fríggjadagur 7. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Rákið
Sosialurin desember 2007
Hon býr í Nólsoy og arbeiðir í móta
handli í Havn, men Katrina í Geil er
nógv meira enn bara nólsoyingur og
handilskona. Hon spreingir rammur, og
tað skuldu føroyingar og føroyska
samfelagið eisini gjørt, heldur hon.
Katrina er útlærd sniðgevi, hon er hug
skotsmennari, fyrilestrahaldari, og snið
ekspertur, og hon er eisini stílráðgevi
og skeiðshaldari. Seinasta mánaðin hev
ur hon skipað fyri skeiðum við heitinum
Be the Best of You, har hon hevur givið
fólki ráð, um hvør stílur riggar til hvønn
kropsbygnað, hvørjar litir fólk klæða, og
hvussu tú heilt einfalt skapar ta bestu
útgávuna av tær sjálvari.
Bæði sum stílráðgevi og sniðmennari
ruskar hon upp í tí fastlæsta. Flestu fólk
hava vant seg við at síggja seg sjálvan
á ein ávísan hátt og lata seg í hareftir,
greiðir Katrina frá.
– Vit hava lyndi til at siga: soleiðis eri
eg. Men í veruleikanum broyta vit okk
um alla tíðina, sigur stílráðgevin. Sami
fastlæsti hugsunarháttur gongur aftur
innan sniðgeving og virkismenning,
heldur hon.
– Tað, sum vit kalla føroysk bindi
mynstur, eru bara ein skráseting av
nøkrum, sum einaferð var nýtt. Tað
siðbundna er gott, men má altíð bjóðast
av við nýggjum íblástri, annars stegða
vit upp, sigur Katrina avgjørd. Hon
kundi hugsað sær, at ein tvørfakling
depil fyri sniðgeving og kreativitet varð
settur á stovn í Føroyum, tí ein slíkur
depil hevði spreitt ringar í vatninum og
broytt føroyskar fyritøkur og samfelagið
sum heild.
Vit eygleiða øll
Sum stílráðgevi kann Katrina í Geil
hjálpa fólki, tí hennara ráð eru ikki bara
tað, sum hon persónliga heldur er
vakurt, men tað sum øll halda er vakurt.
Tí vit hugsa meira eins, enn vit geva
okkum far um, sigur hon
– Okkara fatan av útsjónd er merkt av
nøkrum felagsmenniskjaligum ímynd
um av vakurleika, men eisini av tí
mentan, sum vit eru partur av. Tí hava
vit felags preferansur í mun útsjónd.
– Vit eru ikki altíð tilvitað um tað, og
vit duga ikki øll at seta orð á tað. Men
vit døma og fordøma hvønn annan eftir
nøkrum avísum reglum, sigur Katrina.
Hetta er partur av okkara intuitión,
tann ótilvitaða vitanin, sum vit ikki hava
orð fyri, men sum liggur har kortini.
– Vit siga ikki, at vit ikki hava álit á
hasum politikaranum, tí hann er
ófantaliga ílatin, men hyggja vit nærri,
kann tað júst vera ein óheppin klædna
stílur, sum fær okkum at halda, at hann
ikki er álítandi, sigur Katrina og flennir
Men tíbetur kunnu øll síggja gott út,
tað ræður bara um at duga at lata seg í,
sigur hon. Og velur tú, at vera líkaglað
við útjóndina, gongur tað bara út yvir
teg sjálvan, tí, sum sagt, øll onnur
avlesa teg.
– Nógv velja ikki at fokusera á klæðini,
tí lívið er so nógv annað. Kvinnur kunnu
siga, at tær skulu metast eftir egin
leikum, førleikum og dygdum, ikki eftir
útsjónd. Men trupulleikin er, at útsjónd
in er har. Tú kanst hugsa, at tú ikki
leggur nakað í hana. Men øll onnur
síggja teg og taka støðu til tína útsjónd,
staðfestir Katrina, sum í dag hevur valt
at lata seg heilt einkult í. Hon brúkar ikki
sminku, men hevur nýmótans hársnið.
