Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2001 31 gult31 cyan31 magenta31 svart31 Skattir v.m.: 1988 1999 Vanligur skattur 1.085,7 mió. 995,5 mió. P/F- skattur 96,9 " 123,7 " Rentuskattur 28,5 " 31,4 " Vegskattur 30,5 " 36,2 " Tollur og punktgjøld 820,9 " 182,5 " Oljugjald 108,4 " 86,5 " Skrásetingargjald 119,4 " 75,0 " MVG 0,0 " 752,6 " 2.290,3 mió. 2.283,4 mió. Ríkiskassin: Heildarveiting 485,9 mió. 945,0 mió. Refusión 197,1 " 0,0 " Avlop danka tjóðbanka 49,4 " 21,2 " 732,4 mió. 966,2 mió. S.E.& O Av hesum yvirliti framgongur, at inntøkur av skatti, tolli v.m. samanlagt eru at kalla tær somu í 1988 sum í 1999, men inntøkurnar frá ríkiskassanum í sama tíðarskeiði eru øktar við umleið 32 %. Niðurstøða Blokkurin hevur verið orsøk til klandur og kegl, síðan tað føroyska sam-felagið fór á heysin í oktober 1992, og politikarar og annað gott fólk tvíhildu og tvíhalda um síni sjónarmið, at blokkurin er " ondets rod ", og at hann verður ikki brúktur til skúlaverk, almannaverk, heilsuverk ella annað, tí at "milliónirnar venda á Gjaldstovuni og fara so -uttan at ferðast kring í samfelagnum- niður aftur í ríkiskassan sum renta og møguliga avdráttir", ( núverandi løgtingsformaður í Dimmalætting 2. desember 1993). Hetta er seinni broytt, soleiðis at nú fara meiri enn 2/3 av blokkinum " til uppsparing " jbr. bóklingin hjá lands- stýrinum. Hetta og óivað aðrar tungtvigandi grundgevingar er grundstøðið undir landsstýrisins ætlan um at "tøma" blokkin. Tað hevði verið klókt og í tráð við góðan demokratiskan anda at fingið sakligt og upplýsandi kjak og aðalorðaskifti í løgtinginum um blokkin, áðrenn hann verður svævaður. 31 30 Nr. 96 - 22. mai 2001 gult30 cyan30 magenta30 svart30 Heri Mohr Fyri umleið tveimum mánaðum síðan ringdi Doris Hansen, formaður í MBF, til mín og spurdi, um eg kundi siga nakað um blokkin í sambandi við aðalfundin í dag. Eg gjørdist eitt sindur kløkkur og visti ikki annað at svara enn, at eg skuldi umhugsa hetta og svara aftur innan ein mánað. Tað, sum gjørdi meg eitt sindur ivasaman, var, at eg í mínum skjótt langa lívi bara einaferð fyrr havi fingið eina slíka áheitan,- hetta var sostatt aðruferð-, og tað eru fólk í Føroyum, sum duga betur enn eg at greiða frá blokkinum. Tá ið Doris Hansen hóast hetta vendi sær til mín, hevur tað kanska røtur í lesarabrøvum, ið eg havi skrivað, og kanska eisini í míni drúgvu tænastutíð á Føroya Gjaldstovu. Men hvat er tað so fyri blokkur, ið vit skulu hoyra um? Er tað blokkurin, sum Føroya Fiskasøla útflutti í mong ár? Ella er tað kraftblokkurin umborð á okkara rækjuskipum? Ella er tað blokkurin, sum fólk hótta við at leggja høvdið á? Til hesar gitingar mugu vit siga eitt avgjørt nei! Galdandi stuðulsskipan millum Danmark og Føroyar er støðið undir tí landskassainntøku, sum er at finna undir § 20 í løgtingsins fíggjarlóg við heitinum: Heildarveiting. Hetta er blokkurin, sum eg skal royna at siga nakað um. Men ynskiligt hevði verið, at okkara journalistar og politikarar vístu hegni og vilja til at upplýsa og greiða frá hesum okkara stóra álvarsmáli so sakliga, at fólk ikki høvdu kenslu av at verða