týsdagur 22. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Hóast hann ikki sigur
tað beinleiðis, so
bendir prátið hjá
Jógvani Martin Olsen
á, at Helgi L. Petersen
skjótt aftur verður í
landsliðshópinum
LASNDSLIÐSPRÁT
Jákup Mørk
Ein av áskoðarunum í Gøtu
sunnudagin var hjálpar-
maðurin hjá Allani Simon-
sen, Jógvan Martin Olsen.
Ørindaleysur
var
hann
sjálvandi ikki til dystin.
- Tað eru jú fleiri
leikarar, sum eru inni í
myndini, og so má mann
sjálvandi meta um, hvussu
hesir eru fyri, var svarið vit
fingu, tá vit spurdu, um
talan var um ávís ørindi.
Helgi kann fáa boð
Tað er eingin loyna, at ein
leikari, sum veruliga hevur
gjørt um seg fyrstu um-
førini av kappingini, er
Helgi L. Petersen, og tá vit
spurdu Jógvan Martin um
hetta, kundi svarið bent á,
at Helgi kann rokna við at
fáa landsliðsboð ein av
fyrstu døgunum.
- Helgi er ein leikari, sum
leingi hevur verið inni í
myndini. Hann varð jú út-
tikin fyri nøkrum árum
síðani, og vit hava alla
tíðina havt eyguni við,
hvussu hann hevur staðið
seg. Tað hava eisini verið
boð eftir honum einar
tríggjar – fýra ferðir afturat,
men her hevur talan hvørja
ferð verið um avboð, sigur
Jógvan Martin.
Spurdur beinleiðis, vil
Jógvan Martin ikki svara,
um Helgi verður úttikin
hesa ferð, og tó. Meira
beinleiðis verður tað neyv-
an frá einum hjálpar-
venjara.
- Sum sagt, so hevur
Helgi givið avboð fýra
ferðir. Nú má hann sjálvur
koma við eini melding, um
hann er tøkur til landsliðið
ella ikki.
Come-back
til Henning
Henning Jarnskor, ið aftur í
ár er at finna á GÍ-liðnum,
var leingi eitt av føstu
álitunum hjá Allani Simon-
sen, men seinasta árið
tykist hann vera gliðin heilt
úr myndini. Í ár hevur hann
tó aftur víst nakað av tí,
sum gjørdi hann fastan á
landsliðnum, og hjálpar-
venjarin tykist heldur ikki
útiloka gøtumanninum á
nakran hátt.
- Eg haldi ikki mann
kann siga, at Henning er
farin úr myndini. Í fjør
hevði hann sera truplar
umstøður, har hann eitt
skifti var í Danmark, og tað
var
kanska
nakað
av
hesum,
sum
speglaðist
aftur í avrikunum. Hann
sær tó veruliga út til at hava
vunnið seg fram aftur í ár,
og tað sigur seg sjálvt, at
ein maður við slíkum
royndum ikki er at forkasta,
um so er, at tørvur er á
honum.
Trupul uppgáva
Annars tykist tað verða ein
sera trupul uppgáva, sum
landsliðsvenjararnir hava,
nú landsliðið um stutta tíð
skal takast út til teir báðar
komandi landsdystirnar.
Rúgvan av skaðum, sum
vit umrøddu í hósdags-
útgávu okkara, tykist bara
at veksa, tó at tað enn tykist
vera
ivasamt,
hvussu
álvarsligir skaðarnir eru.
Hvørki Uni Arge ella
Christian Høgni Jacobsen
vóru
á
sínum
liðum
sunndagin, men fyri báðar
tykist talan ikki at vera um
somikið álvarsligar skaðar,
at hesir forða fyri landsliðs-
úttøkuni. Meira ivasom
tykist støðan við Pól Tór-
steinsson at vera, og sum
Jógvan Martin sjálvur sigur
at enda, so tykist talan í
løtuni at vera um eitt sera
turbolent tíðarskeið hjá
landsliðnum.