Lekrar, sterkar og stuttligar
Krøvini til menn eru fyrst og fremst, at
teir síggja reinligir og snotuligir út.
Kvinnur harafturímóti skulu vera lekkurt
ílætanar. Eisini skulu tær finna eina
javnvág millum tað maskulint kantaða
og tað feminint runda og bleyta.
– Tað ber betur til at vera runt og
bleytt ílætin í einum umsorganarstarvi
enn á vinnulívsdeildini hjá Eik, stað
festir stílráðgevin.
Hon sigur, at ein klædnastílur við
nógvum rundum formum ofta signaler
ar, at kvinnan ikki vil vald og kanska ikki
maktar vald, meðan ein kona, sum er
ordiliga fýrakantað ílatin, gevur líka
óheppin signal, tí hon verður dømd ikki
at hava samband við seg sjálva og sína
kvinnuligu síðu.
– Samstundis skulu kvinnur signalera,
at tær hava humor. Tað skal ikki vera ov
tungt og seriøst, tí so sært tú ikki út til
at hava yvirskot.
Hetta ljóðar sum ómenniskjalig ella
yvirmenniskjalig krøv, men sambært
Katrinu í Geil, nyttar tað einki at lata
sum um, at hesi krøv ikki eru, tí tey
liggja í tíðini, og tær kvinnur, sum ikki
síggja út til at hava bæði heila og
humor, eru verri stillaðar í kapping við
aðrar.
Snarmynstur til Calvin Klein
Katrina í Geil flutti úr Danmark í 2005.
Tá hevði hon búð níggju ár niðri, har
hon millum annað tók prógv sum
designari frá Designskolen Kolding.
Hon og maðurin og børnini fluttu til
Nólsoyar, tí verpápin átti hús har.
– Tað var tað lættasta. Men eg havi
eisini altíð trivist væl í Nólsoy. Har er so
deiliga friðarligt og fólkini eru so
ómetaliga fitt og favnandi, sigur Katrina
í Geil
Í útbúgving síni spesialiseraði Katrina
seg í tekstil og binding og var í praktikk
í einum sokallaðum bindistudio í
London. Eftir at hon flutti heim, helt
hon áfram at samstarva við hetta
bindistudio.
– Eg havi serliga gjørt ymisk øðrvísi
og nýhugsandi snarmynstur við íblástri
úr føroysku náttúrini. Og míni mynstur
eru seld til millum onnur Calvin Klein
og Filippa K., greiðir Katrina frá.
Føroysk sniðgeving hevur tørv á at flyta
seg, heldur hon.
– Tað, sum vit hugsa um, sum typiskt
føroyskt hevur einaferð verið nýtt og
fremmant. Skráseting hevur konserver
að tað, og tað er sjálvandi virðismikið,
men tað er ikki nóg mikið, sigur Katrina.
– Til dømis er føroyskur tónleikur ikki
bara kvæði, men eisini rockur og opera.
Tað sama við binding, vit mugu lata
upp fyri teimum óendaligu møgu
leikunum.
Ein stórur partur av arbeiðinum hjá
einum sniðgeva er at síggja óendaligar
møguleikar, og so at finna ta røttu
kjarnuna í tí. Og hetta kann brúkast til
annað enn at gera klæðir.
Sniðgeving gevur pengar
Føroyar hava listafólk, sniðgevarar,
arkitektar og onnur kreativ fólk í yvir
flóð, men skúlapskipanin og samfelagið
annars stuðlar ikki undir hendan
kreativitet. Og føroyska samfelagið
Kult og kollveltandi
Katrina í Geil, sniðgevi og stílráðgevi, ráðgevur fólki um stíl og útsjónd,
tí – sum hon sigur - øll kunnu síggja gott út. Hon er eisini sniðgevi og
hevur selt bindimynstur til bæði Calvin Klein og Filippa K, men hon
saknar ein kreativan orkudepil, sum kundi kollvelt føroysku vinnuna