villleidd. Blokkurin ella heildarveitingin úr ríkiskassanum. Tá ið spurningar viðvíkjandi peningaflutningi úr ríkiskassanum til lands-kassan skulu umrøðast, er neyðugt at fara nakað aftur í tíðina. Tað merkir 53 ár, og fari eg at sundurliða tíðarskeiðið soleiðis: • Refusiónstíðin 1.4.48 - 31.12.87 • Blokk- og refusiónstíðin 1.1.88 - 31.12.93 • 100%- blokktíðin, sum byrjaði 1.1.94, og sum enn er í gildi. Men áðrenn vit byrja hesa umrøðu, er eisini neyðugt at fara uppaftur 10 ár longri aftur í tíðina. Á 50 ára degi Gjaldstovunnar tann 1. apríl 1989 gav stovnurin út minningarrit, sum Hans Thomsen, sáli, skrivaði. Í bókini lesa vit ( síða 30- 31 ), at í 1937 bað forsætisráharrin Stauning løgtingið taka upp spurningin um, hvat skuldi avloysa fíggjarsemjuna 1935/40. Tingið setti eina millumtinganevnd at fyrireika málið. Nevndin hevði sín fyrsta fund í Keypmannahavn undir leiðslu av forsætisráðharranum, og fleiri fundir vórðu hildnir, har embætismenn frá ymsum ráðharrastovum og amtmaður-in vóru við. Burtur úr hesum samráðingum spurdist fíggjarsemja, dagfest 3. septembur 1938, undirskrivað av Th. Stauning, forsætisráðharra, og Edw. Mitens, millum- tinganevndarformanni. Eftir hesi fíggjarsemju skuldi ríkiskassin gjalda 9/10 av útreiðslunum til ellisrentu og kommunurnar 1/10. Avlamistryggingarlóg skuldi setast í gildi, og ríkiskassin skuldi lata tað, sum fór at resta í, tá ið tryggingargjøld vóru goldin. Bøtt skuldi verða um vanlukkutryggingar- lógina, epidemilóg-ina og tuberklalóggávuna, eins og ríkiskassin skuldi lata 3/4 av undirhalds-peningi og 3/4 av av útreiðslum til serforsorg. Nýtt sjúkrahús skuldi byggjast á Tvøroyri, Landssjúkrahúsið (Dronning Alexandrines hospital) skuldi víðkast, deild skuldi byggjast til at taka ímóti sinnisbrekaðum, lógir um meiri toll og skatt skuldu setast í gildi og so framvegis. Undir tingingunum helt Stauning fyri, at sakkøn fólk kravdust til at útrokna og uppkrevja toll á serstakari gjaldstovu. Fíggjarsemjan frá 3.septembur 1938 var sostatt orsøkin til, at " Lov om Færøernes Oppebørselskontor" kom í gildi frá 1. apríl 1939 at rokna. Við nevndu lóg fekk hesin nýggi stovnur navnið Færøernes Oppebørselskontor, men tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn hann millum fólk yvirhøvur varð kallaður Gjaldstovan ella Uppibørsilskontórið. Tey, ið mannaðu nýggja stovnin frá fyrsta degi, vóru: Niels Mortensen, stjóri, Jørgen Nicolaisen, fulltrúi, (hann kom tó ikki fyrr enn einaferð í mei mánað), báðir frá tí danska tollvaldinum, Sigfried Skaale, høvuðsbók-haldari, frá fútaskrivstovuni, Joen Heini Hansen, bókhaldari, frá løgtings-skrivstovuni, Hans Pauli Hansen, kassameistari, frá amtsskrivstovuni og Elisa Haraldsen, skrivstovu- kvinna, frá VBV yviri við Skansan. Tað fyrsta fíggjarárið, 1939/40, kostaði Gjaldstovan 28.093,00 kr., sum varð fíggjað soleiðis: Ríkiskassin 23.093,00 kr. og 5.000,00 kr av innflutnings-gjaldinum (tolli). Við løgtingslóg varð Færøernes Oppebørselskontor gjørdur føroyskur stovnur við heitinum Føroya Gjaldstova frá 1. apríl 1949 at rokna. Sum frá leið gjørdist Føroya Gjaldstova sjálv mønan í landsins