Helgi má geva boð
- Nú má hann sjálvur koma
við eini melding, um hann er
tøkur til landsliðið ella ikki,
sigur Jógvan Martin Olsen
um Helga L. Petersen
Helgi L. Petersen ivast
ikki, tá vit spyrja, um
hann nú hevði tikið
av einum landsliðs-
kjansi
LANDSLIÐSPRÁT
Jákup Mørk
- Verði eg úttikin, so komið
eg við landsliðnum.
Somikið
greiður
var
Helgi L. Petersen, tá vit
eftir dystin móti B36
spurdu hann spurningin,
sum hjálparvenjarin hjá
landsliðnum
óbeinleðis
setti í greinini omanfyri.
Hann greiðir frá, at
avboðini hjá sær komu fyri
einum tveimum til trimum
árum síðani, tá hann júst
var farin undir lesna.
- Eg vildi ikki taka ov
nógv frá lesnaðinum, og
gav tí avboð. Nú er støðan
tó ein onnur, og fái eg boð,
so ivist eg ikki í, at eg taki
av.
Tað hevur eisini ljóðað,
at landsliðsvenjarin hevur
prátað við Helga, men
sjálvur sigur leikarin, at
hetta var meira óformligt.
- Vit hittust í B36-
húsinum, tá B36 og HB
spældi
hálvfinaluna
í
steypakappingini.
Hann
kom so yvir og prátaði við
meg, men tað var so ikki
um
nakra
úttøku
ella
líknandi.
Bara
spurdi,
hvussu støðan var og
soleiðis, sigur Helgi.
Hvussu er og ikki, so
tykist skaðastøðan á lands-
liðnum og núverandi spæl-
ið hjá Helga at borga fyri,
at runavíkingurin verður út-
tikin til komandi uppgáv-
urnar, og sum hann sigur
sjálvur, so tekur hann av,
um so verður.
Pól Ivasamur
Ein av spælarunum, sum
møguliga ikki verður við til
komandi landsdystirnar, er
Pól Thorsetinsson, sum
noyddist skaddur av vøllin-
um sunnudagin.
- Eg havi ongantíð havt
eina fipurspreinging, so eg
veit ikki, hvussu tað kenn-
ist. Hinvegin er greitt, at
okkurt hendi í lærinum, tá
eg sparkaði út í tóma luft,
sigur Pól Thorsteinsson.
Hann dugdi eftir dystin
als ikki siga, hvussu álvars-
ligur skaðin var, men hann
vónaði sjálvandi at vera
tøkur, tá B36 hósdagin skal
spæla seinnu hálvfinaluna í
steypakappingini.
Eg eri klárur
Helgi L. Petersen, sigur seg
nú vera tøkan, um Allan
Simonsen hevur tørv á sær.
Hinvegin er Pól
Thorsteinsson heldur
ivasamur til komandi
landsliðsuppgávurnar
Hetta tók lika sum spenn-
ingin úr dystinum, og hetta
kom eisini til sjóndar, við at
ein ávís frustratión nú
kundi hómast á B36-liðn-
um. Frá at vera ein hart,
men kortini rímuliga reint
spældur dystur, bleiv talan
seinastu løtuna um fleiri
ljótar atsóknir, sum dóm-
arin væl kundi sektað harð-
ari, uttan at hetta tó varð
gjørt.
Í hesum sambandi skal tó
ein lítil rósa eisini gevast til
dómaran fyri avrikið. Fleiri
áskoðarar tóktust vera av
teirri fatan, at ov nógv har
spæl varð loyvt, og tað er
eingin loyna, at talan var
um ein harðan dyst. Hin-
vegin skert ikki burtur, at
um dómarin veruliga skuldi
floyta fyri einum og hvørj-
um, so kundi hann floyta
dystin sundur og saman.
