Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 7. desember 2007 17 Í dag verður Hilma Dam Jacobsen í Kollafirði 90 ár. Hilma livir væl og virðiliga upp til setningin, at eingin er ov gamal til at læra. Hon situr nevniliga framvegis á skúlabeinki hjá Havnar Ungdóms- og Kvøldskúla, har hon gongur til hondarbeiði í Kollafirði Hondarbeiði Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tað má sigast, at tað eru knotur í nógvum av okkara gomlu. Ein av hesum er tann í dag 90 ára gamla Hilma Jacobsen. Hon er framvegis sera virkin, og millum annað gong­ ur hon á kvøldskúla í Kollafirði í hondarbeiði. Lærarin hjá henni er Paulina Eli­ asen av Syðradali í Kalsoynni. Paul­ ina er annars ættað úr Kollafirði. Við tí góða ferðasambandi, sum nú er, ber væl til at búgva í Kallsoynni og at arbeiða aðra staðni. Tí liggur tað fyri hjá Paulina at hava kvøld­ skeið ymsa staðni á meginøkinum. Paulina hevur trý hold í Kollafirði við umleið 50 næmingum, og tey koma ymsa staðni frá, eisini úr Havn og Kaldbak. Hilma er nú ikki nakar nýbe­ gynnari. Hon gekk eisini í kvøld­ skúla hjá mammu Paulinu, Mariu, sum var ættað úr Kaldbak. Hon var niðri undir krígnum, har hon lærdi til handarbeiðslærarinnu. Hon byrj­ aði at hava kvøldskeið í handarbeiði í 50­unum, so her er talan um eina 50 ára gamla traditión hjá møðgunum báðum. Hilma hevur verið við stóran part av tíðini. Hon hevur verið einkja síðan 1984 og er einsamøll í húsi. Tí er tað so stuttligt at koma út til slíkt og at vera saman við fólki. Hilma letur væl at Paulinu, at hon er ófør at læra frá sær. Og Paulina letur eisini sera væl at Hilmu, at hon er ein góður næmingur. Tað liggur væl fyri hja henni, og handalagið er gott. Afturat tí er hon so positiv í sinnalagnum. Hilmu dámar best at brodera, og Paulina tekur til ein vakran vest til føroysk klæði, sum Hilma hevur broderað til ein ommuson. Tað er undirvísing tvey kvøld aðru hvørja viku, og tey hugna sær rættiliga, hóast aldursmunin hjá luttakarunum. Eina ferð árliga er framsýning av teimum ymisku avrikinum á skeiðinum. Vanliga er henda framsýning pálmasunnudag bæði í Havn og Kollafirði. Mennandi kvøldskúli Sigast kann annars um kvøldskúl­ an, at hann er nógv meira umfat­ andi enn vit vanliga geva okkum far um. Hetta sæst annars eisini í skránni fyri skúlan, sum verður borin í hvørt hús. Her ganga fleiri enn 3.000 næmingar í øllum aldri. Tann yngsti næmingurin er 4 ár, og tann elsti er Hilma við sínum nú 90 árum. Á skúlanum starvast 141 lærarar, sum hava 231 skeið innan øll møgulig øki. Tað ber enntá til at gerast bóndi í kvøldskúlanum. Tað verður undirvíst í 31 støðum í kommununi og sum sagt eisini í Kollafirði. Í hesum vánaligu pisatíðina tíðum kann tað vera vert at gera vart við, at tað verður kortini gjørt nógv fyri at menna borgararnar, og tað kann ikki vera til fánýtis. Kvøldskúlin ætlar eisini at gera nakað fyri at heiðra sín elsta næm­ ing. Tí hava leiðarin Jákup Strøm saman við borgmeistaranum Heð­ in Mortensen í dag verið í Kolla­ firði og ynskt tillukku. Hetta fara vit vist at frætta meira um í komandi viku. Áhugað í ætt Hilma hevur mong onnur áhuga­ mál, og hon er sera áhugað í slekt, sum hon veit nógv um. Hon er ætt­ að frá Jacob Niclassen, sum var tann fyrsti su m bygdi Skipanes fyrrapartin av 19. øld. Hetta ger okkum bæði eisini til skyldfólk. Ættin er umvegis Syðrugøtu kom­ in til Kollafjarðar. Foreldrini hjá Hilmu vóru Nikla­ udina og Theanjardus Dam. Hann sigldi nógv við Andrias í Túni á Toftum við Mjóvanesi. Tey vóru átta systkin sum komu til. Nøkur doyðu sum ung. Tey systkin, sum eru á lívi, eru Nancy, Tollak og Brynjálvur umframt Hilmu. Nancy er mamma Kára við Stein sum er væl kendur her í blað­ num frá sínum grønlandstíðindum. Barndómurin hjá Hilmu hevur verið tann vanligi hjá børnum tá í tíðini. Sum genta í eldra endanum av systkinaflokkinum slapp hon eisini at gera sín part heima. Hetta