týsdagur 22. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
FCK álopsmaðurin
ásannar, at møgu-
leikin fyri skaðum á
landsliðnum gera tað
trupult hjá honum at
fylgja hjartanum
LANDSLIÐSTOS
Jóannes Hansen
Landsdystirnir ímóti Sveis
og Jugoslavia fyrst í juni
nærkast. Tann fyrri verður
spældur
á
Svangaskari
leygardagin 2. juni, og tann
seinni verður spældur á
Tórsvølli 6. juni.
Í hesi vikuni fer Allan
Simonsen at boða frá,
hvørjar átjan spælarar hann
vil hava at umboða Føroyar
í hesum dystunum.
Ein av mest uppløgdu
spælarunum á føroyska
liðnum er Todi Jónsson.
Síðst, hann var á landslið-
num, var á ferðini til
Luksemburg og Russlands í
mars. Ferðin hjá Toda
endaði í Luksemburg. Har
niðri fekk hann longu
tíðliga í 1. hálvleiki ein
herviligan
vøddaskaða,
sum hevði við sær, at Todi
fór av vøllinum og ikki
spældi við FCK í ein
mánað.
Leiðslan íFCK gav ilt av
sær. Teir søgdu seg ikki
finna seg í, at teirra álops-
spælari so ofta kom aftur til
felagið og var skaddur, eftir
at hann hevði umboðað
Føroyar. Todi segði, at hann
nú fór at umhugsa sína
framtíð á landsliðnum, og
at hann hevði góða tíð at
hugsa seg um í, tí næstu
dystirnir
vóru
ikki
á
skránni fyrrenn í juni.
Nú er juni í nánd, og sum
sagt so skal landsliðsvenj-
arin í hesi vikuni velja sær
manning.
Dagsskráin hjá Toda sær
soleiðis út, at hann nú
sunnudagin skal spæla við
FCK ímóti Lyngby. Síðani
eru tað landsdystirnir, sum
eru á skránni. Tann seinni
er mikudagin 6. juni, og
sunnudagin 10. juni skal
FCK spæla á heimavølli í
Parkini ímóti Brøndby. Tað
er væl hugsandi, at tann
dysturin verður avgerandi
fyri, hvør skal vinna DM,
og fyri Toda Jónsson hevði
tað verið ræðuligt ikki at
verið førur fyri at spæla
tann dystin.
Hevur tú tikið avgerðina,
um tú fert at umboða
Føroyar ímóti Sveis og
Jugoslavia, ella um tú fert
at senda avboð?
– Hatta er ein spurningur,
sum eg havi hugsað nógv
um. Eg eri ikki komin til
nakra endaliga niðurstøðu.,
men tað skal eg koma til
fyrrapartin av hesi vikuni.
Eingin ivi skal vera um, at
eg fegin vil spæla fyri
Føroyar. Tað er nakað heilt
serligt. Men á hinari síðuni
eru
tað
skaðarnir
og
fótbóltsframtíðin.
Tað
gongur væl hjá FCK, og eg
vil fegin vera við til at
stríðast fyri at vinna DM.
Eg orki ikki hugsanina, at
eg enn eina ferð skuldi
verið skaddur í landsdysti.
Spurningurin er, um óttin
fyri
møguleikanum
at
verða skaddur hevur við
sær, at sannlíkið fyri at
verða skaddur, gerst størri.
Eg veit tað ikki, men sum
sagt, so fari eg í hesi vikuni
at boða venjaranum frá,
hvørja niðurstøðu eg eri
komin til.
Hetta er tað, sum Todi
Jónsson hevur at siga um
henda spurningin akkurát
nú. Seinni í vikuni fáa vit
so at vita, hvørja niður-
støðu hann er komin til.
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
FCK
30
15-11- 4
50
25
25
56
2
Viborg
30
13- 7 -10
49
34
15
46
3
Silkeborg
30
14-11- 5
44
31
13
53
4
OB
30
12- 7 -11
46
39
7
43
5
Lyngby
29
11- 7 -11
36
46
-10
40
6
HFK Sønderj.
30
1 - 7 -22
27
78
-51
10
7
Herfølge
30
5 - 9 -16
37
60
-23
24
8
FCM
30
13-10- 7
46
40
6
49
9
Brøndby
29
15- 7 - 7
66
36
30
52
10 AGF
30
11- 4 -15
44
56
-12
37
11 AB
30
6 -14-10
37
40
-3
32
12 AaB
30
11-10- 9
47
44
3
43
Støðan, danska 1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
Vejle
26
13- 8 - 5
61
32
29
47
2
Skive
26
7 - 8 -11
43
61
-18
29
3
Randers F.
