fríggjadagur 7. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 7. desember 2007
19
tíðindi
ummæli
Birgir Waag
Høgnesen
Lat tað verða sagt beinanvegin,
at undirritaði hevur ongantí sæð
ella upplivað skipið Fossanes. Til
tess eri eg alt ov ungur, men
harfyri havi eg í mínum barna
heimi fingið nógvar frásagnir um
hetta skip, sum fórst í Íslandi 3.
mars í 1938 við mann og mús.
Eg hoyri tað næstan fyri mær,
tað sum hendi umborð á
Fossanes í 1938. Neyðarróp og
skríggj frá manningini í ódnar
veðriðnum. Tí í bókini er ein
frágreiðing um eina hending,
sum hendi árið fyri umborð á
Fossanesi. Hendan hendingin er
søgd av monnum, sum vóru við
tann túrin.
Páll Kunoy, sum í ein mansald
ur starvaðist á sjódeildini hjá
Tryggingarfelagnum Føroya og
seinri á Tryggingarfelagnum
Trygd, hevur skrivað bókina um
Fossanes.
Tá Páll gavst á privata arbeiðs
marknaðinum, var tað helst ikki
ringt hjá honum at velja sær eitt
ítriv, hóast tað at skriva bøkur
sum so ikki er eitt ítriv. Tá hann
nú hevði fingist við skip á
arbeiðsmarknaðinum, so mundi
tað fella honum lætt, at skriva
um skip.
Ì bókini, sum er 125 síður,
skrivar Páll um sjávt skipið, at
tað bleiv bygt til Sørvágs og
kostaði 108.500 kr. Hetta svaraði
til um 15 % av løgtingsfíggjar
lógini tá. Hetta er ein sera áhuga
verdur upplýsningur, sum fær
okkum at hugsa um, hvussu nógv
hetta veruliga var tá. Helst hava
Sørvágsbrøðurnir Thomas Pauli
og Magnus Olsen spent seg ov
nógv fyri, tí eigarnir megnaðu
ikki at fáa endarnir at røkka
saman. Klaksvíkingar keyptu
skipið og her byrjar søgan um
Fossanes, sum Páll dregur okkum
inn í.
Vit fáa at vita, at skipið fiskar
við Ísland og Grønland, áðrenn
tað fer lagnutúrin 1938. Í bókini
er ein hending, sum Páll gevur
nógva rúmd. Hetta er ein hend
ing, sum lesarin verður noyddur
at geva sær far um, tí nakrir av
manningini, sum fórust við Fossa
nesi, eru ein partur av hesi hend
ing, sum øll bókin er bygd á.
Eisini ein onnur hending har
kokkurin Jacob Andreas
Petersen, byrjar at mistrívast
umborð og verður sendur heim,
er áhugaverd. Seinri sigur hann
tó frá, hvat var áfatt. Hann sá
kendar menn í oljuklæðum,
sydvestum og gummistyvlum
fyri sær í galluni. Hetta hendi
ofta, og hetta gjørdi, at hann
mistreivst umborð.
Tá Fossanes fórst, var Leirvík
meint rakt av hesari hending.
Seks av teimum 17 føroyingu
num, sum gingu burtur við
Fossanesi, vóru úr Leirvík.
Haraftrat var mamma skiparan
Óla á Eiðinum og John Reid
Joensen ættað úr Leirvík, so tað
er greitt, at hendingin hevði
óhugnaliga stóra ávirkan á
Leirvík.
Í formælinum skrivar Páll
serstaka tøkk til leirvíkingin
Arna Vatnhamar, sum upplivdi at
missa pápan við Fossanes. Tá
bókin var framøgd á samkomuni
í Ósaskúlanum hevði hesin
maður serstaka rørandi framløgu.
Sum rithøvundur man tað vera
gull vert at hava slíkan mann til
sítt keldutilfar.
Eingin bók er ella kann verða
fullkomin tað vita øll. Bókin er
sum sagt skrivað útfrá keldu
tilfari sum rithøvundurin hevur
leitað upp og sum hann endur
gevur á aftastu síðu í bókini.
Hann hevur nógvar samrøður í
bókini við eftirkomarar av
manningin á Fossanes. Tá vit
vita, at tað finnast nógvir
eftirkomarar eftir manningina av
Fossanesi, so undrar tað, at
rithøvundurin ikki hevur fleir
keldur í keldulistanum aftast í
bókini, enn hann hevur.
Keldurnar, rithøvundurin vísir til,
eru bløð og bøkur og søvn, men
eingir einstakir persónar. Eitt,
sum eg sakni við bókini, er, at
rithøvundurin ikki hevur fingið
fatur á myndum av teimum
báðum íslendingunum, sum
fórust við Fossanesi. Tað er sum
um bókin manglar nakað fyri at
vera fullfíggjað. Um tíðin ikki
hevur strekt til, átti Páll heldur at
bíðað við útgávudegnum, tí
myndirnar eru týdningarmiklar
hjá lesarunum.
Nøkur gomul brøv eru bein
leiðis kopierað í bókina, men
rithøvundurin endurgevur tey
ikki sjálvur á skrift, tað haldi eg,
at hann átti at gjørt. Sum dømi
kunnu nevnast tvey brøv. Hitt
fyrra á blaðsíðu 44 frá J.F.
Kjølbro til einkjuna eftir Absalon
Vatnhamar. Hetta bræv er so
áhugavert, at tað átti at verið
endurskrivað, so øll skiltu
brævið. Hitt seinra brævið er á
blaðsíðu 65. Hetta brævið er ikki
minni áhugavert, tí tað er frá
einum av manningini á Fossanes
lagnutúrin, Thomas Johannesen,
dagfest 27.februar 1938, sum
also er skrivað lítla viku undan
Fossanes fórst.
Eg veit ikki, hvussu fólk í
eldru árum hava tað við at lesa
hesa bókina, tí tey vita helst
nógv um hesa hending, og tí
kunnu tey verða meira kritisk
enn undirritaði. Tað kemst ikki
uttanum, at tað er váðafult at
skriva um eina hending, sum
rakar so nógv fólk, og sum enn
minnast teirra miss frá teirri
tíðini. Undirritað kann bert hella
seg til skrivaða tekstin hjá Pálli,
og meini fyri vist, at heilt nógv
fara at stytta sær stundir við hesi
bók um jólini.
Páll hevur prýtt bókina við
ógvuliga viðkomandi myndum
og tað er sera hent við bókum,
sum hava navnayvirlit, tað ger, at
tá ið ið tú aftur fert í bókina at
leita eftir onkrum, so tekur tað
sum oftast sera stutta tíð at finna
tað aftur, sum tú leitar eftir.
Fossanes – teir bóru ikki boð í bý
Páll Kunoy, ið hevur skrivað bókina um Fossanes
Arni Vatnhamar úr Leirvík misti
pápa sín við Fossanesi
Eftirkomarar av manningini, ið fórst
við Fossanesi, avmyndað saman við
høvundanum