Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Rákið Sosialurin desember 2007 Petra vil heldur baka pannukøkur við børnu­ num enn standa við høvdinum niðri í wc­ kummuni og skrubba. Tí betalir hon einari útlendskari kvinnu svartar pengar fyri at vaska heima hjá sær. Petra er bert ein av mongum føroyingum, sum keypir sær svarta reingerðarhjálp Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: Sunva Eysturoy Lassen – Eg arbeiði fulla tíð og fái ikki frí fyrr enn um 17-18 tíðina. Tá er ikki nógv eftir av degnum. Men tað er so tann tíðin, eg havi til at keypa inn, gera døgverða, rudda, vera saman við børnunum og hjálpa teimum við skúlatingum, vaska klæðir og leggja tey uppá pláss, og samstundis syrgja fyri, at eg sjálv eri úthvíld til næsta arbeiðsdag. Og egin frítíðaráhugamál kann man bara gloyma, tí tað er absolut eingin tíð til tað, greiðir Petra frá. Petra er ein kvinna í fjørutunum. Hon býr í miðstaðarøkinum og hev- ur trý børn. Arbeiði hjá manninum ger, at hann ofta er noyddur at vera uttanlands, og tí er hann ikki nógv heima. Petra arbeiðir sjálv fullan dag í einum handli í Havn og hevur langar dagar. Hon arbeiðir eisini hvønn leygardag. Tí var tað ikki ein tung avgerð at taka, tá hon frætti um eina damu, sum ynskti at gera reint fyri fólk. – Vit sótu og prátaðu um hetta í eini kaffipausu fyri umleið einum ári síðani. Ein kona greiddi frá, at hon var komin í samband við eina útlendska kvinnu, sum bíðaði eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroy- um, og sum fegin vildi gera reint fyri fólk. Eg segði beinanvegin, at eg hevði kunnað hugsað mær tað, sigur Petra. Tað gekk slag í slag, og áðrenn long tíð var gingin, hevði Petra fingið samband við útlendsku kvinnuna, sum nú kemur heim til Petru at gera reint umleið fjúrtanda hvønn dag. Ikki yvirskot sjálv Petra er ikki ein dovin kona. Sam- bært henni sjálvari hevur hon bert lært at raðfesta. Og hon heldur ikki, at reingerðin eigur at raðfestast hægst. – Tá eg var yngri, og bert hevði eitt barn, var eingin trupulleiki. Tá gekk eg og rann við einum klúti allan dagin, og eg orkaði tað væl. Men nú, sum bæði árini og børnini eru blivin fleiri, eins og arbeiðstíðin er longd, havi eg ikki óavmarkaða orku. Og eg vil heldur leggja dent á onnur ting enn reingerð, staðfestir Petra. Hon sigur, at hon nú tekur børnini og seg sjálva fram um alt tað praktiska arbeiðið, sum altíð skal gerast í einum húsarhaldi. – Óruddiligt umhvørvi er stress- andi at vera í. Og tá eg fyrr kom heim, og alt húsið var bumbað og trongdi til ein ordiligan umgang, kundi eg gott missa móti, tí hvar skuldi eg byrja? Og so var eg allatíðina kedd um alt tað, sum eg ikki náddi. Tí er tað ein harrans lætti, at tað kemur ein dama inn, sum kann hjálpa mær við at halda heimið reint og ruddiligt, so eg kann nýta tíðina til onnur ting, greiðir Petra frá. Hon sigur, at hon nú til dømis kann baka pannukøkur við børnu- num um kvøldi, eftir at skúlatingini eru gjørd, ístaðin fyri at standa við høvdinum í wc-kummuni og skrubba ella renna runt við eini tvøgu. Og tað er ein broyting, sum øll familjan hevur varnast. – Børnini hava ongantíð sæð vaskihjálpina, tí hon kemur, ímeðan tey eru í skúla, og eg sjálv eri til arbeiðis. Men tey merkja, at mamma er glað, tá eg komi heim, og at eg havi stundir at seta meg við teimum, so vit kunnu hugna okkum saman. Tað hevði eg hvørki yvirskot ella tíð til fyrr, staðfestir Petra, sum ikki eina løtu hevur angrað, at hon setti seg í samband við útlendsku damuna. Petra ringir til kvinnuna eftir tørvi. Tað