fríggjadagur 7. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin desember 2007
Rákið
Forventningens glæde er den største...
- Kierkegaard
Tað eru ikki serliga nógv ár síðani, at allar jólagávurnar
vóru heimagjørdar. Men nú verða flestu gávur keyptar,
og tað ger tær eitt sindur ópersónligar –serliga um tú
eisini letur handilin pakka gávuna inn fyri teg.
Men tú kanst lættliga seta tín egna dám á gávurnar,
um tú setur tíð av til at pakka gávurnar vakurt inn. Tað
er hugnaligt -óansæð um tú gert tað einsamøll, ella
um tú savnar familjuna til eitt “innpakkingarkvøld”.
Og tað, at tínar gávur verða sermerktar undir ymsu
jólatrøunum, fer heilt víst at gera “forventningens
glæde” hjá móttakaranum enn størri.
Lagt til rættis: Eydna Skaale
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Alt tilfari fæst í : Panduro Hobby í 2x3