Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 7. desember 2007 54 Jólakonsert í Gøtu kirkju Sunnudagin 9. des. kl. 16 verður árliga jólakonsertin hjá Felagskórinum Gøta/Leirvík. Felagkórið hevur í heyst vant undir leiðslu av Petur Martin Johannesen ættaður úr Klaksvík. Við í kórinum eru umleið 30 sangara. Á skránni til jólakonsertina verða bæði føroyskir og útlendskir jólasangir. Nakir av sangunum verða framførdir við klaverfylgispæli og strúkararum. Sverri Jacobsen hevur klaverfylgispælið, Ljudmila Berezina og Alex Sólstein spæla violin, og Bogi Lútzen á bratch. Árliga jólakonsertin hjá Felagskórinum er fyri mong vorðin ein fastur og týðandi partur av tí at gera seg til reiðar til jólini og koma í jólahýr, og Felagskórið lovar at gera sítt besta til at løtan verður hugnaliga og góð og ynskir øllum vælkomnum á konsert. Fartelduna fært tú hjá okkum J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo Fyrr 2.995,- Nú 1.995,- Nálatøvimaskina Biga ...smartari og betri! Staravegur 5 • FO-100 Tórshavn • tlf. 31 48 40 fax 31 48 60 • biga@kallnet.fo • www.biga.dk Wc útstillingsmøbil fyrr 53.300 NÚ ENaNS 26.600