var alt, sum hevur við neyt at gera, torvarbeiði og mangt annað. Hetta var nú heldur ikki tann ringasti skúlagangurin! Tá ið Hilma fór úr skúlanum, var tað eisini hjá henni, sum hjá øðrum gentum, at fara út at tæna. Fyrsta arbeiðið var hjá Niels Johannesen í Havn. Seinni fekk hon pláss hjá Arm­ garð og Dáva í Gerðum í Klaksvík. Dávur var ein kendur skipari, og tá førdi hann Skálanes. Men her var nóg mikið at gera, tí tey áttu ikki færri enn 10 børn. Tey elstu munnu tá hava verið heimanífrá. Hetta dámdi Hilmu væl, og hon føldi seg eisini sum eitt barn av húsinum. Framvegis plagar Levi hjá Dáva at koma á vitjan, tá ið leiðin gongur framvið. Hilma minnist silvurbrúðleypið hjá Armgarð og Dáva í 1937. Með­ an Óli, skiparin á Fossanes talaði, fór ljósið, men hann helt áfram at tala, sum um einki var hent. Hetta hugsaði Hilma nógv um, tá ið skipið hvarv árið eftir. Esmar slapp undan feigdarveðrinum í 1938 Hilma varð ung, tá ið hon varð forlovað við Esmar, sum var sjey ár eldri. Hann var sonur Katrinu og Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Esmar sigldi nógv. Hann var eis­ ini við Jákup Andreas á Mýrini úr Syðrugøtu við Emerald og Godthaab. Hann var eisini við Godthaab í 1938 um ta tíðina, Fossanes fórst við allari manningini. Teir vóru á veg til Íslands um hetta mundi. Á vegnum løgdu teir stilt vestanfyri Mykines, hóast veðrið ikki var serliga ringt. Men barometrið var metlágt, og Jákup Andreas man hava ánað okkurt. Hetta bjargaði teimum í hvussu er frá at koma júst í hetta illveðrið. Teir vóru eisini saknaðir, og eina­ ferð kemur eitt íslendskt verjuskip fram á teir, og tað kundi boða frá, at her stóð væl til. Tá teir so koma til Íslands, senda teir eisini telegramm heim. Men teir fóru beinleiðis heim aftur. Veðrið var framvegis so vána­ ligt, og sjógvurin so ljótur, at her var einki at gera. Komnir heim verð­ ur staðfest, at róðrið hevur fingið skaða. So her var hepni í óhepni. Hilma visti ikki so nógv um hetta beint tá, men eina ferð hoyrir hon av óvart Alfred Petersen og Dáva tosað um, at tey vóru bangin um Godthaab. Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur. Men her spældi tíbetur alt væl av. Í 1939 giftast Esmar og Hilma, og tey fáa børnini Judit, Sigurd og Jórun. Hon eigur sjey ommubørn og tvey langommubørn. Esmar var bert ein túr undir krígnum, og annars arbeiddi hann á landi. Hann arbeiddi nógv á fiskamjølsvirkinum hjá Gunnar Holm Jacobsen í Kollafirði, sum man hava verið fyrsta virki av sínum slag í landinum. Hilma hevur altíð verið sera røsk og hevur hjálp til, har hon hevur kunnað. Sonurin Sigurd er bóndi frammi við Gjónna. Hvørja ferð tey hava verið á fjalli, hevur Hilma stað­ ið í fremstu røð at matgera til fjall­ menninar, og hon hevur ikki staðið aftanfyri nakran. Eisini hevur hon verið ófør at gera garnatálg. Fyrsta fjall hon ikki hevur verið til var nú í heyst. Tey yngru hildu, at frammi við Gjónna var kanska í so óhøgligt fyri eina nærum 90 ára gamla konu. Hon lat sær siga, men tað var við ringum hugi, at hon sat heima. Men kvøldskúlan ætlar Hilma so ikki at sleppa við tí fyrsta. Hugurin til handarbeiði er framvegis stórur, og felagsskapurin við Paulinu og sínar floksfelagar vil hon ikki vera fyri uttan. Tíbetur hevur kvøldskúlin einki aldursmark upp eftir! Vit ynskja Hilmu hjartaliga til­ lukku við teimum 90 árunum. Tað er sera hugaligt at kenna hana, so væl hon dugur at greiða frá. Vit ynskja eisini eydnu í framhaldandi skúlagongdini! 90 ára gamal kvøldskúlanæmingur nøvn 90 ára gamla Hilma Jacobsen í Kollafirði, man vera elsti kvøldskúlanæmingur í landinum Mynd: Jens Kristian Vang Vestur til føroysk klæði sum 90 ára gamla Hilma Jacobsen fyri kortum hevur broderað Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Jákup Strøm, leiðari í Tórshavnar Kvøld- Ungdóms og Listaskúla, heilsa her upp á Hilmu Dam Jacobsen, ið fyllir 90 ár í dag Mynd: Jens Kristian Vang