningum
eftir fimm skapandi
havnardamum
Framsýning
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Lis Helgadóttur og maðurin
Lars hava brúkt næstan alla
frítíðina seinastu árini til at
seta húsini í Niels Finsens
gøtu 40 í stand. Nú tey eru
komin undir land við øllum
umvælingunum, gongur eis
ini ein annar gamal dreymur
hjá Lis út. Nevniliga at
leggja lunnar undir eitt ný
skapandi konsept í føroysk
um høpi, sum fevnir um eitt
skapandi umhvørvi fyri
kreativar sálir at virka og
sýna fram í. Fyrsta úrslitið
av hesum dreymi kunnu vit
uppliva um vikuskiftið, tá
Lis skipar fyri einari hugna
ligari
jólasøluframsýning
við klædnasniðgeving, sáp
um, keramikki og málninga
list. Umframt Lis, sum snið
gevir og bindur troyggjur,
fara fýra áðrar havnardamur
at sýna fram tað, sum tær
hava latið úr hondum sein
astu mánaðirnar. Tær eru
Barabara í Gongini og Elin
Lindenskov við sniðgivnum
klæðum, Hildur Hermansen
við vælumtóktu leirlutunum
og Durita Dam við máln
ingum.
– Hetta er ein gamal
dreymur, sum nú gongur út,
sigur Lis, sum umframt tær
tríggjar hæddirnar í nýum
vælda húsinum, eisini ætlar
at innrætta 70 fermetra
stóra síðubygningin út móti
Havnar á, sum rennur beint
undir húsinum. Hetta er
bygningurin, sum Volvo
helt til í, og sum hevur stað
ið tómur í nøkur ár nú.
– Tá eg og Lars keyptu
hesi húsini var tað ongantíð
ætlanin, at tey bara skuldu
vera til okkum at búgva í.
Vit ynsktu, at tey skulu
rúma skapandi virksemi og
vera karmur um handar
beiði, list og framsýningar,
sigur Lis Helgadóttir, sum
vanliga undirvísir á frisør
linjuni í Tekniska skúla í
Havn. Eisini undirvísir hon
á nýstovnaðu klædnalinjuni,
sum varð sett á stovn í
summar.
Útbúgvin bindi
designari
Hetta leiðir okkum beint
víðari til aðrar førleikar
hennara, nevniliga binding
in, sum er stóri áhugi henn
ara eisini. Lis er útbúgvin
bindidesignari, sum hon
sjálv sigur, og hevur bundið
nakrar sera lekkrar troyggj
ur, sum eisini verða partur
av framsýningini um viku
skiftið.
– Eg fái íblástur úr altjóða
mótaheiminum og leggi
meg eftir at binda mjúkar,
vælsitandi og klassiskar
troyggjur
úr
mjúkari
merinoull, sum eg síðani
tøvi. Eg eri ikki til føroysk
bindimynstur og tógv sum
prikar, tí eg haldi at klæði
skulu vera lekkur at vera í.
Troyggjurnar eru ikki heilt
lidnar, tá eigarin fær tær, tí
tær skulu forma seg til
kroppin hjá viðkomandi,
sigur Lis. Nógvar av troyggj
unum eru sláom, sum
verða festar við einari nál.
Nýggjur skapandi
depil
Nú framsýningin hjá teim
um fimm er sett upp, og
dyrnar lata upp seinnapartin
fríggjadagin klokkan 16,
sigur Lis, at tað er sum ein
sonn forloysing at síggja
allir lutirnir, klæðini og
málningarnir í síni heild.
– Vit fýra eru ikki pro
fessionellar, men hava allar
arbeiði við síðurnar av. Bar
bara í Gongini roynir har
afturímóti at gera seg gald
andi á altjóða marknaðinum,
og eg haldi veruliga, at hon
hevur uppiborið at fáa størri
viðurkenning her á landi, tí
hon ger nøkur fantastiska
lekkur klæði, sigur Lis, sum
vónar at kunna bjóða fólki
inn í nýggja bygningin um
eitt ár ella so.
– Tey etableraðu hava síni
arbeiðs og framsýningar
høli. Og í mun til siðbundið
heimavirki, so hava tey eis
ini síni støð at arbeiða og
sýna fram í. Tað, sum eg
mangan havi saknað, er eitt
stað til feminint listahand
verk og list, til okkum, sum
fáast við alt møguligt, men
sum ítriv. Eitt stað, har tú
kanst koma inn í eitt tíðar
skeið og arbeiða. Ella at
skipa fyri skeiðum fyri allar
hesar kreativu kvinnurnar,
sum duga so nógv, sigur
Lis, sum eisini ætlar at hava
framsýningar og at bjóða
fólki inn at síggja.
Privat initiativ
Og hon er væl greið um, at
tað ber ikki til at liva av slík
um í Føroyum, og at hon tí
má hava tað afturat vanliga
arbeiðinum.
– Í londunum uttan um
okkum er tað inn at bjóða
fólki inn á gátt, ikki bara at
eta og drekka, men eisini til
eina uppliving. Hetta haldi
eg vera sera inspirerandi.
Og tað eri eg, sum geri av,
hvør sleppur framat, tí hetta
er eitt útilokandi privat
initiativ, sigur Lis flennandi.
Hon hevur ikki lýst við
framsýningini á vanligan
hátt, men kunnað um hana
via teldupost og munn til
munn metoduna.
Jólasøluframsýningin
heima hjá Lis verður um
vikuskiftið í Niels Finnsens
gøtu 40, beint omanfyri
Skræddaran og Cosmeto.
Framsýningin
er
opin
soleiðis: fríggjadagin 16 –
20, leygardagin 12 – 18 og
sunnudagin 14 – 18.
Listaheimið hjá Lis
Søluframsýningin verður á river-side Havnar á, omanfyri Skræddaran og Cosmeto. Skapandi damurnar á myndini: Fremst og
aftureftir í sofuni Lis Helgadóttir, sniðbundnar troyggjur, Elin Lindenskov, endursniðgivin klæði og sápur, Durita Dam, málningar
og Hildur Hermannsen, lutir úr leiri. Barbara í Gongini vantar á myndini, men sýnir fram Avant-garde klæði