skatta-, roknskapar- og fíggjarumsiting, og áðrenn gjaldstovan fór í tvíningar, og Toll- og Skattstova Føroya varð sett á stovn í 1987, starvaðust umleið 75 fólk á gjaldstovuni. Umframt landskassans roknskaparhald hevði gjald- stovan eisini statskassa-roknskapin í Føroyum um hendi og millumrokning við statskassan. Við hesum stutta inngangi skal eg royna at svara ymiskum spurningum viðvíkjandi blokkskipanini - heildarveitingini-, ið er galdandi millum ríkis-kassan og landskassan. Eg fari tó at gera vart við og undirstrika, at eg eri als ikki lógkønur, men at støðið undir tí, sum eg skal royna at greiða frá, er mín drúgva starvstíð á gjaldstovuni, frá 1956 til 1992. Frá tí, at tær umsitingarligu avleiðingarnar av heimastýrislógini og av øðrum nýggjum løgtingslógum komu til sjóndar, fekk Føroya Gjaldstova støðugt onnur og nýggj øki at umsita. Viðvíkjandi teimum lógarbundnu útreiðsluøkjunum, sum ríkiskassin skuldi gjalda - í onkrum føri alt, í øðrum føri %-part - var reglan tann, at landskassin legði út. Men hetta kravdi sum vituligt er gjaldføri, og tí fekk ríkisumboðið skrivlig boð frá gjaldstovuni um at flyta so og so nógvar milliónir á landskassans konto í Føroya Banka eina ella tvær ferðir um mánaðin. At Nationalbankin tá í tíðini hevur havt nógvar milliónir á goymslu hjá ríkisumboðnum er einki at ivast í. Tá ið fíggjarárið var lokið, gjørdi gjaldstovan endaliga uppgerð mótvegis ríkiskassanum. Henda uppgerð varð latin ríkisumboðnum, sum so avgreiddi endaligu avrokn- ingina til landskassan (gjaldstovuna). Fyrst í 80-unum varð hetta arbeiðslagið broytt soleiðis, at gjaldstovan við EDV-hjálp var før fyri at gera refusiónsuppgerð einaferð um mánaðin. Hesa uppgerð fyri undanfarna mánað fekk ríkisumboðið triðja í mánaðinum, og fyri ikki at darva landskassans gjaldføri, fekk gjaldstovan eitt ásett fast ávegis gjald, samstundis sum mánaðarrefusiónin varð avroknað í seinasta lagi 7. í mánaðinum. Hetta riggaði væl. Refusiónsskipanin virkaði til 1. januar 1988, tá ið hon í ávísan mun varð avloyst við blokkskipan -heildarveiting- frá nevnda degi at rokna. Tann 7. apríl 1987 legði lands- stýrið eitt uppskot um broyting í donsku stuðulsskipanini til heimastýrið fyri løgtingið til samtyktar. Uppskotið var soljóðandi: "Løgtingið góðkennir viðløgdu avtalu frá 9. mars 1987 millum ríkisstýrið og landsstýrið um stuðulsskipanina". Í landsstýrisins viðmerk-ingum til uppskotið er millum annað tilskilað, at "longu í 60-unum varð byrjað at tala um eina broyting í skipanini av statsstuðlinum". Uppskotið um broyting vað undirskrivað á Christiansborg tann 20. mars 1987 av Poul Schlüter, forsætisráðharra, og av Atla P. Dam, løgmanni. Undir 4. petti í avtaluni er tilskilað, at "Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktil-skuddene". Vit eru varug við, at avtalan umrøðir blokkin í fleirtali, og at hann - ella skulu vit kanska siga teir - eru grundaðir á 1987-prísstøði soleiðis: Fiskeriministeriet (Fiskirannsóknarstovan) 983.000,00 kr Industriministeriet (Maskinskúlin) 2.258.000,00 " Indenrigsministeriet (Heilsuverkið) 176.695.000,00 " Socialministeriet (Almannamál) 