Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin desember 2007 Rákið dugir ov illa at brúka tey, heldur Katrina. Og tað er óheppi, tí fyritøkur, sum hugsa í sniðgeving, hava størri yvirskot enn tær, sum ikki gera tað Ein donsk kanning vísir, at fyritøkur, sum tilvitað brúka sniðgeving, hava størri vøkstur enn fyritøkur, sum ikki eru tilvitaðar um snið. – Hetta er rættiliga logiskt, sigur Katrina, tí sniðgeving snýr seg ikki bara um klæðir, men um nýhugsan og menn­ ing á øllum økjum, og um at fáa tað besta burtur úr settu kørmunum. – Góð sniðgeving kann bæði vera ein lekkur jakki og ein vælvirkandi skatta­ skipan. Og kanningin vísir, at jú meira integrerað sniðgeving er í fyritøkuni, jú størri er vøksturin í krónum og oyrum. Føroyar mangla ein tvørfakligan depil fyri sniðgeving, sum kann vera lokomotiv fyri so nógv annað, heldur Katrina. Danir hava raðfest designskúlar og designhús høgt, og hetta hevur spreitt ringar av alternativum loysnum og øðrvísi vinnumøguleikum. – Í Føroyum tykjast øll samd um, at innovatión og menning er vegurin fram, og tí er tað upplagt, at vit raðfesta kreativitetin og sniðgeving og útnytta alla ta kreativu orku, sum landið hevur. Og ein slík verkætlan skal vera ambitiøs frá byrjan, heldur Katrina. – Vit skulu ikki skjóta pílarnar ov lágt, vit hava rávøruna – kreativu fólkini við góðum útbúgvingum – og tí eiga vit heldur ikki krevja annað enn, at depilin verður á altjóða støði. Katrina í Geil hevur gott mót um fram­ tíðina. Hon væntar, at Føroyar eru á veg inn í eina broytingartíð, har størri dentur fer at verða lagdur á nýskapan og sniðgeving, og hon gleðir seg at vera partur av hesari kollvelting. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Sunva Lassen – Vit eru ikki øll tilvitað um tað, og vit duga ikki øll at seta orð á tað. Men vit døma og fordøma øll hvønn annan eftir nøkrum avísum reglum, sigur Katrin í Geil. Og vit hugsa øll nøkunlunda tað sama um útsjónd, tí vit eru partur av einari felags mentan