Hetta hendi tíbetur ikki, og
var avgjørt ein av orsøk-
unum til, at talan gjørdist
um ein undirhaldandi dyst.
GÍ er væl fyri
Við sigrinum legði GÍ aftur
meira sjógv millum seg og
hini liðni í deildini. Teir
hava nú fleiri av teimum
uppgávum, sum á papp-
írinum verða mettar sum
tær truplastu, og enn er
úrtøka teirra full. Fleiri
orsøkir eru til hetta, og
skulu hesar finnast bæði á
og uttan fyri vøllin.
Á leikarasíðuni skal so
avgjørt nevnast, at Helgi L.
Petersen veruliga tykist
hava rakt stórformin í løt-
uni, og umframt góða spæl-
ið, speglast hetta eisini á
máltindinum.
Harafturat
hevur Sámal Joensen styrkt
væl um miðvøllin, har hann
saman við Magna Jarnskor
stendur fyri tí framrættaða,
meðan
Poul
Henning
Jacobsen hevur sett seg
somikið væl á seinasta mið-
vallarsessin, at pólverjin
verður hildin úti. Har
afturat hevur Henning Jarn-
skor veruliga funnið sítt
gamla spæl aftur, og er
hann nú aftur ein sera týð-
andi liður, tá hann við full-
ari ferð heldur leiðina niðan
á vøllin. At enda skal í hes-
um sambandi nevnast, at GÍ
hev ur eina tað sterkastu
miðverjuna í landinum. Í
øllum førum, um spælt
verður við longum skrá-
bóltum inn í feltið, og
onkursvegna er tað júst tað,
sum flestu mótstøðuliðini
tykjast royna móti GÍ.
Hetta tykist tó at vera nyttu-
leyst, tí tað er neyvan nakar
leikari í Føroyum, sum
vinnur luftbólt móti Bartal
Eliasen, so komandi mót-
støðumenninir kunnu longu
nú fara at venja seg við at
spæla flatar bóltar.
Seinasti trumfurin hjá GÍ
er á venjarabeinkinum, har
Johan Nielsen ferð eftir
ferð tykist prógva, hvussu
væl hann altíð er fyri-
reikaður. Aloftast megnar
hann at finna júst røttu
spæliætlanina, og heldur
hendan ikki, er hann eisini
maður
fyri
at
fremja
neyðugu broytingarnar.
Størsti veikleikin hjá
liðnum tykist vera, at liðið
er sera nógv tengt at,
hvussu væl lyklaleikararnir
eru fyri. Higartil hevur
einki bila í so máta, men
um hetta heldur gjøgnum
eitt drúgt kappingarár er ein
onnur søga, sum ikki
verður svarað enn.
GÍ-B36 3-1 (2-0):
1-0: Helgi L. Petersen 14
2-0: Óli Hansen 25
2-1: Jákup á Borg (br.) 70
3-1: Áslakur R. Petersen 86
Dómari:
Oddmar Andreasen
23
22
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Við sigrinum á B36
søkti GÍ enn eitt
oddalið, og støðan
minnir nú aftur á
gula tíðarskeiðið mið-
skeiðis í 90’unum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Annað vikuskiftið á rað
skuldi GÍ spæla oddadyst,
tá besta mansliðið hjá B36
um vikuskiftið legði leiðina
til Gøturnar. Undan hesum
dystinum hevði einki av
mótstøðuliðunum skalað
gøtumenn, men B36 hevði
hinvegin heldur ikki tapt
nakran dyst, so í so máta
tóktist alt at vera púra opið.
Eisini hóast GÍ í steypa-
kappingini vann sannfør-
andi á árstalsfelagnum úr
høvuðsstaðnum.
Bragdlig byrjan
Ofta er vandin í slíkum
dystum, at liðini bæði
gerast ov varin. At eingin
parturin torir at vága ov
nógv frameftir, tí óttin fyri
at tapa er størri enn viljin til
at vinna.
