Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 96 - 22. mai 2001 gult28 cyan28 magenta28 svart28 Komandi vikurnar skulu U-18 lands- liðini í hondbólti royna seg í altjóða kappingum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað eru EM-undankapp- ingarnar fyri U-18 lið, sum eru á skránni, tá tveir før- oyskir landsliðshópir fara avstað í næstum. Kvinnurnar í hesum aldursbólki skulu til Ungarn, har tær umframt at spæla móti vertunum, eisini skulu dystast móti Slovakia og Makedonia. Altso tríggir dystir móti tjóðum, sum vanliga verða styrkismettar væl hægri enn Føroyar, men soleiðis er tað aloftast, tá okkara fara út at royna seg. Av hesum má tað tó serliga metast áhugavert, hvussu føroysku genturnar fara at royna seg móti Makedonia. Skal nakað stig fáast burturúr, verður tað helst móti lítlu tjóðini, men tað er kortini púra greitt, at um so skal verða, skulu okkara spæla upp til sítt allarbesta, og kanska nakað væl afturat. Kvinnurnar skulu av stað 30. mei, men eina viku undan hesum, 23. mei, skal U-18 liðið hjá monnum avstað. Hesir skulu til Rumenia, har dystir skulu spælast móti rumenum, Georgia og Moldova. Meðan útlitini móti Georgia og Rumenia ikki kunnu metast sum serliga góð, so verður tað sera áhugavert at síggja, um vit enn eina ferð kunnu síggja ein føroyskan sigur á Moldova. Tað var nevnliga úrslitið, tá U-16 undan- kapping varð hildin í Før- oyum fyri trimum árum síðani, og spennandi verður at vita, um ein endurtøka av hesum er gjørlig. Venjarar hjá kvinnunum eru Lotte Sørensen og Ann Hansen, meðan Svein Rógvi Nielsen og Hanus Jensen eru venjarar hjá monnunum. Hópirnir hja liðunum eru hesir: U-18 kvinnur: Fríða Petersen og Anita Kjærbo úr Kyndli. Selma Dahl, Sólvá Dam, Heidi Hansen, Rakul Augustinus- sen og Lív Sørensen úr Neistanum. Laila Jespersen úr VB. Tomma Petersen, Durita Kristoffersen, Bar- bara á Rógvu, Eyðritt Andreasen og Jóhanna Høgnesen úr VÍF. U-18 menn: Josef Abrahamsen, Sveinur Justinussen, Arnold Berg, Borgar Danielsen og Jør- mund Joensen úr StÍF. Dia á Lava úr Kyndli. Helgi Justinussen, Levi Nybo, Ragnar Stakksund og Dan Thorleifsson úr Neistanum. Regin Petersen, Teitur Joensen og Kristian Mad- sen úr KÍF og Dánjal Kjærbo úr Stjørnuni. U-landslið fara av landinum Leygardagin vandu bæði U-18 landsliðini í hondbólti, og millum venjingarnar var eisini tíð til at stilla upp til myndatøku Mynd: Álvur Haraldsen Vónirnar hjá U-18 kvinnunum tykjast góðar undan fráferð- ini, og tær seta nøsina upp eftir einum stigi HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Ein av málverjunum á U- landsliðnum hjá kvinnum er Fríða Petersen, sum í ár hevur vart málið á besta kyndilsliðnum í kvinnu- deildini. Hon telist longu nú millum royndu leikararnar í føroyskum landsliðshøpi, við tað at hon í fleiri ár hevur verið partur av ung- dómsarbeiðnum hjá Hond- bóltssambandinum, og hevur hon sostatt longu roynt seg á øllum stigum frá U-16 til U-20. Um fyrireikingarnar til komandi kappingina, sigur Fríða, at tær ongan steðg hava havt, síðani lands- kappingin endaði. - Vit hava vant saman aðru hvørja viku í tveir mánaðir, og yvirhøvur haldi eg, at vit nú eru væl fyri. Venjingardystirnir hava ikki verið so nógvir, men vit hava so roynt okkum móti liðum hjá Kyndli og Neistanum, so onkrar dystir hevur eisini verið talan um, heldur hon. Spurd um, hvørjar vónir hon hevur, nú tær skulu royna seg í undankapping- ini, sigur Fríða, at hon hevur heilt góðar vónir. - Vit hava eitt ungt lið, og her má eg siga, at eg haldi tað vera ein stóran fyrimun, at alt liðið flytir upp í senn. Sjálvandi eru mótstøðu- liðini eisini sterk, men gongur tað væl hjá okkum, kunnu vit kanska klára at fáa okkurt stigið, og um so er, haldi eg, at vit skulu vera nøgdar. Hetta er so tað sum vit ætla, og vit skulu so nokk gera okkara, fyri at røkka hesum máli, sigur landsliðsmálverjin at enda. Um tað fer at eydnast føroysku kvinnunum at røkka málinum, fæst ikki at vita, fyrr enn kappingin er lokin. Sum nevnt aðra staðni á síðuni fer liðið avstað 30. mei, og verða tær aftur í Føroyum tann 5. juni. Vilja hava stig Fríða Petersen vónar, at føroysku kvinnurnar fara at vinna sær okkurt stigið á ferðini Mynd: Álvur Haraldsen Liðskiparin hjá U-18 monnuinum vónar, at føroyska liðið kann gera ein vørr móti Moldova HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað er eitt lið við hampu- liga royndum leikarum, sum mikudagin fer til Rumenia at luttaka í U-18 undankappingini hjá monn- um. Talan er um sama lið, sum í fjør noyddist at av- loysa U-20 liðið, tí størsti parturin av hesum varð at kalla bannlýstur av HSF. Tað ferðina varð talan um fleiri stórtap til føroyska liðið, men kanska var hetta heldur ikki meira enn væntandi, tá mótstøðu- menninir vóru tvey ár eldri enn teir føroysku. Verður hart Aldursmunurin er sostatt beindir burtur í ár, men hóast hetta, so roknar liðskiparin, Regin Petersen, við, at talan verður um nakrar sera harðar dystir. - Kropsliga haldi eg, at vit eru so hampuliga væl fyri, og í fjør var tað ikki orkan, sum var trupul- leikin. Tað vísur seg tó, at teknikkurin og styrkin hjá mótstøðumonnunum er væl betri enn okkara, og tað kann gerast ein trupulleiki. Hóast hetta, so heldur hann ikki, at vit eiga at avskriva allar vónir til liðið upp á forhond. - Nei, hjá okkum ræður um at stríðast alla tíðina, og so vóna, at hetta fer at røkka til góð úrslit. Ikki minst móti Moldova hava vit ein møguleika at gera um okkum, mneðan tað er heldur ivasamt, um knnul gera nakað við Rumenia og Georgia, sigur Regin Petersen at enda. Spennandi móti Moldova Liðskiparin hjá U- 18 liðnum heldur ikki, at Føroyska liðið fer at gera stórvegis við Rumenia og Georgia C M Y K 28 Nr. 96 - 22. mai 2001 29 gult29 cyan29 magenta29 svart29 29