fríggjadagur 7. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 7. desember 2007
23
Leys størv á
Teknisku deild
Byggifrøðingur
Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum verkætlanum og anleggs-
arbeiðum, og tískil søkja vit eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og
ráðgevandi vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í verki.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við vegarbeiði umframt at standa fyri
projektering, útbjóðing, eftirlit og byggirokniskapi, sum kommunan stendur fyri.
Vit ynskja
at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur góðar arbeiðsroyndir og royndir
innan almenna fyrisiting, ið samanlagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur
at hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft Officepakkan og Navision
Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort.
Vit kunnu bjóða
eitt spennandi og mennandi starv við mongum og fjølbroyttum avbjóðingum innan bygging sum
heild, eins og tú fært hollan kunnleika til arbeiðið í eini almennari fyrisiting.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við
starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tað er umráðandi at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka
avgerðir og duga væl at málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett skjótast til ber og verða sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella til Jákup Egholm Hansen,
tekniska stjóra á telefon 30 20 10.
Umsóknir
saman við viðmælum, avriti av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. desember 2007
kl. 15.00.
Starvsfólk til digitala kortviðgerð
Á Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir dugnaligum fólki til at arbeiða við
digitalari kortgerð í sambandi við skráseting av leiðingum v.m. at byrja skjótast til ber.
Starvið
Starvið fevnir um uppsetan og røkt av telduskipanini hjá kommununi, herundir eisini skráseting av
m.a kloakk-, vatn- og gøtuljósleiðingum.
Førleikakrøv
Kommunan sóknast eftir umsøkjara, ið hevur útbúgving sum byggifrøðingur, telduatstøðingur ella
umsøkjara, ið hevur samsvarandi útbúgving ella royndir innan digitala kortgerð, er fyrikomandi og
nærlagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Alt skrásetingararbeiðið hjá kommununi verður gjørt
við Microstation, og er tað umráðandi, at tú hevur kunnleika til hesi forrit og annars dugir at
samskifta á føroyskum máli. Harumframt er tað ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til forritini í
Microsoft Office pakkanum.
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert og spennandi starv, har tú hevur møguleika at menna teg innan kortgerð og annars
GIS-supportering sum heild.
Verkfrøðingur
Í Tórshavnar kommunu eru ætlanir frammi um at fara undir mong áhugaverd anleggsarbeiði, og
tískil søkja vit eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið hevur áhuga fyri slíkum verkætlanum.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við veg-arbeiði umframt at standa fyri
projektering, útbjóðing, eftirliti og byggiroknskapi í teimum veg- og anleggsarbeiðum, sum
kommunan stendur fyri.
Útbúgving
Tann, ið settur verður í starvið, skal hava útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra
samsvarandi útbúgving, hava góð samstarvsevni, duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur
at hava kunnleika til telduforritini í Microsoft Officepakkanum og Navision Attain. Neyðugt er at
hava koyrikort.
Tórshavnar kommuna
lýsingar