26
9 - 6 -11
37
45
-8
33
4
Ølstykke
26
6 - 5 -15
30
70
-40
23
5
Køge
26
15- 7 - 4
55
29
26
52
6
Hvidovre
26
9 - 8 - 9
48
45
3
35
7
Fremad A
26
5 - 7 -14
34
54
-20
22
8
Frem
26
15- 7 - 4
60
28
32
52
9
FC Aarhus
26
5 - 8 -13
32
61
-29
23
10 Farum
26
13- 5 - 8
52
35
17
44
11 Esbjerg
26
17- 7 - 2
68
21
47
58
12 Brønshøj
26
12- 2 -12
49
52
-3
38
13 Birkerød
26
2 - 4 -20
33
69
-36
10
14 B93
26
12- 3 -11
46
38
8
39
15 B 1913
26
9 - 8 - 9
32
38
-6
35
16 AC Horsens
26
8 -10- 8
33
35
-2
34
Støðan, norska tippeligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
Viking
8
6 - 2 - 0
18
7
11
20
2
Tromsø
8
2 - 0 - 6
5
14
-9
6
3
Strømgodset
8
0 - 3 - 5
9
24
-15
3
4
Stabæk
8
5 - 1 - 2
12
8
4
16
5
Sogndal
8
2 - 0 - 6
7
19
-12
6
6
Rosenborg
8
7 - 0 - 1
27
8
19
21
7
Odd. Grenl.
8
4 - 2 - 2
14
8
6
14
8
Moss
8
4 - 1 - 3
11
11
0
13
9
Molde
8
4 - 2 - 2
18
9
9
14
10 Lyn
8
1 - 3 - 4
9
12
-3
6
11 Lillestrøm
8
5 - 1 - 2
14
11
3
16
12 Bryne
8
2 - 1 - 5
10
16
-6
7
13 Brann
8
4 - 1 - 3
17
14
3
13
14 Bodø/Glimt
8
1 - 1 - 6
6
16
-10
4
Støðan, hollendska toto-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
Den Bosch +
33
22- 6 - 5
62
25
37
72
2
Excelsoir +
33
19- 6 - 8
84
62
22
63
3
FC Zwolle
33
17-10- 6
70
41
29
61
4
Cambuur/L.
33
15- 9 - 9
54
48
6
54
5
G.A. Eagles
33
16- 5 -12
61
61
0
53
6
Telstar
33
15- 7 -11
46
47
-1
52
7
Volendam +
33
15- 5 -13
54
47
7
50
8
Helmond Sp.
33
13- 9 -11
67
47
20
48
9
Eindhoven
33
12- 8 -13
57
56
1
44
10 Top/Oss
33
13- 3 -17
55
65
-10
42
11 Dordrecht ‘90
33
10-10-13
58
57
1
40
12 BV Veendam
33
11- 6 -16
52
65
-13
39
13 Heracles A.
33
10- 9 -14
37
51
-14
39
14 Emmen
33
10- 8 -15
51
63
-12
38
15 MVV
33
11- 4 -18
42
57
-15
37
16 Haarlem
33
8 -10-15
45
59
-14
34
17 ADO Den Haag 33
8 - 9 -16
48
69
-21
33
18 VVV
33
8 - 4 -21
37
60
-23
28
Hvørki Julian
Johnsson ella Kurt
Mørkøre vóru við, tá
Rosenborg vitjaði og
vann 6–1, og nú ætla
teir í Sogndal at
keypa ein nýggjan
álopsspælara
NOREG
Jóannes Hansen
Í vikuskiftinum gekk tað út
av lagi illa hjá føroyska
felagnum í norskum fót-
bólti. Sogndal hevði vitjan
av Rosenborg úr Trónd-
heimi, sum í fleiri ár hevur
verið roknað at vera besta
fótbóltsliðið í Norðurlond-
um.
Og tað spældi ikki væl
av. Rosenborg fór avstað
aftur við 6–1 sigri í við-
førinum. Hetta er størsta
avhølvingin, sum Sogndal
leingi hevur lagt rygg til.
Besti spælarin hjá Sogn-
dal, Tommy Øren, var á
høkjum uttanfyri vøllin
(hann breyt beinið miku-
kvøldið), og hvørki Julian
Johnsson, sum nústaðni er
farin at venja við fullari
ferð eftir beinskaðan, ella
Kurt Mørkøre vóru á
vøllinum.
Og tað sær út til, at
vánirnar hjá Kurt um at
vinna plássið í Sogndal
álopinum aftur, ikki eru
góðar. Í vikuskiftinum hava
teir í Sogndal sagt í norsk-
um fjølmiðlum, at teir
samráðast við Håvard Flo.