er umleið fjúrtanda hvønn dag. So kemur hon og ger reint í 4-5 tímar. Hon fær 100 krónur um tíman, og peningin fær hon í hondina. – Onkur hevur sagt, at hetta er at útnytta fremmandu kvinnurnar, sum koma til Føroya. Men har eri eg ikki samd. Hon fær 100 krónur um tíman, svart. Tað er dupult so nógv sum eg tjeni, tí eg fái 100 kr um tíman, og so fer skattur av. Og eg haldi eisini, at tær eru glaðar um bara at sleppa at gera okkurt, tí – Tað er irriterandi, at eg altíð má biðja mannin um pengar, um eg havi hug at keypa mær okkurt. Eg kenni meg sum ein snúltara, sigur Maria, sum tí hevur tikið av tilboðnum um at hjálpa føroyskum kvinnum við at gera reint heima við hús. Maria hevur í langa tíð bíðað eftir arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Føroyum Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: Sunva Eysturoy Lassen – Tá eg hitti mannin hjá mær, var eingin ivi. Hann var maðurin fyri meg, og í nøkur ár ferðaðust vit aftur og fram ímillum Føroyar og mítt heimland. Men sum tað gjørd- ist meiri seriøst, tók eg avgerð um at flyta við honum til Føroya, greið- ir Maria frá. Hon sigur, at hon skjótt fall fyri hesum løgna og sjarmerandi landinum. Tað er nú long síðani, at parið flutti til Føroya, men framvegis bíðar hon eftir svarið frá myndug- leikunum um arbeiðs- og uppi- haldsloyvi í Føroyum. – Tað er skjótt at gerast dovin, tá tú einki hevur at gera í so langa tíð. Sum er, havi eg einki at fara upp til, so eg nýti nógva tíð til at sova. Tað er frustrerandi, tí eg vil jú fegin sleppa til arbeiðis, bæði fyri at hava okkurt at gera, men eisini fyri at koma í samband við onnur fólk. Men tað havi eg ikki loyvi til, sigur Maria. Arbeiðir svart Fyri nøkrum mánaðum síðani kom hon í samband við eina aðra útlendska kvinnu, sum er gift til Føroya. Hon greiddi Mariu frá, at tað er stórur tørvur á vaskihjálp í privatum heimum, og hon spurdi, um tað var nakað, sum Maria hevði kunnað hugsað sær. – Eg tók av, tí eg orki ikki at sita fyri einki allan dagin. Nú havi vaski- arbeiðið, og tað ger stóran mun í mínum lívi. Maðurin er jú til arbeið- is allan dagin, so um eg ikki arbeiði, siti eg bara einsamøll inni. Nú havi eg okkurt at fara til, og eg føli, at eg geri nyttu, greiðir Maria frá. Hon er við jøvnum millumbilum og vaskar fyri eitt húski. Hon bæði ruddar, støvsýgur, vaskar gólv og wc, pussar vindeygu og tekur sær av øðrum fyrifallandi vaskiarbeiði, alt eftir hvør tørvurin er. – Mær dámar hetta væl, tí eg veit, at hetta er eitt týdningarmikið arbeiðið. Eg síggi ein ítøkiligan mun, tí tá eg komi, er alt skitið og óruddiligt, og tá eg fari avstað aft- ur, skínur alt. Og eg veit, at familj- an setur stóran prís uppá, at eg havi verið har, greiðir Maria frá. Hon kundi saktans arbeitt fyri nógv fleiri húski, enn hon ger, men hon er bangin fyri, at tað kann elva til trupulleikar við uppihaldsloyvinum. Tí hevur hon avmarkað seg til ikki at taka ov nógvar uppgávur á seg. Munur á arbeiðsgevarum Maria greiðir frá, at hon eisini í heimlandinum fekst eitt sindur við at gera reint fyri fólk. Men hon staðfestir, at tað er stórur munur á, hvussu fólk fara við vaskihjálpini í heimlandinum í mun til, hvussu tað er her. – Heima verða vaskihjálpir ikki roknaðar fyri nakað serligt, og arbeiðsgevarar tosa bara við teg, um tú ikki hevur gjørt arbeiðið nóg væl. Men eftir at eg hevði verið og vaskað fyri føroysku familjuna fyrstu ferð, ringdi konan til mín aftaná, og takkaði mær so miriliga fyri arbeiðið, eg hevði gjørt. Eg Børnini fram um skrubbuna Eg má hava okkurt at gera