fríggjadagur 7. desember 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Rákið
Sosialurin desember 2007
Irish
coffee
við stíli
Tilfar: kaffi, sjokoláta, appelsinlikør, pískaður rómi
Stoyt 1-2 cl av Cointreau ella øðrum appelsinlikøri í eitt Irish
coffeeglas.
Skonk nýbryggjaða kaffi í.
Slepp einum punti av sjokolátu niðurí og rør væl, inntil
sjokolátan er smeltað.
Lat róma omanyvir.
Drekk við súgviskeið, júst sum irish coffee.
Klassiskt gløgg
Tilfar: café latte, karamel- ella vaniljusirop,
róma
Ger eitt glas av café latte. Um tú ikki hevur
umstøður til at gera ektað latte, við
dampaðari mjólk og einum koppi av
espresso, kanst tú tíbetur snýta og
keypa café latte pulvur, ið bert
skal blandast við kókaðum vatni.
Stoyt eina súpiskeið av
karamel- ella vaniljusiroppi í.
Og minst so til pískaða róman,
sum veruliga gevur tann
famøsa prikkin yvir i’ið.
Café latte fyri søtar sálir
Tilfar: 1 fløsku av
reyðvíni, 1
kanelstong, 2 heilar
kardamummur, ½
sitrón, 85 gram av sukri,
2 appelsinir, nakrar heilar nellikur, 100
gram av rosinum, 100 gram av mandlum
Hita vínið.
Lat kanel og kardamummur í ein lítlan
gazeposa, og hita tað saman við víninum
í grýtuni.Tað skal akkurát ikki kóka.
Sløkk -og lat heita vínið standa undir loki
í 5 minuttir.
Lat sukur, sitrónsaft og tunnar
strimlar av sitrónskali í vínið.
Set heilu nellikurnar í appelsinirnar,
og legg tær í ein hitaðan bolla saman
við rosinum og mandlum.
Stoyt heita víni omanyvir, og servera í
smáum gløsum.
Ynskir tú barnagløgg –uttan alkohol-
kanst tú ístaðin fyri vínið nýta 5 dl av
sólberjasaft og 5 dl av súreplajuice.
Ein góður koppur av te er ikki at forsmáa. Nú er eisini eitt ótal
av tesløgum at fáa. Tú fært alskyns fruktte, bæði við vanligum
og eksotiskum fruktum, fleiri sløg av svørtum te, t.d. Darjeeling,
umframt grøna og hvíta teið, ið eru serliga heilsugóð og reinsandi,
sigst.
Men í vetrarkuldanum, sum eisini er háárstíð fyri krím og aðrar
smásjúkur, er einki sum te’ið frá ommu:
Tilfar: svart te, hunang og eina skivu av sitrón
Skonk tær te í eitt stórt krúss.
Lat eina teskeið av hungangi í og at enda eina skivu av sitrón.
Te frá ommu
Gloym ikki at minnast teg sjálva...
Tekstur: Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Koppar, krúss og gløs eru lænt
frá Mariu Poulsen búnýti
Desember er ofta merktur av, at heimið
skal vera innbjóðandi og hugnaligt,
baksturin skal fáast frá hondini, allar
jólagávurnar skulu keypast og pakkast
inn, børnini skulu koyrast til øll
jólatiltøkini, vit kundu hildið á, ikki so?
Men tað er týdningarmikið at minnast
teg sjálva í øllum jólarokinum. Hvat við
at ogna tær eina løtu í sofuni við eini
góðari bók og einum lekrum, heitum
drekkamunni? Ella bjóða vinkonunum
til eitt avstressandi prát og eitt glas av
gløgg. Tað var jú gamalt at drekka jól,
ikki so?
Heit sjokoláta
Tilfar: sjokoláta, mjólk, pískaður rómi, 1 teskeið av kanel ella chilli
Hita mjólkina, inntil hon næstan kókar. Minst til at røra í, so hon ikki
brennir fast í botn. Lat sjokolátuna í, og lat hana smelta, ímeðan tú rørir.
Bæði myrk og ljós sjokoláta kunnu nýtast.
Fá tær pískaðan róma omaná.
Ynskir tú veruliga at kitla smakksansin, royn so eisini at stroyða 1 teskeið
av kanelsukri ella chilli omanyvir.