Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 238 - 7. desember 2007 Bókaútgáva Vilmund Jacobsen Myndir: Mourits M. Joensen Nógv fólk var til móttøku í Nóatúni í gjár, tá ið Rógvi Mouritsen legði fram snotu­ ligu bók sína um Fiskar und­ ir Føroyum. Hjalti í Jákupsstovu, leið­ ari á Fiskirannsóknarstovuni segði, at bókin er ein fongur fyri stovnin, og hon er eisini ein fongur fyri Føroyar. Leiðarin greiddi frá, at Rógvi, sum byrjaði at arbeiða á Fiskirannsóknar­ stovuni í 1971, hevur nógv­ ar praktiskar royndir, og at hann skjótt vísti stóran áhuga fyri fiskinum í havi­ num. Hann byrjaði at skriva niður, og í dag fyriliggur úrslitið í hesi bók. – Praktiskar royndir eru góðar, tá ið aðrir gerast ov háfloygdir. Tá er gott, at onkur er, sum kann hála hinar niðuraftur á jørðina. Hjalti í Jákupsstovu vísti á, at nógvir partar hava hjálpt til og hava stuðlað undir at fáa bókina út, men tað, sum fer at standa eftir, er, at hetta er bókin hjá Rógva Mouritsen. Nøgdur rithøvundur Áðrenn vit fara at endurgeva ein part av tí, sum Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni, segði, fari vit at nerta við fáu, men áhugaverdu orðini, ið Rógvi sjálvur bara fram við høvið. Rógvi segði seg vera ov­ farnan av, at so nógv fólk vóru møtt til móttøkuna. – Eg havi einki manu­ skript við í dag, tí pappír havi eg sæð nóg mikið til í seinastuni. Mamma rithøvundan, Gigga, sum er farin um tey níti, var eisini við til fram­ løguna, og meðan hon og onnur løgdu oyru til, ásann­ aði Rógvi, at hann er glaður fyri bókina, nú hon er liðug og er komin út. Við móttøkuna nýtti rit­ høvundurin eisini høvi til at takka øllum, sum høvdu stuðlað undir og hjálpt hon­ um við útgávuni. – Tá ið eg helt, at eg var komin undir land við bók­ ini, var eg ikki komin meira enn í helvt, segði Rógvi Mouritsen. Helena takkaði Leiðarin á Føroya Skúla­ bókagrunni, Helena Dam á Neystabø, segði eisini nøk­ ur orð vegna grunnin, ið stendur fyri útgávuni. – Eg vil vegna Niels Peter­ sen, ritstjóra á Føroya Skúla­ bókagrunni, nýta høvi at takka teimum mongu, ið hava verið við til at gera út­ gáva møguliga. Hon segði, at Hjalti í Jákupsstovu hevur loyst fleiri knútar við eitt nú at fáa til vega loyvi at nýta myndir. – Jákup Reinert hevur viðgjørt alt handritið yrkis­ liga, og hann hevur eisini verið góður í ráðum máls­ liga. Magnus Gaard hevur viðgjørt partar av bókini og hevur eisini ráðgivið máls­ liga, og Eyðfinn Magnussen hevur ráðgivið um fiska­ skipanina. Helena takkaði eisini Svenningi Tausen fyri at FISKAR fyridømi um gott samstarv - Tá ið eg helt, at eg var komin undir land við bókini, var eg ikki komin meira enn í helvt, segði Rógvi Mouritsen, rithøvundur, við móttøkuna í Nóatúni seinnapartin í gjár - Heiðurspersónurin í dag er Rógvi. Bókin hjá tær er eitt megnarverk, sum tú eigur alla æru fyri, segði Helena Dam á Neystabø Blaka tosk í havið Ein svenskur skipari hevði herfyri grein í Gøteborg­Posten, har hann segði seg vera noyddan at blaka stórar nøgdir av fiski í havið aftur. Orsøkin er, at hjáveiðikvotan er so lítil. Talan er um fisk fyri eina miljón krónur gjøgnum eitt ár – bara hjá hesum eina skipinum. Í besta føri hevur skipið hjá honum eina toskakvotu upp á 600 pund um vikuna, og hesa nøgd fiskar hann longu tað fyrsta samdøgnið, hann er til fiskiskap. Restin av toskinum, sum hann fær í eina viku, verður blakaður í havið aftur, tí hann hevur ikki loyvi at føra fiskin til lands. Sama er við upsa, hýsu, longu, hvítingi og reyðsprøku, sum eisini verða tveitt í havið aftur.