Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 7. desember 2007 tíðindi Í ár eru 100 ár liðin, síðan fyrsti salur hjá brøðrasam­kom­uni í Porkeri var bygd­ur, og verða í hesum­ sam­band­i tvey m­øtir í Betania í Porkeri nú sunnud­agin. - Kl. 15.30 verður søgan hjá sam­kom­uni lýst við m­ynd­um­. Og, seinni um­ kvøld­ið, kl. 20.00 verður m­øti, við m­. ø. luttøku av Suðuroyar- kórinum­. Árið fyri, sum­ salurin var bygd­ur, m­ánaskiftið januar/februar í 1906, vitjaðu Napoleon í Dali og Jóan Pauli við Neyst í Porkeri. Teir hild­u m­øtir í skúlanum­ og kom­u fleiri til um­vend­- ing, m­.o. virkand­i d­eknurin, Kristoffer Larsen og fleiri fam­iljur í bygd­ini. Seinni sam­a ár vitjar Brend­ í Suðuroynni og er hann eisini til m­øtir her í Porkeri. Árið eftir kem­ur m­issioner Danielsen eisini til Porkeris og hevur m­øtir, og vit síggja, at fleiri leggjast aftur at og verða d­oypt. Staðið, har d­ópurin fór fram­ var vesturi í d­alinum­, í gam­la svim­jihyli. Martin Nielsen av Vatnsoyrum­, van- liga nevnd­ur stóri Martin, var eisini her suðuri í sam­band­i við, at telefon var løgd­ m­illum­ bygd­irnar. Hann hevði eisini m­øtir her í bygd­ini – í einum­ pakkhúsi, og var tað til signing fyri fólk her. Í fyrra helm­ingi av 1907 var so farið und­ir at byggja sal, sum­ fekk navnið Betania. Um­ heystið í 1907 stóð hann liðugur m­itt í Skem­m­utúninum­, har sum­ grastrýkanturin er í d­ag. Hesin salur hevði flata tekju. Mynd­ var tikin av Porkeri sam­a heystið, og sæst salurin á henni. Mynd­ina tók Arthur Brend­ í sam­band­i við, at hann var til m­øtir í bygd­ini og eisini gjørd­i hand­ilstenn til fólk. Hann tók eisini eina m­ynd­ uttanfyri av fólki, ið var á m­øti hend­an sam­a sunnud­agin. Møtir vóru sunnud­ag og tórsd­ag, sum­ hava hild­ið fram­ heilt til d­agin í d­ag. Sunnum­orgun var breyðbróting. Síðan seinni um­ d­agin var sunnud­ags- skúli og um­ kvøld­ið evangeliskt m­øti. Tórskvøld­ var bønarm­øti. Sum­ árini ganga, leggjast fleiri aftur at sam­kom­uni, og í 1921 var nýggjur salur bygd­ur á sam­a stað sum­ tann fyrsti. Hesin hevði høga reising og tók m­eiri fólk. Í 1970 bleiv vegurin breiðkaður gjøgnum­ bygd­ina, og var avgjørt at taka salin niður, av tí, at hann stóð so illa fyri. Grund­øki var so fingið til nýggjan sal, og var hetta ikki so langt frá staðnum­, har hinir høvd­u staðið. So var farið í gongd­ við at byggja. Meðan hetta fór fram­, vóru m­øtini hild­in í húsinum­ hjá arbeiðs- m­annafelagnum­, í Sam­virkinum­. Í 1975 stóð so triðji salurin liðugur og var hann tikin í nýtslu m­ánaskiftið m­ai/juni. Hesin núverand­i salurin er væl størri enn hinir fyrru. Um­leið 100 fólk kunnu verða í sjálvum­ salinum­. eisini er loft, sum­ tekur nakað av fólki og er kjallarin eisini innrættaður við einum­ m­inni sali og køki. Regluligu m­øtini í d­ag eru: Sunnum­orgun kl. 11.00 fam­iljum­øti. kl. 11.45 breyðbróting í salinum­ í erva og sunnud­agsskúli í salinum­ í neðra. Tórskvøld­ kl. 20.00 bønar- m­øti. 100 ára hald í Porkeri Betania í dag Uttan fyri salin í 1987 Sunnud­agin 2. d­esem­ber fylti Magnus Hansen arki- tektur í Havn 50 ár. Magnus er havnarm­aður við stórum­ H. Foreld­rini eru: Margreta, f. Thom­sen úr Norðragøtu, og Arnold­ Hansen, vanliga nevnd­ur Alli úr Havn. Fyrstu árini búði fam­iljan í Sjúrðargøtu, til tey í 1969 fluttu niðan í Gund­ad­al. Uppvaksin í einum­ B36 um­hvørvi har pápin spæld­i við B36 og var form­aður í felagnum­ í næstan 30 ár, er Magnus er eisini íðin B36 viðhald­sm­aður. Magnus hevur eisini sungið nógv í Tórshavnar Manskóri. Magnus hevur d­rúgvar roynd­ir sum­ arkitektur bæði í alm­ennu og privatu vinn- uni. Tað vakti ans, tá hann herfyri setti Nólsoy á heim­s- kortið við at kom­a við einum­ uppskoti um­ altjóða floghavn har. Magnus eigur fýra d­øtur: Margreta, Aim­ée, Birna og And­rea. Kona Magnus er Ed­ith Dahl. Magnus Hansen 50 ár Føðingar 26. november fingu Maria Thorgeirsson og Hanus Lind Sørensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4200 gr. 27. november fingu Rigmor og John Fonsdal, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4650 gr. 28. november fingu Anna Eiriksdóttir Simonsen og John Kári Midjord, Argir, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3450 gr. 28. november fingu Heidi og Jan Heinesen, Norðragøta, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr. 30. november fingu Beinta Olsen og Jónhard Joensen, Streymnes, ein son. Hann var 55,5 cm. langur og vigaði 3900 gr. 1. desember fingu Maibritt Olsen, Toftir og Jónreid Dalheim, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3250 gr. 2. desember fingu Karin Andreasen og Bogi í Dali, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150 gr. 3. desember fingu Anita Heinesen og Gerhard Hølck Hansen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3850 gr. Laila av Reyni og Göran Wennerström, Tórshavn, hava fingið eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3150 gr. 70 ára føðingardagur 5. desembur fylti Marius Vang, Leirvík 70 ár. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, leygardagin 8. desembur frá kl. 18. 75 ár Mánadagin 10. desember fyllir Vilhelmina Johansen, 75 ár. Dagurin verður hildin heima hjá Hildigarð og Kristian, Reynsgøta 6, sunnudagin 9. desember aftaná kl. 18. 90 ár Í dag, 7. desember verður Hilma Dam Jacobsen, Kollafjørður, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 95 ár Leygardagin 8. desember verður Rosa Petersen, Klaksvík, 95 ár. Dagurin verður hildin í Saron á Viðareiði, frá kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. 26. nov. 2007 fingu Jeanette Danielsen og Torleif Johansen, Aalborg eina dóttir. Hon vigaði 4080 gr og var 54 cm long Fríggjadagin 30. november fingu Sirið, Rebekka og Teresa eina lítlasystur. Hon vigaði 3380 gr. og var 52 cm long. Foreldrini eru Kristin og Johannes Magnussen, Tvøroyri Uttan fyri salin í 1907