mánadagur 10. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Klokkan tíggju í
morgun varð fjórða
føroyska fyritøkan
børsskrásett, hesaferð
á ICEX/OMX.
VirðisbrøV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað var ein hátíðarløta fyri
øll við tilknýti til Atlants
flog, tá felagið í morgun
varð skrásett á íslendska
børsinum.
Christian
Andreasen,
nevndarformaður í Atlants
flog, var fyrstur at taka orð
ið, og hann segði millum
annað, at tilgongdin við at
einskilja felagið hevur verið
drúgv og arbeiðið at lista
felagið hevur eisini verið
rættiliga umfatandi. Til
gongdin hevur verið stræv
in, men eisini sera lærurík.
Eg fari at takka øllum,
sum hava luttikið í hesum
arbeiði, og takka fyri gott
samstarv. Vit hava gjøgnum
alla málsgongdina havt eitt
sera gott samstarv vikð
Vinnumálaráðið.
Eisini
samstarvið við Kaupthing,
sum hevur verið ráðgevi hjá
landsstýrinum, hevur verið
fyrimyndarligt. Eisini skal
eg takka ICEX fyri gott
samstarv, segði Christian
Andreasen.
Hann vísti eisini á, at ein
skiljingin av felagnum hev
ur kravt nógv av leiðslu og
starvsfólki, sum eisini hava
gjørt ein megnar innsats í
hesum sambandi.
Ein annar, sum eisini helt
røðu í sambandi við børs
skrásetingina, var Sigurd
Poulsen frá Virðisbræva
marknað
Føroya.
Hann
nevndi, at Atlantsflog er
fjórða føroyska fyritøkan á
børsinum, hinar eru sum
kunnugt Atlantic Petrolium,
Føroya Banki og Eik Ban
ki.
Marknaðarvirði av børs
skrásettum virðum er farin
úr trimum milliardum í
2006 upp í meiri enn tíggju
milliardir í 2007.
Ikki bara eftir vild
Men ikki alt hevur gingið
so, sum VMF hevði roknað
við í 2003. Tá varð mett, at
vit í 2007 fóru at hava nígg
ju fyritøkur skrásettar á
børsinum umboðandi 30%
av GDP. Nú er talan um
fýra fyritøkur við 70% av
GDP.
Tað er væl klárað og er
á sama støði sum danskar
fyritøkur á OMX í Keyp
mannahavn, segði Sigurd
Poulsen.
Hann segði annars tíðina
verða komna at kunna
útlendskar íleggjarar meiri
um føroysku børsskrásettu
fyritøkurnar, og fyrsta stig
ið í hesi ætlan verður longu
í morgin, tá eitt seminar
verður hildið í íslandi fyri
áhugaðum íleggjarum.
Seinni, tíðliga komandi
ár, verður skipað so fyri, at
íslendskir íleggjarar kunnu
koma til Føroya, so teir
sjálvir kunnu seta seg inn í
møguleikarnar her.
Stjórin í Atlantsflog, Mag
ni Arge, helt sjálvandi eisini
røðu hendan søguliga dagin
fyri felagið.
Komandi tíðir fara at
føra við sær møguleikar,
avbjóðingar og krøv. Vit
hava nú skyldu at fylgja
teimum leikreglum, sum
eru galdandi fyri børsskrá
settar fyritøkur. Marknaður
in fer hvønn dag at meta
um okkara avrik. Hetta gev
ur eitt nýtt parametur til
okkara framman undan dyn
amiska gerandisdag, segði
Magni Arge og legði aftrat,
at avbjóðingarnar kunnu
skifta frá skýfríum til yvir
skýggjað og turbulent til tíð
ir.
Stórur dagur
At Atlantsflog nú er børs
skrásett kennist sum eitt
náttúrligt næsta stig, sæð í
ljósinum av teirri menning,
felagið hevur havt seinastu
árini, ikki minst tað virkse
mi, felagið hevur uppbygt
uttanfyri
landoddarnar,
segði Magni Arge.
Stjórinj í Atlantsflog var
serliga fegin um, at so nógv
ir føroyingar hava nýtt høvi
at seta pening í felagið, og
hann segði tað vera bein
leiðis hjartanemandi at sígg
ja, at so nógv starvsfólk
hava sett pening í sítt
arbeiðspláss.
Hetta vísir, at starvsfólk
ini trúgva upp á Atlantsflog,
segði Magni Arge.
Eisini landsstýrismaðurin
í Vinnumálum helt røðu
hendan hátíðardagin í hang
arini vetsuri á flogvølli
num.
Hann segði seg hava sæð
fra móti hesum degnum
líka síðani løgtingið sam
tykti at privatisera triðing
av flogfelagnum.
Hetta er fyrstu ferð, at
landsstýrið er beinleiðis
seljari av einari fyritøku. Tá
Føroya Banki varð privati
seraður, var Fíggingargrunn
urin millum banka og lands
stýri, vísti Bjarni Djurholm
á.
Men hóast landsstýrið
hevur verið einasti eigari av
Atlantsflog, so hevur lands
stýrismaðurin
ongantíð
blanda seg í, hvussu felagið
hevur verið rikið.
Virðið er fallið
Í nýggjari greining staðfestir Føroya Banki, at kursurin á
Atlantic Airways partabrævinum er lækkaður, síðani
virðisásetingin varð gjørd. Í greingingini er staðfest, at
marknaðurin sum heild er lækkaður, síðani
virðisásetingin varð gjørd, og tí er fyrimunurin, sum
oftast verður givin við eini skráseting, nú burturi. Føroya
Banki mælir í greining sínari til, at eigarar av
partabrævinum eiga at umhugsa sølu, um kursurin kemur
upp á 287
Magni keypti fyri 3 mió
Stjórarnir í Atlantic Airwats halda eftir øllum at døma, at
felagið er ein góð íløga. Í øllum førum átti Magni Arge
størsta insiderhandilin, sum varð kunngjørdur í samband
við skrásetingina av felagnum. Ikki færri enn 11.497
partabrøv hevur stjórin í felagnum keypt umvegis
íløgufelagið 11. Juni 2007. Og við kursi á 261 svarar
hetta til 3 mió kr. Av øðrum insiderhandlum kann
nevnast, at Marius Joense, sum eisini er stjóri, keypti fyri
900 tkr., meðan Erling í Liða og Christian Andreasen
báðir keyptu partabrøv fyri 250 tkr.
Nr. 239 - 10. desember 2007
Atlantsflog skrásett
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at takka øllum teimum, sum hava verið við í privatiseringstilgongdini, og ynskti felag og
starvsfólkum tillukku við børsskrásetingini.