Flo maðurin hoyrir til
enska Wolverhampton, sum
vil sleppa av við hann.
Håvard, sum er systkina-
barn við Jostein og Tor
André, hevur røtur í Sogn-
dal. Síðani hann fór úr
Noregi hevur hann spælt
við AGF og Werder Brem-
en, áðrenn hann kom til
bretska felagið.
Svein Bakke, ítróttar-
stjóri í Sogndal, sigur, at
avtalan um at keypa Håvard
Flo kanska kemur upp á
pláss, áðrenn Sogndal hós-
dagin skal spæla á útivølli
ímóti Moss.
Sorlið
Rosenborg kom í handa
vending framum 2–0 í
Sogndal. Eitt vet av spenn-
ingi kom í aftur, tá Sogndal
minkaði um munin. Tað var
vorðið sum mál, sum varð
heilfluktað úr 25 metrum.
Men í 2. hálvleiki gjørd-
ist munurin alt meiri eyð-
sýndur. Stórsigurin hjá
Rosenborg hevði við sær, at
teir komu á fremsta plássið
í tippuliguni, sum teir so at
siga hava havt patent upp á
í fleiri ár. Undan hesum
umfarinum
var
Viking
Stavanger ovast, men teir
megnaðu ikki at vinna á
Ullevaal ímóti Lyn.
Sogndal hølvað av
Todi hugsar seg framvegis um
Todi Jónsson hevur framvegis ikki gjørt av, um hann fer at
taka lut í komandi landsdysturnum hjá Føroyum
25
24
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Todi og Zuma stóðu á
odda fyri sannførandi
FCK sigri í Århus, og
nú er rættuligt trýst á
Brøndby og Silkeborg
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað gongur sum eftir ánni
hjá FCK og Toda Jónsson.
Sunnudagin vunnu teir 3–0
í Århus. Todi Jónsson
skoraði tvey tey fyrstu
málini. Álopsfelagin hjá
honum,
Zuma,
skoraði
síðsta málið, og tað er
eingin endi á positivu lýs-
ingarorðunum, sum frá
donsku
pressuni
skola
niður yvir teir báðar út-
lendingarnar í FCK álop-
inum.
FCK sigurin sunnudagin
var tann fyrsti í Århus í
næstan fimm ár, og hetta
var fimtandi dysturin upp í
slag, at FCK fór av vøllin-
um uttan at hava tapt.
– Tað er ein fantastisk
kensla at vera í felagnum.
Tú kanst ætla, at tað er
hugaligt at møta til venj-
ingar mánamorgnar og at
fara undir fyrireikingarnar
til eina nýggja uppgávu, tá
tað gongst so mikið væl í
dystunum,
heldur Todi
Jónsson.
Todi heldur, at tað er
akkurát nú, at hann er
komin fyri seg eftir skaðan,
sum fyrr í vár helt honum
burtur frá besta liðnum í
fleiri vikur:
– Eg havi kent tað
soleiðis, at venjingarstøðan
hjá mær ikki hevur verið
tann sama, sum hon hevur
verið hjá hinum. Men í
Århus kendi eg meg vera
væl fyri. Tá tað restaði eitt
korter, setti Roy Hodgson
Heine Fernandez á vøllin,
og eg varð tikin út. Sjálv-
andi
hevði
tað
verið
stuttligt at skora hattrikk,
men satt at siga, so hugsi eg
ikki so nógv um, hvør
skorar málini. Nú røður tað
um hjá okkum øllum at
hava
eyguni
fest
á
meistaraskapin. Vit rokna
við, at tað ber til at vinna
DM, og tað er spennandi.
Todi skoraði fyrsta málið
í Århus, tá fyrra umfarið
var 25 minuttir gamalt.
Zuma snittaði við høvd-
inum eina langa sending
víðari. Todi spurtaði fram-
um
miðverjuna
og
heilfluktaði
hegnisliga
bóltin framvið AGF mál-
verjanum og í netið.
Eina lítla løtu undan
steðginum økti Todi til 2–0.
Thomas Thorninger, sum
hesa ferð var miðvallari í
høgru (hann hevur annars
verið í vinstru nógvu tær
seinastu ferðirnar), vann
ein luftbólt, og Todi var
fyrstur á leysa bóltinum,
sum hann enn eina ferð
fluktaði framvið málverjan-
um.