Soleiðis tóktist tíbetur
ikki at vera sunnudagin. Frá
fyrsta bríksli tóktist greitt,
at bæði liðini ætlaðu sær trý
stig, og tí varð dentur eisini
lagdur á álopsspælið. Ikki
ókontrollerað, men tú hevði
ongan tíð varhugan av, at
talan fór at gerast um ein 0-
0 dyst. Bæði liðini høvdu
eisini beinan vegin nakrar
naskar royndir. Nærmast
mundi B36 vera, tá John
Petersen slapp leysur á bak-
linjuni, men Hallur Hansen
fekk tó beint bóltin út til
horna.
GÍ hevði kanska ikki teir
heilt stóru møguleikarnar
hesa løtuna, men hinvegin
var í fleiri førum heilt nær
við, at teir gjørdist leysir.
Ikki minst tí Johan Nielsen
enn eina ferð hevði lisið
upp á uppgávuna, og legði
stórt trýst í vinstra borðið,
har Bjarni Prior hevði stór-
ar trupulleikar av at halda
Henning Jarnskor, sum eis-
ini varð væl stuðlaður av
Sámal Joensen og Magna
Jarnskor.
Somikið
stórir
vóru
trupulleikarnir hjá Bjarna,
at hann varð tikin út (hálv-
skaddur ?) eftir knøppum
20 minuttum, men tá hevði
GÍ longu gjørt sær dælt av
opnu síðuni og lagt seg á
odda. Vandin tóktist annars
at vera hæsaður av, tá ein
sending frá Sámali til
Henning tóktist ov long,
men meðan Bjarni tók seg
aftur í taklingini, fekk
Henning kortini fatur á
bóltinum, og tá hann so
sendi innfyri, leyp altíð
vandamikli Helgi L. Peter-
sen upp og stútaði bóltin í
málið. Kanska hevði hann
ikki farið inn, um ikki
Arnbjørn avrættaði, og har-
við snýtti málverjan, men
mál var so undir øllum
umstøðum.
Marginalarnir
Ofta verða smáu marginal-
arnir nevndir í fótbólti, og
málið til 2-0 hjá gøtumonn-
um bar eisini boð um,
hvussu nógv hesir hava at
siga. B36 var í álopið, og
eftir sera gott samanspæl
varð bólturin lagdur innfyri
til ein púra leysan John
Petersen. Hesin stútaði tó
beint á málverjan, og tá
hesin so sparkaði út, var tað
samstundis byrjanin til eitt
mál, sum væl kann gerast
kandidatur til tað besta á
árinum.
Útsparkið kom til Helga
L. Petersen, sum fyrst
tamdi, og síðani við hælin-
um spældi bóltin inn um
tveir ovfarnar verjuleikarar.
Har kom Óli Hansen renn-
andi við fullari ferð, og eftir
at hava tikið eina draging
bankaði hann bóltin upp í
nærmasta málhorn.
Eftir hetta tóktist GÍ at
hava tamarhald á tí mesta
av tí, sum fór fram í fyrra
hálvleiki. Ferðin á spæl-
inum var framvegis hampu-
liga høg, men nógvu nær-
dystirnir gjørdu tó sítt til, at
álopini
sjáldan
vórðu
drúgv, og burtur sæð frá
einstøkum vandamiklum
skotroyndum, var talan ikki
um teir stóru málmøgu-
leikarnar. Tað mundi heldur
ikki gera støðuna hjá B36
betri, at Pól Thorsteinsson
noyddist skaddur av vøll-
inum, tí við hesum mistu
teir ein verjuleikara, sum
bæði hevur evnir og dirvið
at koma framvið, soleiðis at
yvirtalsstøður kunnu skap-
ast.
Leikluturin hjá John
B36 fór sjálvandi á vøllin
til seinna hálvleik við tí fyri
eyga vinna GÍ leiðsluna inn
aftur, men útlitini fyri
hesum versnaðu munandi,
tá Arnbjørn Danielsen fekk
sítt næsta gula kort í
dystinum.
