Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 7. desember 2007 31 w w w . h a v s b r u n . f o Fólk til umsitingina Vit søkja fólk til fjølbroytt og spennandi starv Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Arbeiðsuppgávur: Arbeiðið fevnir um samskipan av ymsum uppgávum umframt vanligt skrivstovuarbeiði. Vit rokna við at tú: • dugir at samskipa • hevur royndir í skrivstovuyrkinum • hevur teldukunnleika • kennir office forritini • ert álítandi, ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Lønina tosa vit um… Vit kunnu bjóða eitt spennandi, mennandi og fjølbroytt starv í einum dynamiskum umhvørvi, har samskift verður við heimliga og altjóða marknaðin. Við starvinum eru góðir møguleikar fyri persónligari menning. Hevur hetta tín áhuga, so send eina umsókn skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 28. desember 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at ringja til Jústines Justinussen, fíggjarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: jlj@havsbrun.fo Í morgin er ókeypis at koyra Vælkomin Vestur Vága kunningarstoVa sí kunning.fo lýsingar