Zuma staðfesti rimmar
avrikið, tá hann fór framvið
AGF
málverjanum
og
einum verjuspælara, áðrenn
hann trillaði bóltin í tóma
málið. Í onside sunnu-
kvøldið vóru teir báðir á
vikuliðnum, og í bløðunum
er eingin ivi um, at Zuma
og Todi í løtuni eru
vandamiklasta álopsparið í
superliguni.
Tá Roy Hodgson eitt
korter undan leikloki valdi
at spara Toda, var dysturin
langt síðani avgjørdur.
– Tað kann gott vera, at
tað verður nógv sagt og
skrivað um teir, sum eru
frammi á vøllinum, og sum
leggja upp til og skora
málini. Men at FCK er
fremst í superliguni eru tað
fyrst og fremst tvær orsøkir
til. Onnur er, at vit fingu
Roy Hodgson sum venjara.
Hin er, at felagið í fjør
keypti
Jakob
Laursen.
Hann er fantastiskur í
miðverjuni, har tað næstan
ikki kemur fyri, at okkara
lið ger mistøk, vísir Todi
Jónsson á.
Trýstið á hinum
Silkeborg var undan fjórði
síðsta umfarinum á sama
stigatali sum FCK. Sunnu-
dagin var AB í Silkeborg.
Teir vunnu 2–1. Sæð við
føroyskum eygum var tað
bæði gott og ilt. AB sigurin
ber við sær, at teir nú eru
átta
stig
frammanfyri
Herfølge. Tað eru bara trý
umfør eftir, og tískil hevði
AB sigurin næstan við sær,
at Herfølge fer at flyta
niður.
Sæð við FCK eygum
kom AB sigurin í Silkeborg
væl við. Í gjár var FCk trý
stig fremst. Brøndby, sum
var fýra stig aftanfyri FCK,
spældi í gjárkvøldið ímóti
Lyngby. Brøndby var stór-
favorittur.
Komandi vikuskifti skal
Lyngby spæla í Parkini
ímóti FCK:
– Lyngby hevur roynst
sera vánaliga síðstu tíðina.
Men tá teir spæla ímóti
okkum, eru teir fullkomu-
liga hamskiftir. Tí verður
tað ein sera torførur dystur,
heldur Todi Jónsson. Hinir
báðir dystirnir hjá FCK
verða ímóti Brøndby í
Parkini og í Odense.
Sunnudagin spældi OB á
útivølli ímóti FCM. Úr-
slitið var 1–1, og Johan B.
Hansen var ikki á liðnum
hjá OB. Viborg vann 3–1 á
HFK Sønderjylland. Søren
Frederiksen, sum í fjør var
við AaB á Tórsvølli, skor-
aði fyri Viborg í 3. og 24.
minutti.
Gøtumaðurin var
millum teir fyrstu 11,
tá Zwolle aftur vann
sær ein sigur um
vikuskiftið
HOLLAND
Jákup Mørk
Eftir at tað í eina tíð mest
sum hevur staðið í stað hjá
Súna Olsen, tykist nú aftur
at ganga fram á hjá unga
gøtumanninum.
Fyri viku síðani hevði
hann avgerandi leiklut sum
innskiftur, tá Zwolle vann
týdningarmiklan oddadyst,
og hesa ferð var hann
millum teir fyrstu 11, tá
Zwolle á heimavølli tók
ímóti BV Veendam, sum er
statt niðarliga í røðini.
Súni spældi við fyrstu 75
minuttirnar av dystinum, og
tá hann fór av vøllinum
hevði hann verið við til at
givið liði sínum eina 2-1
leiðslu, sum teir eisini
megnaðu at halda dystin á
tamb.
Sær gott út
Zwolle
hevur
neyvan
møguleika at røkka fremsta
sessinum,
sum
gevur
beinleiðis atgongd til bestu
deildina, men við verandi
gongd eru teir nærum vísir
í at enda millum tey liðini,
sum skulu dystast við
niðaru liðini í heiðursdeild-
ina um enn eitt pláss í
deildini.
Úrtøkan hjá liðnum hev-
ur verið stak góð seinastu
tíðina, og í sonevndu
perioduspølunum, sum tey
hava fýra av í Hollandi, er
Zwolle á odda í fjórða
perioduspælinum.
Allir
perioduvinnararnir fáa sæti
í upp- og niðurflytingar-
spælinum, og í løtuni er so
einki av hinum liðunum,
sum tykist vera eins væl-
koyrandi og Súni og teir.
FCK er tættari at DM
FCK
vann
týdningarmiklan dyst um
vikuskiftið, og Todi og teir
eru nú sera nær við
gullmerkjunum,
sum
Brøndby tó eisini vil hava
hendur á
Súni ger um seg
C
M
Y
K
24