mánadagur 10. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 238 - 10. desember 2007
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Spenningurin var í hæddini, tá
Íløguspælið fór í luftina tann 24.
september. Nú tveir og ein hálvan
mánað aftaná munnu nógvir
luttakarar fegnast um, at tað ikki
eru veruligir pengar, spælt verður
við. Ein teirra er Birgir Davidsen,
sløkkiliðsmaður í Hoyvík.
Sjálvt um fleiri spælarar hava
verið
so
dugnaligir
at
fáa
byrjunarupphæddina at yngla, so
eru tað nógv fleiri sum noyðast at
smyrja seg við reyðum tølum og
eina tódnaða byrjunarupphædd.
Hjá Birgiri Davidsen hevur tað
gingið eitt sindur upp og niður,
og í løtuni liggur samlaða ognin
niðanfyri milliónina, og tað er
einki at reypa av, heldur hann.
Hann er ein av teimum yvir 4000,
sum luttaka í spælinum, og
saman við starvsbrøðrum sínum á
Brandstøðini er hann eisini í einum
bólki, sum kappast innanhýsis.
- Tað gongur einki serligt í løtuni,
so eg kann bara vera glaður fyri, at
hetta ikki eru mínir egnu pengar,
heldur hann læandi fyri.
Hann
kennir
onkran,
sum
hevur staðið seg avbera væl í
Íløguspælinum, men sambært
honum
sjálvum
er
tað
fólk
við
drúgvari
royndum
innan
virðisbrøv,
enn
hann
sjálvur
hevur. Áðrenn Birgir meldaði seg
til Íløguspælið, kendi hann lítið
og einki til partabrøv, men nú er
áhugin kveiktur fyri hesum nýggja
ítrivi.
- Gongur tað væl, so er sjálvandi
stuttligt, men tá tað gongur
minni væl, so spyr ein seg sjálvan,
hvat ein ger galið. Eg var nakað
bráður í byrjanini og handlaði í so
dúgliga, men nú havi eg lært, at
tað er gott at vera tolin viðhvørt,
sigur hann.
Eitt slag av útbúgving
Birgir
Davidsen
heldur,
at
Íløguspælið
er
eitt
slag
av
útbúgving. Hetta hóast munur
er á hesum og íløgum í veruliga
lívinum, tí mekanismurnar við
at keypa og selja virðisbrøv
eru tær somu. Hinvegin er
tað tíðarhorisonturin, sum er
avgerandi munurin. Men hvat
kann ein so læra av spælinum?
- Eg hevði ikki trúð, at marknaðurin
var so livandi, sum hann er. At
kursirnir kundu broyast so skjótt,
og í summum førum bara eftir
lítlari løtu. Tað er ofta ringt at vita,
nær ein skal keypa og nær eina
skal selja. Tað er uttan iva ein
kombinatión av dugnaskapi og
hepni, um tað skal eydnast væl,
heldur Birgir fyri.
Fyri vanliga føroyingin er handil
við virðisbrøvum eitt lutfalsliga
nýtt fyribrigdi, og so er eisini hjá
Birgiri. Og fyri hann, eins og fyri
onnur áhugað, er hetta ein nýggjur
møguleiki at parkera sparipengar
í veruliga lívinum, men áðrenn
ein kemur so langt er tað gott at
fáa eitt sindur av innliti í hendan
dynamiska
partabrævaheimin.
Og her kemur Íløguspælið til sín
rætt.
- Eitt av teimum tingum, eg havi
lært í hesum spæli er, at tað kann
vera vandamikið at handla ov
impulsivt. Í einum føri hevði eg
keypt partabrøv, sum vóru lækkað
nakað nógv, og helt tí at best var
at selja. Dagin eftir hækkaðu tey
munandi, men tá var ov seint,
greiðir hann frá.
