mánadagur 10. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 239 - 10. desember 2007
Ov fáar kvinnur
Tað er ikki bara í Føroyum, at kvinnur hava ilt við at gera
vart við seg politiskt. Støðan er tann sama í Danmark. Í
hvussu er tá talan er um kommunupolitikk. Síðani 1989
hevur bara fjórði hvør býráðslimur verið kvinna. Ringast
stendur til á Ærø, har býráðið er mannað við 14 monnum
og einari kvinnu. Í danska Kvinnuráðnum halda tey, at ov
lítið verður kjakast um javnstøðu í kommunupolitikki
samanborið við kjakið í donskum landspolitikki.
Politikarar við Veðrinum
Teir seinastu dagarnar hevur uttanríkis- og trygdarpolitiska
nevndin hjá grønlendska Landstinginum verið á kunningar-
ferð í Grønnedal og Ivittuut kommunu. Politikararnir hava
ferðast við sjóverjuskipinum Vædderen, og tað er ikki av
tilvild. Formaðurin í nevndini, Jonathan Motzfeldt, sigur, at
á nýggjárinum yvurtekur Grønlands Kommando allar
verjuskyldur viðvíkjandi Grønlandi, og at politikararnir tí
vilja kunna seg um viðurskiftini.
Rús-
drekka-
koyring
í viku-
skiftinum
Løgreglan í Havn
hevur tikið tveir
mans fyri at koyra
við kenning í
vikuskiftinum.
Annar teirra
hevði heldur einki
koyrikort
Vikuskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein bilførari, sum hevði
koyrt út av norðanfyri
Streymnes í vikuskiftin-
um, var rýmdur av staðn-
um. Løgreglan hevði
mistanka um, at her
ruggaði ikki alt rætt.
- Vit funnu mannin
seinni í Eysturoynni, og
tað vísti seg, at talan var
um
rúsdrekkakoyring.
Maðurin var kortini ikki
eysturoyingur.
Løgreglan heldur, at
bilførarin var einsamallur
í bilinum, tá ið hann fór
út av vegnum, og einki
er
frætt
um
nakran
persónskaða í hesum
førinum.
Í einum øðrum føri tók
løgreglan
ein
mann
norðanfyri Havnina.
- Tað vísti seg, at hesin
hevði einki koyrikort, og
haraftrat koyrdi hann við
kenning, sigur vakthav-
andi á politistøðini í
Havn.
- Soleiðis, sum
samráðingarnar hava
gingið higartil, er
ógvuliga óvist, um
vit kunnu semjast
um nýggjan sáttmála.
Vit vilja helst náa
undir land í semju,
men vit geva okkum
ikki við góðum. Fáa
vit einki burtur úr
í samráðingunum,
verður verkfall,
sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
samráðingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samráðingarnar
millum
Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag um
nýggjan sáttmála byrjaðu
seinast í november.
Jan Højgaard, formaður í
Føroya
Fiskimannafelag,
heldur, at tað eru reiðararnir,
sum eru orsøkin til, at
samráðingarnar komu so
seint í gongd.
- Tað loysir seg fyri reið-
ararnar at draga samráð-
ingarnar út, soleiðis at skip
kunnu fara nýggjan túr.
Sáttmálin millum feløgini
gekk út 1. desember, og her-
fyri komu semingsmenninir,
Terji Sigurðsson og Símun
Absalonsen, upp í sam-
ráðingarnar, tí tað stóð í
botni millum partarnar eftir
nakrar fundir.
- Semingsmenninir hava
verið í samband við okkum
í vikuskiftinum. Teir hava
roynt at mýkt støðuna, og
vit vænta, at teir fara at
leggja semingsuppskot fyri
partarnar í morgin.
Jan sigur, at semjast part-
arnir ikki um semingsupp-
skotið,
kunnu
semings-
menninir útseta eitt møgu-
ligt verkfall í eina viku.
- Eg haldi, at vit hava víst
góðan vilja til at náa undir
land í semju, men vit halda
ikki, at reiðararnir í sama
mun hava verið at tosa við.
Jan sigur, at hann seinastu
dagarnar hevur tosað við
nógvar fiskimenn kring
landið og soleiðis hevur følt
seg fyri, hvat teir halda um
galdandi sáttmálar.
- Tað er serliga eftirlønin,
sum vit hava lagt dent á,
men vit hava eisini sagt, at
vit vilja hava sáttmálarnar
uppaftur á tað, teir vóru.
Formaðurin
í
Føroya
Fiskimannafelag heldur, at
sáttmálarnir við árunum
eru viknaðir, tí manningin
tekur alsamt størri lut í
ymiskum útreiðslum, sum
hann heldur, at reiðararnir
eiga at bera.
- Tað einasta, sum reiðar-
arnir siga seg vilja, er at
halda sáttmálarnar betri,
umframt at teir vilja leggja
nøkur heilt fá oyru oman á
eftirlønina. Hinvegin vilja
teir í størri mun hava mann-
ingarnar at taka lut í øktu
oljuútreiðslunum.
Jan Højgaard vísir á, at
eitt
sonevnt
protokollát
áður er gjørt millum feløg-
ini, har sagt verður, at spurn-
ingurin um oljuútreiðslurnar
skal takast uppaftur, um
oljan dýrkar.
- Eg vil siga, at hetta
protokollát er ein kleppur
um beinini á okkum.
Formaðurin
í
Føroya
Fiskimannafelag
heldur
generelt ikki, at fiskimenn
skulu luttaka í útreiðslunum
hjá reiðarum.
- Tað kann ikki vera rætt,
at okkara limir skulu gjalda
fyri at sleppa til skips, sigur
hann.
Jan Højgaard hevur ikki
bestu vónir um, at sáttmála-
trætan kann loysast í sátt og
semju, men hann dylur ikki,
at tað er hetta, sum Føroya
Fiskimannafelag helst vil.
- Soleiðis, sum samráð-
ingarnar hava gingið higar-
til, er ógvuliga óvist, um vit
kunnu semjast. Vit vilja
helst náa undir land í semju,
men vit geva okkum ikki
við góðum. Fáa vit einki
burtur úr í samráðingunum,
verður verkfall, sigur Jan
Højgaard,
formaður
í
Føroya
Fiskimannafelag,
avgjørdur.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag:
Skulu hava
nakað upp á
sáttmálan
- Vit vilja hava nakað burtur úr. Annars er eingin góða
mamma, og vit fáa eitt verkfall, sigur Jan Højgaard, formaður í
Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Enn er ilt at spáa um, hvørt reiðarafelagið og fiskimannafelagið fara at semjast, men í løtuni eru
útlitini heldur døpur