fríggjadagur 7. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 238 - 7. desember 2007
Sunnudagin 8. desember
verður Palli Hansen í Salt
nesi 85 ár. Hann er vist tann
einasti núlivandi føroying
ur, sum hevur fingið dóm
fyri fakfelagsarbeiði
Palli
er
ein
teimum
persónum, sum eg frá míni
tíð í fiskimannafelagnum
minnist við gleði. Hann var
altíð fryntligur og blíður,
og tey vóru mong prát, vit
fingu saman, um tað var í
telefon ella vit hittust.
Hann fortaldi millum ann
að um tað harða fiskimanna
verkfallið í 1954, har hann
kom í søguna fyri tann
dóm, hann tá fekk.
Tey munnu vera sera fá,
sum í dag minnast hetta. Tí
kann tað vera hóskandi at
taka hesa søgu fram, nú
Palli hevur ein so stóran
føðingardag.
Erlendur Patursson gjørd
ist formaður í Føroya Fiski
mannafelag við ársbyrjan
1953. Tá lá felagið við upp
søgdum sáttmála við reið
arafelagið. Hetta endaði við
einum verkfalli, sum vardi
heilar 3 mánaðir. Hetta verk
fall endaði ikki so heppið.
Lutvíst gjørdist sáttmálin
ikki tann, menn høvdu vón
að. Í summum førum gjørd
ist hann verri enn framman
undan. Afturat tí vóru upp
sagnarreglurnar av sáttmál
anum so ógreiðar, at bæði
feløgini skuldu siga upp,
fyri at sáttmálin skuldi fara
úr gildi.
Hetta fekk fiskimannafel
agið til at finna eitt páskot til
at krevja nýggjar samráðing
ar um sáttmálan. Hetta
avvísti reiðarafelagið, tí tað
segði sáttmálan framvegis at
vera í gildi. Tískil varð verk
fall lýst, og tað vardi í tveir
mánaðar. Hetta verkfall varð
dømt at vera ólógligt av fasta
danska gerðarrættinum, og
felagið fekk eina bót uppá
kr. 250.000., sum í dag vildi
svara til 67 mill. Seinni fekst
tó ein skipan millum feløgini,
hvussu hetta skuldi greiðast,
men tað er ein onnur søga.
Verkfallið helt tó fram,
og nú varð tað snarað til at
gerast eitt politiskt krav
móti løgtinginum at hækka
minstulønina. Hetta eydnað
ist eisini, og minstalønin
varð hækkað úr kr. 500 í kr.
800 um mánðaðin.
Palli og skalkijarnið
Nú koma vit til søguna hjá
Palla og skalkijarnið. Slík
verða ikki brúkt í dag, men
hetta er ein fløt jarnstong,
sum skuldi vera við til at
skora presendingar, sum
vóru lagdar oman á trælúk
ur, so lúkan gjørdist tøtt.
Tá verkfallið varð kent at
vera ólógligt, vóru skiparar,
sum royndu at sleppa sær
avstað, hóast FF segði verk
fallið standa við. Eitt av
hesum skipum var trolarin
Vesturskin úr Sørvági, har
Dánjal Niclassen, abba
beiggi Jørgen, var reiðari.
Hetta máttu fyri alt í verð
ini forpurrast, tí slapp fyrst
eitt skip avstað, kundu fleiri
fara, so kundi hetta gerast
endabresturin á verkfallin
um. Og kanska eisini hjá Er
lendi Paturssyni, sum longu
tá hevði politiskar dreymar.
Erlendur fekk sent boð
inn á Skálafjørðin eftir
hjálp. Tað lá so væl fyri, at
fiskimenn júst tá høvdu
verkfalsfund.
Tískil varð skipað fyri at
senda bátin “Dúgvan” inn á
Skálafjørðin eftir fólki at
koma til hjálpar. Ein av hes
um var Palli. Men tað var um
reppið, at hann yvirhøvur
kom við. Hann búði í Salt
nesi, og tá ið hann frætti um
tiltakið, tók hann súkluna og
skundaði sær út á Toftir, har
Dúgvan legði at eftir fólkin
um. Men ólukkutíð var Dúgv
an júst farin frá bryggju, tá ið
hann kom hagar. Dúgvan
skuldi eisini leggja at á Nesi
eftir fólki. So Palli fór aftur á
súkluna og súklaði við ferð
út á Nes, og nú eydnaðist at
sleppa umborð. Einir 50
mans vóru tá umborð. Tá ið
teir koma til Havnar varð
stevnt beinleiðis móti Vestur
skini. Hetta var í seinastu
løtu, tí trolarin var við at
draga akkerið upp fyri at fara
avstað. Fólkið av Dúgvuni
royndi at koma umborð, men
reiðarin gjørdi alt, hann
kundi, fyri at forða hesum.