At tað hevur gingist minni væl í
seinastuni hevur gjørt, at áhugin
er fúnaður nakað, men Birgir
Davidsen hevur ongar ætlanir
um at geva skarvin yvir, fyrr enn
spælitíðarskeiðið
er
at
enda
komið.
- Eg ætli mær at luttaka til síðsta
bríksl. So vóni eg bara, at gongdin
fer at venda fyri mítt viðkomandi,
sigur hann.
Virðisbrævamentan kærkomin
Birgir Davidsen er fegin um, at
ein virðisbrævamentan er um at
festa røtur í Føroyum. Serliga eru
tað føroysku fyritøkurnar, sum
hann hevur áhuga fyri. Fyrst var
tað Atlantic Petroleum, síðani
Føroya Banki og Eik Banki, og í
dag, tann 10. desember, kemur
Atlantic Airways á børsin. So eru
tær 4 í tali.
- Eg haldi, tað er gott, at vanligi
føroyingurin fær møguleika at
seta pening í heimligar fyritøkur,
staðfestir Birgir og sigur víðari:
- Júst tað at føroyskar fyritøkur
eru á børsinum ger tað nógv
stuttligari at fylgja við gongdini á
marknaðunum.
Eitt sum hann kundi hugsað sær
er, at tað vóru fleiri skeiðstilboð
viðvíkjandi partabrævahandli, tí
enn eru tað nógv fólk, sum ikki
hava stórtvegis innlit í partabrøv.
Men her er Íløguspælið eitt
plástur á sárið.
Tí spyrja vit, um Íløguspælið er
eitt gott tiltak, sum eigur at vera
afturvenandi?
- Ja, tað haldi eg avgjørt, og eg
vóni, tað verður afturvendandi.
Skuldi eg funnið upp á at gjørt
íløgur við egnum pengum, so
kenni eg meg eitt sindur betur
ílatnan, sigur Birgir Davidsen at
enda.
- Eg hevði ikki trúð, at marknaðurin var so livandi, at hann kundi
broytast so nógv eftir einum degi. Tað sigur ein av luttakarunum í
Íløguspælinum, sum Sosialurin hevur tosað við.
Kvøld
fyri
tvey
á
Gourmet til vikuvinnaran í
Íløguspælinum
Besti spælarin í viku 49:
sabjorn
Avkastið
hjá
vinnaranum
hesa vikuna: kr. 308.731,37
(+33,33%)
Vinnarin fær beinleiðis boð.
Hjartaliga tillukku
Kaupthing Bank
3,500
3,150
2,800
2,450
2,100
1,750
1,400
4/12
5/12
8/12
9/12
10/12
6/12
7/12
Gongdin hjá topp 3 (vika 49)
navijoe
Raggyboy
TNT
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.com - 11. vika
Gott tað ikki eru mínir pengar
sansir.fo
Topp 10 (10. des. 2007 kl. 11.00)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
navijoe
3.296.175,18 kr.
0,00 kr.
3.296.175,18 kr. +229,62 %
TNT
1.630.231,20 kr.
0,00 kr.
1.630.231,20 kr.
+63,02 %
Raggyboy
422,92 kr.
1.600.027,00 kr.
1.600.449,92 kr.
+60,04 %
Stavnur
459,07 kr.
1.570.272,00 kr.
1.570.731,07 kr.
+57,07 %
hps
42.101,00 kr. 1.489.577,34 kr.
1.531.678,34 kr.
+53,17 %
Mazda323
712.228,50 kr.
818.598,66 kr.
1.530.827,16 kr.
+53,08 %
hanna21
405.515,57 kr. 1.123.436,00 kr.
1.528.951,57 kr.
+52,90 %
Mr_Arge
396,03 kr. 1.491.726,79 kr.
1.492.122,83 kr.
+49,21 %
MMilogur
570,00 kr. 1.466.300,00 kr.
1.466.870,00 kr.
+46,69 %
Ranir
161.836,07 kr.
1.305.000,00 kr.
1.466.836,07 kr.
+46,68 %