mánadagur 10. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 239 - 10. desember 2007
Í dag er altjóða
mannarættindadagur,
og um allan heim
verður ljós varpað á
brot á mannarættindi.
Í Føroyum eru eisini
fólk, sum ikki er nóg
væl vard og ikki hava
nóg góða rættartrygd.
Hetta sigur Diana
í Puntabyrgi, fyrr
verandi forkvinna í
Javna, nú Sosialurin
hevur varpað ljós á
avoldaðu lógirnar fyri
menningartarnað í
Føroyum
Nærverk
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Diana í Puntabyrgi eigur
tvey vaksin børn við menn
ingartarni, og í mong ár var
hon ímyndin av felagnum
Javna, har hon hevur sitið
sum forkvinna í fleiri tíðar
skeið.
Ígjøgnum farin ár havi
eg altíð valt at hugsa, at
landsins politikararar ynskja
og gera tað besta, eisini fyri
fólk – børn og vaksin við
menningartarni og øðrum
brekum, men við hvørt
missi eg móti , sigur Diana í
Puntabyrgi. Og at Føroyar
framvegis hava ein verjulóg
frá 1922, ímeðan grannalond
okkara hava broytt lógirnar
á økinum er ein av grundun
um, til at hon stúrir.
Í Danmark er lógin fleiri
ferðir broytt, men myndug
leikarnir í Føroyum hava
ikki sæð týdningin enn. Í
lógini halda vit fast í við
eitt menniskjasýni, sum var
galdandi fyri hundrað árum
síðani, staðfestir Diana í
Puntabyrgi
Javni hevur í mong ár
heitt á landsstýrismenn í lóg
armálum um at at broyta
lógina, sum ikki kann sigast
at vera ein verja, men ein for
an fyri møguleikum. Men
einki er hent, sigur hon.
Tørv á serlógum
Diana í Puntabyrgi sigur, at
hon sjálv hevur ivast í, um
tað ikki var betri um øll
høvdu sama rætt og somu
lógir í staðin fyri at hava
serligar lógir fyri nøkur
ávís fólk. Men í dag er hon
ikki longur í iva.
Eg havi altíð hildið, at
vit øll skuldu hava somu
rættindi. Men eftir øll hesi
ár má eg síggja veruleikan í
eyguni, at hetta vóru bert
mínir ynskidreymar, sum
ikki kunnu verða til veru
leika. Tey menningartarnaðu
hava brúk fyri serlógum,
sum tryggja teirra rættindi.
Í Danmark hava tey nú í
mong ár havt eina service
lóg,
sum
nágreiniliga
útgreinar
rættindini
hjá
teim
menningartarnaðu.
Men vit hava stutt sagt onga
lóg, ið sigur hvønn rætt tey
hava,
sigur
Diana
í
Puntabyrgi.
Hon letur annars væl at
samstarvinum
millum
Javna og norðurlendsku
systirfeløgni, sum Javni
hevur regluligt samstarv
við fyri at betra umstøðurnar.
Men tá tað kemur til lógir
og rættindi, eru Føroyar
heilt avgjørt eftirbátur, stað
festir Diana í Puntabyrgi.
Ótíðarhóskandi
ómyndiggering
Eg ivist, um øll foreldur
vita hvussu støðan er, og
hvat tað inniber fyri teirra
barn, tá vit foreldur ikki eru
her á fold meira, sigur Diana
í Puntabyrgi. Hon greiðir
frá, at um ein persónur
verður
ómynduggjørdur,
kann hann ongantíð fara á
val aftur. Og um hann arvar
pening, er tað ikki hansara
pengar. Teir skal skipanin
taka sær av.
Vit eru ikki øll líka væl
fyri mentalt, heldur ikki
fólk við menningartarni eru
eins væl fyri. Á summum
økjum hava tey tí brúk fyri
verja, men tað merkir ikki,
at tey skulu missa øll rætt
indi. Men í dag er eingin
lógligur millumvegur, sigur
Diana í Puntabyrgi. Hon
heitir á øll foreldur um at
ansa eftir, hvat tey gera, so
at barnið við brekið og
kanska eisini systkini ikki
fáa óneyðugar trupulleikar
av hesum.