Hetta
kom
annars, eftir at hann var
meira ella minni seldur av
egnum miðvølli. B36 misti
í álopi, uttan at uppbakn-
ingur á miðvøllinum var til
staðar, og tá Arnbjørn so
var ov seinur at taka Bartal,
kundi úrslitið ikki verða
øðrvísi.
Við 10 móti 11 eydnaðist
tó brádliga B36 at leggja
trýst oman GÍ málinum.
Nakað sum als ikki hevði
eydnast í nóg stóran mun
undan hesum. Onkuir vildi
kanska hildið, at hetta
bendi á veikleikar hjá GÍ
liðnum, og møguliga er tað
eisini so, men ein nógv
størri orsøk var, at B36 nú
noyddist at umskipað liðið.
John Petersen hevði fram
til tá verið á miðvøllinum,
har hann stuðlaði upp undir
álopið, men eftir útvísing-
ina varð hann tveittur heilt
fram, meðan Jákup á Borg
og Magni á Lakjuni vórðu
drignir meira aftur, og við
hesum fekk B36 brádliga
nógv betri fatur á miðvøll-
inum.
Eingin ivi er um, at John
telist millum allar fremstu
leikarar í Føroyum, men
dysturin sunnudagin sýndi
týðiliga, at B36 venjarin
eigur at umhugsa, um tað
nú er rætt at nýta landsliðs-
mannin á miðvøllinum.
Bóltførleikan og –eyga
hevur hann sum fáur, men
defensivu manglar hansara
viðførdu, at B36 ongan tíð
fekk gongd á nakað press
spæl í fyrra hálvleiki. Ikki
minst tí Sámal Joensen
dugdi sera væl at flyta seg í
holini, sum lógu eftir John.
Hinvegin
kom
stóra
styrkin hjá John sera væl til
sjóndar, tá hann varð fluttur
niðan í álopið. Her hevði
hann til uppgávu at halda
bóltinum, fyri síðani at
stinga út í síðurnar ella at
snara sær, og júst í hesum
er hann so avgjørt besti
leikarin í landinum. Sam-
stundis gav flytingin eisini
rúmd fyri meira arbeiðs-
somum leikarum á mið-
vøllinum, og tí kundi B36 í
størri mun halda bóltinum
uppi á GÍ hálvuni eftir
hetta.
Einsamalla málið hjá
B36 var eisini úrslit av, at
teir nú høvdu ein leikara at
spæla bóltin beint á. John
snaraði sær á í brots-
teiginum, og tá hann so fall
til kníggja í nærdysti við
Leiv Hansen, bríkslaði
dómarin fyri brotssparki.
Eitt brotsspark, sum Jákup
á Borg við stórum trygg-
leika sendi í málið.
Nógvir nærdystir
Eftir hetta setti B36 enn
meira á, til tess at javna GÍ
leiðsluna, og hetta viðførdi
sjálvandi eisini spentar
støður í hinum endanum, tá
GÍ fór í mótálop. Eitt av
hesum endaði við einum
hornasparki, sum skuldi
vísa seg at gerast upptaktin
til seinasta málið í dyst-
inum.
Í fyrstu atløgu fekk B36
bóltin út frá, har júst
innskifti Zdzislaw Janik
samlaði upp. Hann rullaði
upp á tvørs til somuleiðis
innskifta Áslak R. Petersen,
sum við einum dómadags-
skotið sendi bóltin lágt og
uttarlaga móti málinum,
soleiðis at Tróndur Vatn-
hamar bert kundi hyggja,
meðan meskarnir spílaðust
enn einaferð.
GÍ er farið solo
Ofta gekk hart fyri seg, men størsta partin av tíðini var tó talan um hampuliga reint spældan dyst, sum tó innihelt eina rúgvu av
nærdystum
C
M
Y
K
22