fríggjadagur 7. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin desember 2007
Rákið
tær bíða eftir artbeiðs- og uppi-
haldsloyvi í Føroyum, og tað kann
taka forferdiliga langa tíð. Tær
ynskja at integrera seg í samfelag-
ið, tær eru fluttar til, men tær
sleppa ikki. Og nokk av arbeiði er;
tær kundu saktans arbeitt fullan
dag við at vaska fyri fólk. Ikki tí fólk
vilja útnytta tær, men tí tørvurin er
so stórur, staðfestir Petra.
Glansbílætið er rivnað
Fyri nøkrum áratíggjum síðani var
púra vanligt, at húski við fleiri
børnum høvdu arbeiðskonu. Hóast
bæði kvinnan og maðurin arbeiða
úti í dag, liggja húsligu uppgávur-
nar kortini fyri tað mesta á kvinn-
uni. Hon skal síggja til at húsið
skínur, heimabakað er í ovninum,
børnini eru rein og væl uppdrigin,
hjúnabandið verður hildið við líka,
umframt at hon skal geva karri-
eruni ans í sínum fulltíðararbeiði.
Men nú er hetta glansbílætið at
skrædnað, tí dagsins kvinnur finna
seg ikki í hesi tilveruni longur. Hetta
hevur havt við sær, at alsamt fleiri
húski fáa sær reingeringshjálp, so
tær kunnu nýta tíðina til onnur ting.
Petra er bert ein av nógvum.
– Eg veit um nógvar familjur,
sum hava svarta reingeringshjálp.
Og tá eg sigi fólki, at eg havi vaski-
hjálp, er reaktiónin næstan altíð:
“Hvar hevur tú funnið hana, og
kann hon eisini koma at gera reint
fyri meg?” At tað er svart, tiltalar
eisini fólk, tí hitt hevur eingin ráð
til, sigur Petra. Hon sigur víðari, at
summi orka ikki tankan um, at
nakar skal koma inn og síggja teirra
órudd. Men tey gerast alsamt færri.
Spurd, um hon nakrantíð fær
niðrandi reaktiónir, tá hon greiðir
frá um sína vaskihjálp, svarar hon,
at tað hevur hon ongantíð fingið.
– Eg væntaði faktiskt, at fólk fóru
at halda, at eg eri ein dovin og
vánalig kona, sum ikki klári at halda
heimið pent og reint. Men eg haldi,
at tað fyri tað mesta er í mínum
egna høvdi, at teir fordómarnir eru.
Tí sjálvandi hevði eg viljað verið
ein av hesum superkvinnunum,
sum klára at halda glansbílætinum
inntakt. Men eg eri komin til ta
niðurstøðu, at eg klári ikki alt, og at
viðganga tað var ein stórur lætti,
sigur Petra.
Hon heldur, at tær umleið 1000
krónurnar um mánaðin eru væl
givnar út.
– Við at lata kvinnuni hesar peng-
arnar fyri reingerð, keypi eg meg
frá stressinum av einum óruddilig-
um húsi, eg keypi mær sjálvari
betri lag og meiri yvirskot, og týdn-
ingarmest av øllum: eg keypi mær
tíð saman við børnunum, staðfestir
Petra.
Petra er dulnevni. Blaðstjórnin
kennir rætta navnið á Petru.
bleiv heilt ovfarin, tí tað var eg ikki
von við. So eg kenni meg meiri
sum eitt vinfólk, sum rættir eina
hjálpandi hond, heldur enn at tey
eru mínir arbeiðsgevarar. Og eg
føli, at tey seta stóran prís uppá
meg, sjálvt um eg “bara” eri
vaskihjálpin, greiðir Maria frá.
Føroyskar kvinnur ikki dovnar
Tá eg spyrji Mariu, hvat hon heldur
um, at føroyskar kvinnur ikki klára
ella tíma at halda heimið reint og
ruddligt svarar hon, at tað skilir
hon væl.
– Føroyskar kvinnur eru karrieru-
kvinnur. Tit arbeiða nógv og hava
altíð nógv um oyruni. Harafturat
skal familjan passast. Tað er ikki
nógv frítíð, og eg skilji væl, at tit
ikki tíma at nýta frítíðina uppá at
gera reint. Eg hugsi absolut einki
negativt um tær kvinnur, sum
ringja til mín og ynskja mína hjálp,
slær Maria fast.
Og hon kennir tað ikki sum, at
hon verður útnyttað.
– Eg eri sera glað fyri hetta
arbeiðið. Fyri tað fyrsta tí tað gevur
mær nakað at fara upp til, og tí eg
geri ein mun. Men so sanniliga
eisini fyri at fáa eitt sindur av
lummapengum. Vit eru jú tvey fólk
heima, men bert ein inntøka, tí eg
havi ikki loyvi at tjena nakað. Alt
skal gjaldast við inntøkuni hjá
manninum, so tað eru ikki nógvir
pengar til avlops.
– Og tað er eisini irriterandi, at
eg altíð má biðja hann um pengar,
um eg havi hug at keypa mær okk-
urt. Eg kenni meg sum ein snúlt-
ara, sum altíð má biðja um pengar.
Eg havi altíð arbeitt nógv og tjent
væl, men nú havi eg ikki havt loyvi
at tjena nakað í langa tíð. Tað er
ein keðilig støða, sigur Maria.
Hon sigur at enda, at tá hon
vónandi fær loyvi at arbeiða í
Føroyum, ætlar hon sær at halda
fram við vaskiarbeiði.
– Mær dámar tað væl, og eg veit,
at tað er ein stórur tørvur, sigur
Maria.
Maria er dulnevni. Blaðstjórnin
kennir rætta navnið á Mariu.
Rákið
Sosialurin desember 2007
Rákið við at fáa sær vaskihjálp heima við
hús vindur alsamt uppá seg. Fyri tað mesta
eru tað svartir pengar, sum skifta hendur, tá
føroyskar kvinnur ikki megna ella tíma at gera
reint heima. Og fleiri av vaskihjálpunum eru
útkendskar kvinnur, sum eru fluttar til Føroya
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen