mánadagur 10. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Dýrari á Strondum
Aftan á nýggjár verður tað dýrari hjá foreldrum í Sjóvar
kommunu at hava børn á dagstovni í kommununi.
Bygdaráðið hevur samtykt hækka gjøldini, soleiðis at
gjaldið fyri eitt vøggustovupláss hækkar úr 1.950 krónum
í 2.200 krónur, barnagarðspláss hækkar úr 1.700 krónum
í 1.775 krónur, og pláss í frítíðarstovu hækkar úr 1.000
krónum í 1.100 krónur um mánaðin. Í løtuni eru 103 børn
á stovninum, men í mars næsta ár verða tey 111.
Sjey vánaligir árgangir
Sjeynda árið á rað vísa rannsóknir hjá fiskifrøðingum, at
lítið av toski kemur undan við Ísland. Tíðindini koma
óvart á fleiri. Fyrr í ár mótmæltu fiskimenninir avgerðini
hjá stjórnini at skerja toskakvotuna, tí fiskimenninir vildu
vera við, at nógvur toskur var á gýtingarleiðunum í vár,
og at tí mundi ein góður árgangur vera á veg. Men hetta
vísir seg nú ikki at halda. Havrannsóknarstovan sigur
stutt, at 2007-árgangurin er líka ringur sum allir síðani
2001.
- Tað, sum hendir
í býnum eitt slíkt
vikuskifti, hendir
er oftast tí, at fólk
eru ov drukkin og
duga sær ikki hógv,
sigur vakthavandi á
politistøðini í Havn
Vikuskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú tað stundar til jólar, og
nógvar fyritøkur skipa fyri
jólafrokostum, merkir hetta
eisini, at nógv fólk er í býn-
um. Nógv verður drukkið,
og tað hendir meira enn so,
at okkurt keðiligt spyrst
burtur úr, tá ið fólk gerast
ov full.
Vakthavandi sigur, at tal-
ið av fullum fólki í býnum í
vikuskiftinum hevur verið
meira enn eitt miðal viku-
skifti.
- Vit hava verið nógv úti,
tí fólk hava boðsent okkum,
men í fleiri førum er talan
ikki um tey stóru málini.
Ófriður á gøtuni
Løgreglan sigur, at tey
vórðu boðsend einar 15
ferðir í vikuskiftinum til
ymiskan ófrið, bæði úti á
gøtuni og í onkrum føri
heima við hús hjá fólki, og
okkurt harðskapsmál hevur
eisini verið.
- Í flestu førum eru tað
full fólk, sum eru komin til
ilnar, og í nógvum førum
ber til at tosa partarnar til
sættis.
Løgreglan sigur, at tey
royna altíð at brúka tann
mildasta háttin fyrst, sum
hann tekur til, og tað er at
vita, um partarnir, sum eru
komnir til ilnar, kunnu
skiljast í sátt og semju. Tað
er sum oftast tað besta fyri
báðar partar.
- Men sjálvandi; hetta
gongur ikki altíð, og tá
noyðist løgreglan at taka
stig til at loysa málið. Í øðr-
um førum kann talan vera
um veruligan harðskap,
soleiðis at annar parturin
meldar hin, og tá gerst hetta
til eitt mál.
Herverk á bilar
Okkurt herverksmál hevur
eisini verið í vikuskiftinum,
og í tí eina førinum hevur
ein ungur maður gjørt seg
inn á tveir bilar í Varðagøtu.
- Í hesum førinum var tað
ein maður, sum var á veg
oman í býin. Á vegnum
gjørdi hann seg inn á tveir
bilar í gøtuni. Vit halda
ikki, at nakað bevíst lá aftan-
fyri hetta, men at maðurin,
sum var um 20 ára aldur,
kanska ”keddi” seg á ferðini
omaneftir.
Løgreglan sigur, at í ein-
um øðrum føri hevði ein
maður, sum var útihýstur á
eini ølstovu, brotið onkran
rút í hevnd.
- Tað, sum hendir í býnum
eitt slíkt vikuskifti, hendir
er oftast tí, at fólk eru ov
drukkin og duga sær ikki
hógv, sigur vakthavandi.
Ófriður og herverk í Havn
Løgreglan í Havn hevur verið nógv úti í vikuskiftinum, tí fólk ikki duga sær hógv í fyllskapi
- Hetta vóru ivaleyst
fullamannalótir,
men slíkt er ikki at
spæla við og kundi í
ringasta føri endaðu
á syndarligan hátt,
sigur vakthavandi
Vikuskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuskiftinum fór ein
hending
fram
niðanfyri
Glitnir á Skálatrøð, sum
kundi endað við eini van-
lukku, um illa vildi til.
- Tá ið fólk hugna sær og
drekka, hendir meira enn
so, at tey ganga niðri við
bátarnar.
Slíkt
er
ikki
heppið. Soleiðis var eisini
nú í vikuskiftinum, tá ið
fólk gingu niðri við báta-
brúgvarnar á Skálatrøð.
Vakthavandi sigur, at í tí
eina førinum var onkur
komin at skumpa tvey onn-
ur á sjógv beint niðanfyri
Glitnir á Skálatrøð.
- Vit halda ikki, at nakað
bevíst lá í hesum, men
meira tað, at fólk vóru kom-
in at keglast, og so skumpaði
annar parturin hini bæði
spontant í havið.
Vakthavandi sigur, at tað
var ein kvinna og ein maður,
sum soleiðis endaðu á blám-
anum hetta kvøldið.
- Hetta vóru ivaleyst fulla-
mannalótir, men slíkt er
ikki at spæla við og kundi í
ringasta
føri
endaði
á
syndarligan hátt.
Sum skilst á vakthavandi,
fingust tey bæði, sum end-
aðu á sjónum, uppaftur í
øllum góðum.
Skumpaði tvey á sjógv
Vikusifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein
hýruvognsførari
í
Havn noyddist í vikuskift-
inum at biðja løgregluna
um hjálp, tá ið eitt við-
skiftafólk
gav
honum
trupulleikar í bilinum.
- Tað gjørdist handfast í
bilinum. Tvey fólk – ein
maður og ein kvinna -
vóru á veg til hús í hýru-
vogni, tá ið tað gjørdist
handfast. Vit hava skilt, at
maðurin hevði hug at vera
harðligur við kvinnuna, og
hetta gekk eisini útyvir
hýruvognsføraran,
sum
noyddist
at
boðsenda
løgregluni.
Vakthavandi sigur, at
hýruvognsførarin ikki bein-
leiðis var sligin, men tað
vóru serliga klæðini hjá
honum, sum hetta var
gingið útyvir.
- Vit vita ikki í løtuni,
um hetta gerst til eitt harð-
skapsmál,
sum
verður
meldað, tí maðurin var
harðligur bæði yvirfyri
kvinnuni og hýruvogns-
føraranum, sigur vakthav-
andi á politistøðini.
Noyddist
at biðja
um hjálp
Tvey fólk endaðu á blámanum
niðanfyri Glitnir á Skálatrøð í
vikuskiftinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 239 - 10. desember 2007