Harðskapur ikki í lagi
Tað eru nógv og dugnalig
starvsfólk á føroysku bú
stovnum, og tey gera sítt
besta fyri, at búfólkini skulu
hava tað gott og hava
umstøður at mennast. Men
Diana í Puntabyrgi staðfestir,
at tað eisini eru nøkur, sum
onkuntíð fara út um mark.
Tað undrar meg, at
harðskapur kann forsvarast,
tí vit ikki hava nakra verj
lóg. Hvar er tað menniskja
liga, spyr Diana í Punta
byrgi.
Leiðarin á Trivnaðartæn
astuni, Jóannes N. Dals
gaard, segði í samrøðu við
Sosialin, at borgarnir stilla
ikki krøv. Jú víst seta
avvarandi hjá menningar
tarnaðum krøv, men kanska
verða tey ikki altíð mett so
nógv sum aðrir borgarar í
hesum samfelagnum.
Hon sigur, at tey menning
artarnaðu eins og foreldur
og avvarandi í mong ár hava
bíðað eftir lógum, reglum
og arbeiðsætlan. Hetta hevði
eisini gjørt arbeiðið hjá
starvsfólkunum lættari.
Um tey høvdu eina verk
ætlan og endamálsorðing
fyri hvørt búðfólki sær,
hevði alt arbeiðið givið
meira virðing og menning,
leggur Diana í Puntabyrgi
dent á.
Nærleiki og trivnaður
Diana í Puntabyrgi sigur, at
foreldur ynskja at vera í tøtt
um sambandi við Trivnaðar
tænastuna.
Men
nógv
avvarandi
kenna
ikki
Nærverkið sum nakað nær,
og tá harðskapur ikki fær
avleiðingar, hevur Trivnað
artænastan ikki trivnað í
hásæti, staðfestir Diana í
Puntabyrgi.
Hon vísir eisini á, at tey
menningartarnaðu halda til
í bygningum, sum eru niður
slitnir og ikki víðlíka
hildnir.
Hugsa vit um trivnað ,
er hetta ikki bestu umstøður
at trívast í, sigur hon.
Ei undir í, at fólk nú
fara at ilskast inn á raðfest
ingina hjá Løgtinginum. Vit
hoyra um sparingar á E3,
Tjarnargarði, ÍSB og burtur
spardar umvælingar á sam
býlum. Tað hevði verið
ringt at ímynda sær sama
sparingarlyndi, tá tað kemur
til løgtingshús ella lønir til
løgtingsmenn, sigur Diana í
Puntabyrgi avgjørd.
Og so leingi hetta er
veruleikin, kunnu vit ikki
við góðari samvitsku tosa
um at seta Føroyar á verð
inskorið sum undangongu
land og eitt visiónsríkt sam
felag, staðfestir hon.
Stúrir fyri teim menningartarnaðu
Foreldur ynskja at vera í tøttum sambandi við Trivnaðartænastuna. Men nógv avvarandi kenna
ikki Nærverkið sum nakað nær, og tá harðskapur ikki fær avleiðingar, hevur Trivnaðartænastan
ikki trivnað í hásæti, staðfestir Diana í Puntabyrgi
Summar Festivalurin verður í 2008
Summar Festivalurin 2007 var ein serstakur festivalur. Hóskvøld hugnaðu fleiri túsund
fólk sær í góðveðri í Klaksvík, fríggjakvøld spældu Scorpions til størstu konsert í
Føroyum nakrantíð, og leygardag mátti festivalurin steðgast orsaka av stormi. Eftir
festivalin var ógreitt, hvussu støðan hjá festivalinum var, men fyrireikararnir hava
avgjørt at taka eitt tørn afturat. Stuðlarnir hjá okkum eru klárir at bakka upp, og vit
hava eisini fingið nógvar áheitanir frá fólki um at halda fram, sigur Erik Biskopstø, sum
er ein av fyriskiparunum. Mikudagin verða vikuskiftispassini til Summar Festivalin
2008 sett til sølu.