Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin desember 2007 Rákið Hon hvørki rópar, sveiggjar við ørmunum ella flennir hart, men róliga fasadan goymir ein vilja úr stáli og eitt hugflog, sum røkkur langt upp um høgu fjøllini í Klaksvík, har 37 ára gamla Guðrun Elttør býr saman við manni og trimum børnum Í fýra ár hevur Guðrun Elttør arbeitt við tógvi, binding og sniðgeving burturav, og hóast hon í løtuni eisini arbeiðir sum stuðul, er hon sera virkin á kreativa økinum. Guðrun greiðir frá, at hon altíð roynir at vera uppsøkjandi og leit­ andi. Í summar var hon á stórum donskum bindifestivali í einum lítlum býi á Fanø. Á festivalinum vóru ein rúgva av vitjandi, nógvar workshoppir, fyrilestrar, sølubásar og framsýningar, og fleiri dugna­ ligir sniðgevarar luttóku. – Hetta er aðru ferð ein slíkur festivalur er í Danmark, og eg var fyrsti føroyingur, sum hevði verið við. Tað var ótruliga stuttligt og gevandi at vera saman við so nógv­ um so kreativum fólki, og støðið var ótrúliga høgt og stílfult. Festi­ valurin fór fram í fleiri ymiskum hølum, at tað gav eina serliga atmosferu. Sjálv kundi Guðrun væl hugsað sær at verið við til at skipa fyri ein­ um slíkum festivali í Føroyum, og hon heldur, at Klaksvík hevði verið væl egnað, tí har eru so nógv stór hølir savnaði á einum lítlum øki. Hugurin drívur verkið Hóast Guðrun upprunaliga lærdi til skrivstovufólk, so hevur tað handa­ liga altíð fylt nógv, og áhugin fyri tógvi og binding hevur altíð verið stórur. Men hon hevði ongantíð hugsað um at farið á handarbeiðs­ skúla, fyrr enn hon av tilvild hoyrdi eina gentu siga einari aðrari frá um ein hondarbeiðsháskúla. – Eg hugsaði, at hatta er akkurat eg. Eg søkti og slapp inn, og aftaná fór eg víðari til eina tvey ára honda rbeiðslæraraútbúgving. Í samband við útbúgvingina var Guðrun í starvsvenjing í einum donskum tógvhandli, har eigarin sjálv sniðgav og gjørdi bindiupp­ skriftir. Hetta hugtók hana so mikið, at hon hugsaði, at okkurt líknandi kundi hon hugsað sær. Ta fyrstu tíðina eftir at hon flutti aftur til Føroya, lá tað kreativa í frítíðini. Men so fekk hon hug at selja gott úrvalstógv og gera mynstur til. – Um somu tíð lýstu tær fyrstu ferð við Gluggaglæmu, og eg meldaði meg beinanvegin til uttan veruliga at vita, hvat eg skuldi hava við, sigur Guðrun, men tá Glugga­ glæma byrjaði, var tógvið komið og mynstur til barnahettutroyggjur gjørt, og hon fekk so mikið góða móttøku, at hon fekk mót at gera meira við tað, og hon valdi at byrja egnu fyritøku, sum hon kallaði Noða. – Hetta gekk so mikið væl, at eg segði starv í handli frá mær og valdi at arbeiða fulla tíð við at binda, selja tógv og gera upp­ skriftir. Tógvsølan er heilsøla, har hon selur til fleiri handlar í Føroyum og eisini til Danmarkar, og umframt tógv­ og uppskriftssøluna hevur Guðrun eisini undirvíst í kvøldskúla­ num, handarbeiðsskúlanum og húsarhaldsskúlanum. Síðani í summar hevur hon havt eitt niðursett starv sum stuðul, bæði tí hon trongdi til at koma út millum onnur fólk, og tí Toll og Skatt forskrekti hana við einari stór­ ari rokning. Men hon hevur abso­ lutt ongar ætlanir um at gevast við Noða. – Hetta er mítt hjartabarn, og eg havi framvegis nógvar ætlanir, sigur hon. At broyta mynstrið Guðrun gevur mammu sínari æruna fyri sínar kreativu gávur. Mamman seymaði og bant nógv, og Guðrun sigur, at mamman framvegis dugir nógv betur enn hon. – Hon gekk ongantíð slaviskt eftir uppskriftum ella mynstrum, men fann uppá sjálv, fortelur hon um mammu sína. Og hetta at finna uppá, at broyta mynstur og at flyta seg er nakað, sum hevur stóran týdning fyri kreativitetin. – Føroysk binding er eitt sindur fastløst í ávísum tingum og mynstr­ um, og sjálvt um siðvenja er góð og føroysku bindimynstrini eru virðismikil, so hava vit eisini brúk fyri at koma víðari. Framsýningarnar Hendur og Hug­ flog og Gluggaglæma høvdu stóran týdning, millum annað tí tær skaptu sambond, synergi og fokus, staðfestir Guðrun, og tí er tað sera óheppi, at tílíkt dettur niðurfyri, tí eingin stuðul er. Gluggaglæma skapti eisini sam­ bond úteftir. Og Guðrun heldur, at hetta áttu vit at dyrkað nógv meira. – Tað eru so nógv ótrúliga dugnalig og fantasirík fólk, sum kundu givið okkum íblástur og eggjan, so føroysk binding og ullvinna kundi flutt seg longur frameftir, sigur Guðrun avgjørd. – Vit skulu tora at gera nakað annað enn tað vanliga, og tað kunnu tílík fólk geva okkum mót og hug til, heldur hon. Droymir um føroyskan bindifestival Sambandið úteftir áttu vit at dyrka nógv meira, tí tað eru so nógv ótrúliga dugnalig og fantasirík fólk, sum kundu givið okkum íblástur og eggjan, heldur bindisniðgevin og tógvseljarin, Guðrun Elttør Mynd: Benjamin Rasmussen