mánadagur 10. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Mikudagin var Kitty
May Ellefsen uppstill
að fyri Sambands
flokkin, fríggjamorg
unin tók hon seg av
aftur listanum, og í
dag er hon at finna á
lista A hjá Fólkaflokk
inum
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tað gongur skjótt í politikki.
Fyri fimm døgum síðani
var býlingsstjórin í SMS,
Kitty May Ellefsen, at finna
á Sambandslistanum, men
eftir at flokkurin ikki vildi
vera við til at stytta valfreist
ina, so løgtingið fekk tvær
vikur eyka at arbeiða í, tók
hon seg av aftur listanum.
Tað var fríggjdagin, at Kitty
May Ellefsen boðaði frá
hesum.
Nýggja
kvinnuliga
stjørnuskotið hjá Sambands
flokkinum er nú at finna
millum valevnini hjá Fólka
flokkinum, tí fyrrapartin í
morgun kom fram, at Kitty
May Ellefsen hevur gjørt av
at stilla upp fyri Fólkaflokk
in.
Fríggjadagin segði Kitty
May Ellefsen soleiðis við
Sosialin.
Eftir tað, sum hen
di í gjárkvøldið (hóskvøldið,
blm.), taki eg meg av lista
num hjá flokkinum (Sam
bandsflokkinum, blm.).
At freistin at skriva út val
ikki varð stytt, merkir, at
nógv mál detta burtur uttan
viðgerð. Eitt av málunum
er útbyggingin av Vága
Floghavn.
Tað er serliga málið um
Vága Floghavn, sum harmar
meg. Floghavnin liggur í
skeljasori, og vit hava bíðað
eftir heimild úr løgtinginum
at fara í gongd. Málið er lið
ugt viðgjørt í Vinnunevnd
ini, og har vantar bert onnur
og triðja viðgerð. Tað, at
Sambandsflokkurin
nú
bakkar út, merkir, at farast
kann ikki undir Vága Flog
havn, fyrr enn um nærum
eitt ár, og hesum kann eg
ikki liva við, segði Kitty
May Ellefsen, sum hevur
fingið áheitanir frá fleiri
flokkum um at stilla upp.
At tað júst er málið um
flogvøllin, ið spælir inn hjá
henni, er ikki tilvildarligt.
Hon er nevniliga nevndar
formaður í P/F Vága Flog
havn.
Lítil munur á flokkum
Sosialurin hevur spurt Kitty
May Ellefsen um, hví hon
skiftir flokk.
Eg havi næstan
altíð valt Fólkaflokkin, so
eg kann siga, at nú eri eg
komin heimaftur. Eg gangi
inn fyri einum sjálvberandi
búskapi, og hvat hesum við
víkur er eftirhondini ikki
tann stóri munurin millum
Sambandsflokkin og Fólka
flokkin, sigur Kitty May
Ellefsen.
Tá tú sigur, at tú altíð hev
ur hoyrt heima í Fólkaflokk
inum, hví stillaði tú so fyrst
upp í Sambandsflokkinum?
Eg
havi
fingið
áheitanir frá fleiri flokkum
um at stilla upp, og tað end
aði so við, at eg valdi Sam
bandsflokkin. Hetta er bara
ein vika síðani, og alt gekk
sera skjótt. Flokkarnir líkj
ast nógv, eg tá eg eri impul
siv, hugsaði eg ikki so nógv
um tað, sigur Kitty May
Ellefsen.
Hósdagin út skrivaði løg
maður sum kunnugt løg
tingsval, ið verður leygar
dagin 19. januar.
Kitty May kom, fór og kom
Fyri fimm døgum síðani
kom Kitty May Ellefsen
á Sambandslistan, men
fríggjadagin tók hon seg aftur
sum valevni og er nú at finna
á Fólkaflokslistanum
Savnsmynd
Børkur Hanagleiv sum
albumm
Føroyska teknisøgan Børkur Hanagleiv er nú komin út
sum albumm. Albummið er 48 blaðsíður, og her ber til at
njóta 88 tær bestu og skemtiligastu strípurnar við Børki,
ið hava verið at lisið í Dimmalætting og Strok seinastu
sjey árini. Albummið er eitt gott hugskot til eina
mandlugávu ella jólagávu.
Íslendingar drekka meiri
Tey seinastu 25 árini eru íslendingar farnir at brúka
munandi meiri rúsdrekka enn frammanundan, og
vøksturin er tann størsti í øllum OECD, sum hevur 30
limalond. Tøl hjá felagsskapinum vísa, at frá 1980 til
2005 vaks rúsdrekkanýtslan í Íslandi heili 65 prosent.
Íslendingar kunnu tó ugga seg við, at teir drekka minni
enn fólk í flestu londum burtursæð frá norðmonnum og
svium. Írar drekka harafturímóti tvær ferðir so nógv sum
íslendingar.
Nr. 239 - 10. desember 2007