117.823.000,00 " Undervisningministeriet (Skúlamál) 157.225.000,00 " 461.689.000,00 kr Tað, sum framhaldandi skuldi vera í refusiónsskipan og sostatt ikki fara í blokkin var: - Fólkapensión, avlamispensión og einkjupensión við 50% refusión. - Revalidering v.m., kontanthjálp eftir forsorgarlógini, dagstovnar, barnaforsorg og sjúkradagapeningur, samansett við blokki og 25% refusión. Á refusiónsøkinum er undir 5. petti avtalað, at trygd má fáast fyri, at sama tøka inntøka verður hjá pensiónistum í Føroyum sum í Danmark. Til avtaluna frá 9 mars 1987 eru fylgjandi skjøl: Skjal A: Ændring af tilskudssystemet for Færøerne " B: " " " " " " C: " " " " " " D: Bloktilskuddets regulering " E: Sundurliðing av blokkinum og sundurliðing av refusión, sum ikki skuldi skipast um til blokk. Skjal D - Bloktilskuddets regulering - leggur upp til, at "de fremtidige færøske bloktilskud reguleres i overensstemmelse med den gennemsnitlige regulerings- procent for det samlede statsbudget". Eins og undir 4. petti í avtaluni frá 9. mars 1987 eru vit varug við, at blokkurin eisini í hesum skjali verður umrøddur í fleirtali. Viðvíkjandi sundurliðingini av heildarveitingini, sjá skjal E: Bloktilskud. Regulering av heildarveitingini hevur inniborið áhaldandi hækkingar ár um ár. Prísstøðið 1987 var í 1993 økt við 20%. Sum kunnugt hendi so tað, at pensiónirnar, revalidering, dagstovnar, barnaforsorg v.m., sum ikki fór í blokk 1. januar 1988, men varð verandi í tá galdandi refusións- skipan, fóru í blokkskipanina í 1994, og frá sama ári at rokna vórðu heildarveitingarnar frá 5 ministerium fluttar til finans-ministeriið í Fólkatingsins fíggjarlóg. Reguleringin, sum tá var í gildi, hevur við sær, at blokkurin 2000 er øktur við 19% sammett við blokkin í 1994. Við støði í avtaluni frá 9. mars 1987, í blokkinum 1993 og í blokkinum 2000 ber til at gera nakrar stakroyndir á tí fíggjarliga økinum: Løgt. játtan Sundurliðing 2000 Landskassin Ríkiskassin Fólkapensión 278,7 mió. 134,7 mió. 144,0 mió. Avlamispensión 138,8 " 77,0 " 61,8 " Læraraskúlin 11,8 " 0,0 " 11,8 " Yrkisskúlar (Tekn. Sk. og handilssk.) 44,6 " 0,0 " 49,0 " Ríkishospitalið 37,5 " 0,0 " 37,5 " Sjúkrakassar 19,98 " 6,18 " 13,8 " Sjúkrahúsini (3) 299,7 " 110,0 " 189,7 " Vit mugu ásanna, at hetta, sum her er sett upp, samsvarar ikki við tað, sum Føroya Landsstýri skrivar í bóklinginum "Frá heimastýri til fullveldi", tí her verður kunngjørt Føroya fólki, at uppihald og viðgerð á Ríkis- hospitalinum er ikki nakað, sum føroyingar fáa ókeypis: "Føroysku sjúkrahúsini rinda fullan prís fyri bæði uppihald og viðgerð". Og í bókling-inum verður eisini framhildið, at minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum, t.v.s. 300 milliónir, verður brúktur í samfelagnum. Ein sammeting av landskassans megininntøkum í 1988 og 1999 (landskassans ársroknskapur 2000 fyriliggur í skrivandi stund ikki alment ) sær soleiðis út: Fyrilestur viðv. blokkinum – hildin á aðalfundi hjá MBF 28.4.00 C M Y K 30 Sosialurin - 311820 Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Stóra bringu ella lítla? Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd.