týsdagur 22. mai 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
Tríggjar sterkar
kappingar verða í
hesum døgum
telvaðar, tann eina í
Meksiko har millum
annað Anand luttekur
og ein í Bosnia har
Topalov saman við
Sokolov stríðast. Mest
áhugaverda
kappingin er tó í
Kasakstan við eitt nú
Kasparov og Kramnik
millum luttakararnar.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Ikki er tað gerandiskostur í
talvheiminum at tríggjar
sterkar stórmeistarakapp-
ingar verða telvaðar sam-
stundis.
Tað eru tó fleiri aðrar
minni sterkar kappingar
kring heimum í hesum
døgum, eitt nú ein stór opin
kapping í Liktenstein, har
Martin Poulsen saman við
øðrum næmingum úr Tjele
Efterskole luttekur. Martin
hevur hálvtannað stig av
trimum møguligum, og í
øðrum umfari fekk hann
javnleik ímóti hollendskum
altjóða meistara. Eitt sera
flott úrslit. Hann vann móti
væl lægri telvara í fyrsta
talvinum, meðan hann tapti
í triðja umfari ímóti sterk-
ari telvara. Fylgjast kann
við
Martin
á
www.supra.net/schach.
Tann veikara av teimum
trimum stórmeistarakapp-
ingunum er í Bosnia. Eftir
sjey umførum liggja Topa-
lov, Georgiev og Smirin á
odda við fimm stigum,
meðan
Sokolov
hevur
hálvtfjórða stig og liggur á
einum sætta plássi. Níggju
umfør skulu telvast.
Í
Merida,
Meksiko,
manna Anand, Khalifman,
Short og lokali Hernandez
fýramans hópin. Tvær reisir
skulu teir hittast, seks
umfør. Anand liggur trygt á
odda við hálvumtriðja stigi
av trimum møguligum.
Khalifman og Short hava
hálvtannað, meðan Her-
nandez sum eisini hevur
nógv tí lægstu ratingina,
hevur hálvt stig. Anand
hevur leikt sera væl higar-
til.
Russar omaná
Fimm superstórmeistarar
og ein lokalur, men eisini
sterkasti telvari úr Kasak-
stan stríðast í hesum døgum
í
jubilæumskapping
í
Astana, Kasakstan. Tað er
nevnliga tíggju ár síðani
Kasakstan bleiv egin tjóð.
Luttakarnir eru Kasparov,
Kramnik,
Morozevich,
Shirov, Gelfand og Sad-
vakhasov, sum er lokala
hetjan, men sanniliga eisini
nógv tann veikasti tá rating
viðvíkur. Eins og í Merida
verður leikt tvær reisir
ímóti hvørjum øðrum, tað
vil siga tíggju umfør.
Fyrsta umfar bleiv leikt
sunnudagin, og vunnu teir
tríggir russarnir síni talv.
Morozevich
niðurspældi
Sadvakhasov,
Kramnik
vann
eitt
drúgvt
men
klassiskt talv ímóti Gel-
fand, meðan Kasparov vann
sera
flott
við
svarta
fólkinum á Shirov, sum
hevur eitt Kasparov kom-
pleks. Kasparov er nevnliga
í sigrum á odda 12-0 ímóti
honum.
Kasparov hevur tí fingið
bestu byrjan við sínum sigri
við svarta fólkinum. Talvið
er við í blaðnum í dag.
Fylgjast
kann
við
kappingunum í Meksiko og
Kasakstan
beinleiðis
á
www.kasparovchess.com.
Vil síggja føroysku
talvini
Eftir lokna kapping, hon
endar 1. juni, vendir Kaspa-
rov skjótt eyguni til okkara
Føroyar. Hendan stórsliga
vitjan verður í døgunum 8-
12. juni. Meir um skránna
hjá Kasparov í komandi
viku.
Men sigast kann at
sunnudagin 9. juni fer hann
at telva simultandyst ímóti
landsliðnum, og verður
hann tá væl fyrireikaður til
hendan dyst. Hann hevur
nevnliga persónliga heitt á
TSF at fáa øll talvini hjá
føroysku landsliðstelvar-
unum til høldar, soleiðis at
hann kennir føroysku mót-
støðuna væl og virðiliga.
Hann
tekur
ivaleyst
hendan dyst í ramasta
álvara, sjálvt um hann er
stórfavorittur at vinna 6-0.
Neyvan
høvdu
teir
á
landsliði okkara vænta at
sjálvur Kasparov nakrantíð
fór at fyrireika seg ímóti
júst teimum, men hetta er
sostatt veruleikin.
Talvið hesa vikuna
Shirov,A - Kasparov,G
Astana 2001 (1), 20.05.2001
Sisilianskt
1.e4 c5 2.Nf3 d6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 Nf6 5.Nc3 a6
6.Be3 e6 7.Be2 Qc7 8.0-0 b5 9.a4 (neyðugt um
hvítur skal fáa nakað burturúr byrjanini) 9...b4
10.Na2 Nxe4 11.c3 b3! (bxc3 hevði givið hvítum c-
linjuna og sera gott spæl. neyðugt er at offra finnuna
aftur) 12.Qxb3 Be7 13.Bf3 Bb7 14.Qc2 Nf6
15.Bxb7 Qxb7 16.b4 0-0 17.b5 (Shirov tykist at
hava góða og sunna støðu, men Kasparov avviklar
til egnan fyrimun við næsta leikinum) 17...Ng4!
18.Bf4 ivasamt. [18.Bd2 Rc8 19.Nb4 Bf6 og svarti
riddarin endar á c4, við fyrimuni. Bd2 hevði tó verið
betri enn Bf4.] 18...e5 19.Qe2 exd4 20.Qxg4 axb5
21.axb5 Qxb5 22.cxd4 Qc4 (Kasparov vinnur
finnu) 23.Rae1 Nc6 24.Nc1? [24.Rc1 Qxd4
25.Rxc6 Rxa2 26.Qg3 og Shirov kann enn møguliga
berjast fyri javnleikinum.] 24...Qxd4 25.Ne2 Qa4
26.Qg3 Rfd8! (verjir finnuna og gevur pláss á f8 til
bispin) 27.Nc3 Qb3 28.Re3 d5 29.Bh6 Bf8 30.Ne4
Qb2 31.Nc5 (Shirov roynir seg við offrið, men
Kasparov svarar pent aftur) 31...Bxc5 32.Rc3 (hóttir
mát á g7)
32...Bxf2+! 33.Rxf2 Ra1+ 34.Rf1 Qb6+ 35.Re3
Rxf1+ 36.Kxf1 Qd4 37.Qc7 Qc4+ (og gxh6 er næsti
leikur) 0-1
KÍ hevur óvæntað
lagt seg í oddin,
meðan ÍF eins
óvæntað er at finna í
niðaru hálvu
2. DEILD
Jákup Mørk
Somikið óvæntað er støðan
í aðru deild, nú fýra umfør
eru farin aftur um bak.
KÍ hevur í mong ár livað
eina trupla tilveru í aðru
deild, har tað ofta hevur
staðið á at manna lið. Í ár
mundi støðan ikki síggja
betri út, tá tað varð greitt, at
fremsta liðnum tørvaði
fólk, men higartil hava
næstbestu klaksvíkingarnir
tikið øll á bóli.
Tað sama kann sigast um
ÍF, men her hava teir
yvirraskað skeivan vegin.
Fáur mundi undan kapp-
ingarárinum ivast í, at ÍF
fór at verða við í oddinum,
men higar til hevur hetta so
verið av ongum.
ÍF hevði spælið
Tá hetta er sagt, skal eisini
leggjast afturat, at um tað í
fótbólti var avgerandi, hvat
lið hevði bóltin meira, so
vann ÍF stórsigur á KÍ.
Klaksvíkingar komu til
Fuglafjarðar við kontrafót-
bólti í kvittanunum, og
hetta gav eisini bonus.
Í báðum førum var tað
Olgar Danielsen, sum stóð
fyri málinum, og bæði tvey
vóru dømi um, at at vete-
ranurin ikki skal hava
serliga leysar teymar, fyri at
gera seg galdandi.
Fyrst viðførdi verjumis-
tak, at Olgar gjørdist leysur
við málverjanum, og í
seinna førinum stóð hann
púra leysur við hornaspark,
og so hevði KÍ vunnið sær
eina óvæntaða tvey mála
leiðslu.
ÍF trýstið
Annars vóru tað fuglfirð-
ingar, sum trýstu, men løn
fingu teir ikki. Ikki annað
enn troystarmálið, sum
Heini Heinason skallaði
miðskeiðis í seinna umfar-
inum.
Fuglfirðingar høvdu eis-
ini hópin av øðrum møgu-
leikum, men líka mikið
hvussu teir royndu, so fekst
bólturin ikki í málið.
Við
sigrinum
komu
klaksvíkingar heilt í oddin,
har teir eru ájavnir við
Skála og B36, meðan í
løtuni er at finna á sjeynda
plássinum. Munurin mill-
um liðini er tó lítil, og tí
kann alt enn henda, men
skal talan gerast um bein-
leiðis uppflytan, skulu ÍF
helst skjótt fara at gera um
seg.
ÍF-KÍ 1-2 (0-2)
0-1: Olgar Danielsen
0-2: Olgar Danielsen
1-2: horna Heini Heinason
ÍF-KÍ 1-2 (0-2)
Tann umvenda verð
Toppurin í hitan aftur
27
26
Nr. 96 - 22. mai 2001
gult26 cyan26 magenta26 svart26
Rottneros
Føroyska liðið, sum spældi í Rottneros kappingini seinasta
vikuskifti, byrjaði kappingina avbera væl við at vinna móti
Danmark 16-13 (føroyingar vóru dømdir at missa eitt stig
fyri manglandi alert-melding). Eftir hesa góðu byrjan
megnaðu teir kortini ikki at halda stílinum og taptu allar
hinar dystirnar, so samlaða úrslitið var, at vit enn eina ferð
endaði á aftasta plássinum í hesari kappingini. Rottneros
kappingin er annað hvørt ár, og eru tað vinnararnir av
steypakappingini í Norðurlondunum, sum spæla við har.
Tey føroysku úrslitini í Rottneros vóru hesi:
Føroyar - Danmark
16-13
Føroyar - Noreg
7-23
Føroyar - Finland
10-20
Føroyar - Svøríki
2-25
Føroyar - Ísland
7-23
Endaliga støðan í Rottneros:
1. Ísland
95 stig
2. Noreg
86 -
3. Svøríki
82 -
4. Danmark
77 -
5. Finland
64 -
6. Føroyar
42 -
Kagga Cup í Bridge 2001
Síðsta vikuskifti var tann árliga Kagga Cup í bridge leikt í
Kagganum. 18 pør løgdu til brots kl 14:00 og spæld vóru
32 spøl, 8 umfør á 4 spøl. Kappingin var sera væl
fyriskipað og leikararnir høvdu ein góðan dag í teimum
góðu hølunum hjá Kagganum. Kappingin var jøvn, men tá
ið avtornaði vunnu teir báðir Zakaris Joensen og Salomon
Johansen, og Bogi Simonsen og Niels Nielsen vóru
nummar tvey.
1.
Salomon Johansen - Zakaris Joensen
337
2.
Bogi Simonsen - Niels Nielsen
300
3.
Helgi Joensen - Eyðun Joensen
282
4.
Robert Langgaard - Eyðun Anthoniussen
279
5.
Carl Mikkelsen - Jógvan Ranghamar
275
6.
Rói á Rógvu Joensen - Heðin Mouritsen
271
7.
Hallberg Arnfríðsson - Kaj Alstrup
267
8.
Pól Joensen - Jórun Johannesen
260
9.
Hans J. Petersen - Johannes Skaarup
250
10. Finn Ougaard - Høgni Jacobsen
249
11. Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett
245
12. Øssur Winthereig - Høgni Hansen
243
13. Magni Jøkladal - Pól Egholm
241
14. Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen
240
15. Bjarki Johannesen - Luitjen Apol
239
16. Jón Andreasen - Eilif Andreasen
221
17. Steinbjørn Zachariasen - Albert Hansen
204
18. Jóna Grunnveit - Súsanna Danielsen
193
Eitt spæl
At Zakaris og Salamon eru “parhávar”, vita allir
bridgespælarar, ið hava spælt móti teimum. Hetta spælið
er eitt gott dømi um tað. Spælið er frá næstseinasta umfari
móti Boga og Niels. Bogi sæt í fjórðu hond við:
Sp
E9873
Hj
108
Rú
7
Kl
DB108
Meldingarnar vóru:
N
E
S
V
SalamonBogi
Zakaris Niels
-
-
1 rú
pass
1 sp
pass!!
3 rú?!
pass
3 ut
D??
pass
pass
pass
Bogi sá ein møguleika at fáa eitt gott spæl og gamblaði
við einari dobling. Hann spældi kleyvara frúgv út, lítla
løtu seinri kundi Salamon notera sær 750 og ein topp.
Kortini hjá N/S
Norðan Sunnan
Sp
KDB5
2
Hj
B756
ED32
Rú
K10
ED98632
Kl
K9
7
Standard meldið er 4 hj við 10 stingum, so hevði Bogi
bara meldað pass, hevði hann fingið ein topp. 3 ut óduplað
eigur at fara niður, tí tá skal spælførarin klípa eftir hj kongi
fyri at klára tey, ið er í 4hj, og hann situr ikki.
Klaksvíkingar fáa vitjan
Klaksvíkingar hava í nógv ár havt gott samband við
bridgespælarar úr grannalondunum okkara Hetlandi og
Íslandi. 28. mai fáa teir vitjan av bæði hetlendingum og
íslendingum. Úr Hetlandi koma 8 leikarar og úr Íslandi 15
leikarar. Klaksvíkingar skipa fyri liðkapping týskvøldið
29. mai. Mikudagin verður útferð gjørd saman við
gestunum, og um kvøldið verður spæld parakapping.