Millum annað varð sagt, at
Vesturskin slepti heitan damp
móti Dúgvuni, og kundi hetta
havt avleiðingar fyri tann,
sum møguliga varð raktur.
Reiðarin
tók
so
eitt
skalkijarn, sum hann nýtti at
verja borg við fyri at forða
monnunum at koma umborð.
Hann rakti eisini ein tofta
mann í fingurin, so hann
stakk upp at bløða. Tá helt
Palli, at hetta kundi ikki fara
at bera til Hann fekk lopið
inn á dekkið á Vesturskin.
Tað eydnaðist honum at taka
skalkijarnið av Dánjali og at
blaka tað inn á dekkið á
Dúgvuni.
Men Dánjal ætlaði sær
ikki at gevast so, og Palli
skuldi ikki sleppa so lætt.
Men her var Palli aftur tann
kvikari. Dánjal stóð uppi á
einum halddekkið, sum var
nakað omanfyri sjálvt dekk
ið, har Palli stóð. So Palli
tók um beinini á Dánjali,
lyfti hann upp frá og legði
hann niður á dekkið. Tá var
henda orrustan av.
Hetta endaði so við, at trol
arin fór ongan veg og varð
liggjandi til verkfallið var
av. Løgreglan kom umborð
og fekk skipað fyri, at hesir
fremmandu fiskimenn av
Skálafjørðinum fóru í land.
Palli fekk
treytaðan dóm
Hesin tilburður endaði í rætt
inum og Erlendur Patursson
varð dømdur at sita í 40
dagar. Hetta var beint undan
løgtingsvalinum 8. november
1954, og Erlendur var upp
stillaður
í
Sandoynni.
Erlendur valdi at fara beint
eftir dómin út í Tinganes, og
sat har meðan valið var. Hann
kundi tískil verða roknaður
sum ein pínsluváttur hjá
fiskimonnum, og hann varð
eisini valdur strúkandi inn á
ting. Tjóðveldisflokkurin økti
tingmannatalið út tveir í seks,
og var hetta fyrst og fremst
fiskimonnum fyri at takka.
Palli varð eisini ákærdur
fyri sín leiklut í hesum
máli. Hann fekk treytaða
fongsulsrevsing í 30 dagar.
Hann fór tí ikki inn at sita,
og dómurin var heldur ikki
fyri hann roknaður sum nøk
ur vanæra.
Tað gekk hjá Erlendi sum
hjá Fischer Heinesen. Tá
hann varð latin leysur, var
hann móttikin sum ein hetja.
Um kvøldið var døgurði
heima hjá Erlendi, og har var
Palli boðin við saman við
nógvum av teimum, sum
vóru við í hesi orrustu.
Annars er at siga, at skalki
jarnið er til enn. Tað hevur
alla tíðina verið í varðveitlsu
hjá Føroya Fiskimannafelag,
har tað kann síggjast. Tað
sær ikki út av nógvum, men
søguligt er tað í hvussu er.
Aftur umborð á
Vesturskin!
Tað stuttliga í hesi søgu er
annars, at Palli seinasta árið
hevur búð á sambýlinum
Vesturskin, sum júst er tað
skipanavn, hann var við til
at gera ein part av søguni
fyri meira enn 50 árum síð
ani. Á sambýlinum verður
skemtað við, at nú er Palli
aftur komin umborð á Vest
urskin!
Palli fór annars sum
ungur til skips. Men aftaná
at hava siglt í 10 ár fekk
hann tuberklasmittuna, og
hann legðist uppá lanwd.
Tá kom hann at arbeiða hjá
svági sínum Hans Olivur
Højgaard, stjóra á Højgaard
fyritøkuni. Teir hava tískil
verið mótpartar í verkfallin
um í 1954, men tað hoyrdi
hann einki fyri.
Palli giftist við Høgninu
av Roykheyggi. Hon doyði í
1996. Tey fingu trý børn
Jórun, Jógvan og Jákup Mart
in. Abbabørnini eru fimm
og langabbabørnini sjey.
Palli er framvegis lættur
og positivur í sinninum, og
tað verður ynskt honum
hjartaliga tillukku við teim
um 85 árunum við tøkk fyri
tað, sum vit hava havt
saman.
ó.
Erlendur Patursson,
táverandi formaður í
Fiskimannafelagnum
Dánjal Niclasen úr Sørvági,
reiðari á Vesturskin
Palli Hansen úr Saltnesi, greiðir frá søguni um Skalkajarnið
Tá Palli tók skalkijarnið
av Dánjali Niclasen