mánadagur 10. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 239 - 10. desember 2007
9. februar næsta ár
skal Brandur Enni
kappast móti nøkrum
av teimum størstu
stjørnunum í Svøríki.
Tað varð greitt í dag,
tá Sveriges Televison
kallaði til tíðindafund
um Grand Prix 2008.
Sosialurin var við á
fundinum
tónleikur
Orð: og myndir: Inna
Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Stokkhólm: Christer Sjø
gren, sum tey flestu kenna
frá Vikingarna, og Etype,
ið er vælkendur popsangari,
eru tey kendastu nøvnini í
kappingini. Tilsamans eru
tað sjey bólkar og einstak
lingar, sum skulu kappast í
Gøteborg. Í Svøríki er
Grand Prix ella Melodifesti
valen, sum tað eitur her,
gjørt á tann hátt, at tað fyrst
eru fýra semifinalir, og tað
er í tí einu semifinaluni,
sum føroyingurin Brandur
skal vera við, við sanginum
”Lullaby”.
Sjálvur sær Brandur sera
róligur út, tá Sosialurin
fangar hann ”backstage”.
Hárið er er gjørt punkut, og
eitt sindur av sjónvaps
smyrsli er smurt uppá.
Eg fór tíðliga upp í
morgum, tað er ein stylistur
her, sum hjálpur okkum við
klæðum og tí ymiska, sigur
hann. Men leggur aftrat, at
klædningsjakkin hann er í,
eigur hann sjálvur.
Eini 100200 tíðindafólk
kappast um at tosa og taka
myndir av teimum luttak
andi. Køin til Christer Sjø
gren er sjálvandi longst,
men allatíðina eru tað fleiri
tíðindafólk, sum eisini vilja
tosa við Brand.
Tosar væl svenskt
Brandur svarar á góðum
svenskum. Hann hevur búð
meir ella minni í Svøríki í
trý ár og býr nú í høvuðs
staðnum Stockholm.
Mær dámar væl tón
leikalívið her í Svøríki,
men um eg veri verðandi
her, veit eg ikki, sigur hann
tá ein av tíðindafólkunum
frá Expressen spyr, um
hann ætlar at satsa upp á at
blíva kendur í Svøríki.
Men eitt er víst, lívið hjá
Brandi Enni verður nokk
ikki tað sama, aftan á at
hann hevur verið við í
Melodifestivalen. Kapping
in er sera, sera stór her í
Svøríki, og nógvar miljónir
av
sjónvarpshyggjarum
fylgja kappingini.
Christer Bjørkman, ið er
fyriskipari av allari kapping
ini sigur, at Brandur hevur
stórar møguleikar at vinna.
Hann hevur ein avbera
góðan sang og er sera dugna
ligur hóast sín unga aldur,
sigur hann.
Men hvussu ber tað til, at
ein føroyingur kappast í
svenska Grand Prix?
Tað er ikki serliga van
ligt, at onnur enn sviar kapp
ast, men fyri nøkrum árum
síðandi var jú Sanne Sala
monsen við í svenska Grand
Prixinum. Eg havi hoyrt
sera nógv positivt um
Brand, og nógv fløgufeløg
her í Svøríki hava leingi
verið áhugað í honum, sigur
Christer Bjørkman
Fara føroyingar
at kunna atkvøða
fyri Brandi?
Nei, tað ber ikki til at at
kvøða úr útlandinum, men
tey eru vælkomin at ferðast
til Svøríki, tá kappingin
verður, sigur Christer Bjørk
man brosandi.
Brandur fegnast um, at
tað er í Gøteborg, hann skal
kappast. Gøteborg er næst
størsti býur í Svøríki, og
kappingin verður óivað í
sera stóra konserthølinum
”Skandinavium”.
Brandur hevur ikki givið
nakra fløgu út í Svøríki,
men arbeiður við tí í løtuni.
Sangurin hjá honum eitur
sum sagt ”Lullaby” og er
ein róligur sangur har rødd
in fær nógv pláss, sum
Brandur sjálvur sigur tað.
Teir, ið hava skrivað sangin,
hava áður luttikið við mill
um annað vælkenda lagnum
”Cara cara mia”, ið kom á
triðjaplássið í fjør í stóru
finaluni.
At vera ein ókendur før
oyingar
millum
stórar
svenskar stjørnum virkar
ikki at verða nakar trupul
leiki fyri Brandur Enni.
Tað ger onki, tí tá hava
fólk onga meining um meg,
sigur hann og fer víðari til
næsta tíðindafólkið.
Brandur kappast móti
svenskum stjørnum
Størsti norski laksaútflutningurin higartil
Umroknað til heilan fisk var útflutningurin av norskum laksi í novembur góð 75.000 tons. Hetta er 16%
ella góð 10.000 tons meira enn í november seinasta ár. Útflutnignurin í november í ár er tann hægst
skrásetti nakrantíð í mánað fyri mánað roknskapinum hjá Eksportutvalget frá Fisk í Noregi. Av tí at
laksaprísurin í ár er væl lægri ávirkar meirútflutningurin ikki inntøkurnar stórvegis ella bert 1%. ”80%
av laksinum, sum norðmenn selja til Pólland, verður meirvirkaður har og síðani seldur víðari til aðrar
marknaðir sum flak og roykt vøra”, sigur Paul Aandal í Eksportutvalget for Fisk. Eisini marknaðurin fyri
laks í Eysturevropa veksur, meðan marknaðurin í Asia er í afturgongd. Orsøkin til hetta er minking í
útflutninginum av frystum laksi, meðan nøgdin av feskum laksi er økt til asiatiska marknaðin seinasta
árið. (www.industry.fo)
Ein føroyingar, Brandur Enni, millum svensku grandprix stjørnurnar
18 ára gamli Brandur Enni er
fyrsti føroyingur, sum luttekur
í einum svenskum grandprix