Hósdagin skipa teir fyri veitslu og einari serligari
hugnaligari kapping, sum teir kalla “Gestir og vertir”,
t.v.s. at gestirnir fáa hvør sín klaksvíking til makkara.
Íslendingarnir fara heim aftur fríggjadagin 1. juni, men
hetlendingarnir ætla sær til Havnar at spæla við í WBF
Simultan kappingini fríggjakvøldið.
WBF Simultan
Vit fara her enn einaferð at minna fólk á, at tann stóra
árliga simultan kappingin hjá WBF (World Bridge
Federation) verður spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið
1. juni kl. 19.00. Hetta er ein opin parakapping, har øll eru
vælkomin at spæla við. Spæligjaldið fer til at stuðla
unglingalandsliðnum, sum skal til NM í summar.
Tað var heimaliðið, ið
stýrdi øllum í fyrra
hálvleiki, meðan B36
kom sterkt aftur eftir
steðgin. Liðini liggja
framvegis í oddinum í
næstubestu deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Oddadystur var á Skála
leygardagin, har uppflyt-
ararnir Skála tók ímóti
B36. Hesi bæði liðini hava
enn ikki tapt í lands-
kappingini, og tí var lagt
upp til spennandi dyst.
Tað var Skála, ið hevði
takið á dystinum fyri steðg-
in. Skálamenn tóktust betri
upplagdir, meðan B36 liðið
var drálandi og tordi ikki at
fara niðan á vøllin. Tað
mesta av spælinum fór tí
fram á B36 hálvuni.
Útiliðið pakkaði seg tó
somikið væl saman í verj-
uni, at tað ikki eydnaðist
heimaliðnum at spæla seg
fram til nógvar málmøgu-
leikar.
Skála kom fyrst á mál-
talvuna, tá Pauli Hansen
skoraði. Hann setti álop í
gongd á miðjuni og spældi
út í síðuna, haðani lagt varð
inn í brotsteigin. Pauli tók
niður við bringuni og sendi
framvið málverjanum til
hálvleiksstøðuna 1-0.
B36 legði hart út
Í hálvleikinum hevur venj-
arin hjá B36 sagt nøkur
álvarsorð við leikararnar.
B36 skifti út og legði
nýggja leikætlan, og tað
eydnaðist væl.
Ikki vóru spældir nógvir
minuttir, tá Heini í Skorini
javnaði fyri B36. Ein flatur
bóltur var sendur inn móti
brotsteiginum, har Heini
vendi sær hegnisliga og
langaði til uttanfyri brots-
teigarmarkið, og so var 1-1.
B36 helt fram við at
trýsta Skálamenn og hevði
fleiri møguleikar, meðan
Skála ikki megnaði at finna
spælið frá fyrra hálvleiki
framaftur.
Eina løtu eftir legði B36
seg framum. B36 fór í
mótálop, og Heini í Skorini
varð spældur oman móti
baklinjuni.
Hann
legði
innfyri til Áka Mørk, ið
ótarnaður kundi seta fótin á
til 2-1. Sum heild var B36
vandamiklari í seinna hálv-
leiki, men megnaði ikki at
avgera dystin.
Heimaliðið tóktist skelk-
að av gongdini, men eftir
málið kom Skála aftur
meira við aftur í dystin.
Skála setti nú fleiri álop í
gongd, men einki gjørdist
veruliga vandamikið.
Tað eydnaðist tó at fáa
útjavnandi málið, so Skála
eisini forðaði fyri, at B36
fór trý stig framum. Skála
hevði hornaspark, sum B36
verjan í fyrsta umfari
beindi burtur, men bólturin
varð sendur innaftur í
brotsteigin, har ein Esbern
Jacobsen stóð púra leysur
og beindi í netið.
2-2 var endaliga úrslitið í
oddadystinum. Næsta viku-
skifti spælir Skála á útivølli
móti LÍF, meðan B36 tekur
ímóti botnliðnum GÍ.
Skála–B36 2-2 (1-0)
1-0: Pauli Hansen
1-1: Heini í Skorini
2-1: Áki Mørk
2-2: Esbern Jacobsen
Skála – B36 2-2 (1-0)
Oddaliðini spældu javnt
BRIDGE
Unglingaleikarin
hesu ferð:
Navn:
Høgni Vesturklett
Føddur:
21. September 1983
Bústaður:
Tórshavn
Høgni byrjaði at spæla bridge fyri 4 árum síðani.
Hann hevur seinastu árini verið makkari við Gunnari
Mouritsen, og í summar skulu teir báðir umboða
føroysku litirnar í NM kappingini í Trelleborg. Í
vetur spældu teir báðir saman í 1. deild. Høgni
arbeiðir í løtuni á lagrinum hjá Poul Hansen.
C
M
Y
K
26